konan hjá Lot
78 versir um "konan hjá Lot"
Versir
Síða 2 av 2Fyrsta Mósebók 18:11 Fyrsta Mósebók
Og við tað at Ábraham og Sára vóru gomul og væl við aldur, og Sára ikki longur hevði tað, sum kvinnur eru vanar,
Fyrsta Mósebók 18:12 Fyrsta Mósebók
so læði Sára fyri seg sjálva og hugsaði: „Skuldi eg havt hug, nú eg eri vorðin gomul! Og harri mín er gamal!“
Fyrsta Mósebók 18:13 Fyrsta Mósebók
Tá segði HARRIN við Ábraham: „Hví lær Sára og hugsar: „Man tað fara at verða, at eg fái børn, nú eg eri gomul!“
Fyrsta Mósebók 18:14 Fyrsta Mósebók
Er tá nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!“
Fyrsta Mósebók 18:15 Fyrsta Mósebók
Men Sára vildi ikki vera við tað og segði: „Eg læði ikki!“ – tí hon óttaðist. Men Hann segði: „Jú, tú læði!“
Fyrsta Mósebók 18:16 Fyrsta Mósebók
So reistust menninir og fóru haðani, og teir tóku leiðina til Sodoma; og Ábraham fór við teimum at fylgja teimum á leið.
Fyrsta Mósebók 18:17 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN segði: „Skuldi Eg dult fyri Ábrahami tað, ið Eg ætli at gera!
Fyrsta Mósebók 18:18 Fyrsta Mósebók
Ábraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á jørðini skulu verða signað í honum!
Fyrsta Mósebók 18:19 Fyrsta Mósebók
Tí Eg havi útvalt hann, fyri at hann skal geva børnum sínum og húsi sínum eftir seg boð um at akta eftir vegi HARRANS og gera rætt og rættvísi, so HARRIN kann lata Ábraham fáa alt tað, ið Hann hevur lovað honum.“
Fyrsta Mósebók 18:20 Fyrsta Mósebók
HARRIN segði nú: „Rópið um Sodoma og Gomorra, tað er stórt, og synd teirra er ógvuliga svár.
Fyrsta Mósebók 18:21 Fyrsta Mósebók
Eg fari tí nú niður at vita, um tað er so, at tey hava borið seg so illa at, sum tað ljóðar, eftir rópinum, ið komið er til Mín, ella ikki – Eg vil hava tað at vita!“
Fyrsta Mósebók 18:22 Fyrsta Mósebók
So fóru menninir haðani og fóru til Sodoma, men Ábraham varð standandi framman fyri HARRANUM.
Fyrsta Mósebók 18:23 Fyrsta Mósebók
Tá fór Ábraham nærri og segði: „Fert Tú tá at forkoma rættvísum saman við gudleysum?
Fyrsta Mósebók 18:24 Fyrsta Mósebók
Kanska 50 rættvís eru í býnum! Forkemur Tú tá teimum – sparir Tú ikki staðin, við tað at hesi 50 rættvísu eru í honum?
Fyrsta Mósebók 18:25 Fyrsta Mósebók
Tað veri langt frá Tær at gera slíkt – at drepa tann rættvísa saman við tí gudleysa, so tann rættvísi fær sama lut sum tann gudleysi – tað veri langt frá Tær! Hann, sum dømir alla jørðina, skuldi Hann ikki gjørt rætt!“
Fyrsta Mósebók 18:26 Fyrsta Mósebók
HARRIN svaraði: „Finni Eg í staðnum Sodoma 50 rættvís, so skal Eg spara allan býin fyri teirra skuld.“
Fyrsta Mósebók 18:27 Fyrsta Mósebók
Men Ábraham tók aftur til orða: „Eg havi vágað mær at tala til Harran, tóat eg eri einki uttan dust og øska
Fyrsta Mósebók 18:28 Fyrsta Mósebók
– kanska 5 vanta í tey 50 rættvísu – oyðir Tú tá allan býin fyri hesi 5?“ Hann svaraði: „Eg skal ikki oyða býin, finni Eg 45 í honum.“
Fyrsta Mósebók 18:29 Fyrsta Mósebók
Men hann helt fram at tosa og segði við Hann: „Kanska har eru 40!“ Hann svaraði: „Eru 40, so skal Eg ikki gera tað.“
Fyrsta Mósebók 18:30 Fyrsta Mósebók
Men hann segði: „Harri, verð ikki illur, um eg tali! Kanska har eru 30!“ Hann svaraði: „Eg skal ikki gera tað, finni Eg 30 í honum.“
Fyrsta Mósebók 18:31 Fyrsta Mósebók
Men hann segði: „Eg havi vágað mær at tala til Harran – kanska har eru 20!“ Hann svaraði: „Eru 20, so skal Eg ikki oyða hann.“
Fyrsta Mósebók 18:32 Fyrsta Mósebók
Tá segði hann: „Harri, verð ikki illur, um eg tali bert hesa einu ferðina enn! Kanska har eru 10!“ Hann svaraði: „Eru 10, so skal Eg ikki oyða hann.“
Fyrsta Mósebók 18:33 Fyrsta Mósebók
So fór HARRIN avstað, táið Hann var liðugur at tala við Ábraham, og Ábraham fór heimaftur til sín sjálvs.
Lukas 17:31 Lukas
Tann dag má tann, ið er á takinum og hevur lutir sínar í húsinum, ikki fara niður eftir teimum, og heldur ikki má tann, ið úti á markini er, fara aftur til hús.
Seinna Pætursbrævið 2:7 Seinna Pætursbrævið
Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.