kloyvingsanda

32 versir um "kloyvingsanda"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið

Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!

6
Rómverjabrævið 16:18 Rómverjabrævið

Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.

6
Fyrra Korintbrævið 1:10 Fyrra Korintbrævið

Men eg áminni tykkum, brøður, við navni Harra okkara Jesu Krists, at tit mugu øll tala hitt sama, og at flokkadráttir mugu ikki vera tykkara millum, men at tit mugu vera fult sameind í sama sinni og somu áskoðan.

5
Fyrra Korintbrævið 1:11 Fyrra Korintbrævið

Tí mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at stríð er tykkara millum.

5
Fyrra Korintbrævið 1:12 Fyrra Korintbrævið

Eg meini við, at ein og hvør tykkara sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ „Eg eri Apollosarmaður!“ „Eg eri Kefasarmaður!“ „Eg eri Kristusarmaður!“

5
Fyrra Korintbrævið 1:13 Fyrra Korintbrævið

– Er Kristus býttur sundur! Varð Paulus krossfestur fyri tykkum! Ella vórðu tit doypt til navn Paulusar!

5
Lukas 11:17 Lukas

Men við tað at Hann visti, hvat teir hugsaðu, segði Hann við teir: „Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.

4
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið

Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.

4
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið

Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,

4
Titusarbrævið 3:11 Titusarbrævið

við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.

4
Judasarbrævið 1:16 Judasarbrævið

Hetta eru tey, sum knarra og gremja seg um lut sín – og so liva tey eftir lystum sínum! Muður teirra talar hugmóðig orð, tóat tey fyri vinnings skuld smikra fyri fólki.

3
Judasarbrævið 1:17 Judasarbrævið

Men tit, elskaðu, minnist orðini, ið frammanundan eru talað av ápostlum Harra okkara Jesu Krists!

3
Judasarbrævið 1:18 Judasarbrævið

Teir søgdu tykkum jú, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum ganga eftir gudleysu lystum sínum.

3
Judasarbrævið 1:19 Judasarbrævið

Hetta eru tey, sum skilja seg frá, náttúrlig menniskju, sum ikki hava anda.

3
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini

Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:

2
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini

Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,

2
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini

hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,

2
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini

tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.

2
Markus 3:24 Markus

Er ríki komið í stríð við seg sjálvt, kann tað ríki ikki verða standandi.

2
Markus 3:25 Markus

Er hús komið í stríð við seg sjálvt, kann tað hús ikki verða standandi.

2
Markus 3:26 Markus

Og hevur Satan sett seg upp móti sær sjálvum og er komin í stríð við seg sjálvan, kann hann ikki verða standandi, nei, tað er úti við honum.

2
Efesusbrævið 4:3 Efesusbrævið

og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:

2
Efesusbrævið 4:4 Efesusbrævið

Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara,

2
Efesusbrævið 4:5 Efesusbrævið

ein Harri, ein trúgv, ein dópur,

2
Efesusbrævið 4:6 Efesusbrævið

ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.

2
Kolossibrævið 3:12 Kolossibrævið

Latið tykkum – sum hini útvaldu, heilagu og elskaðu Guds – í hjartans miskunn, góðsku, eyðmjúkleika, spakføri, langmóð!

2
Kolossibrævið 3:13 Kolossibrævið

Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum, um onkur hevur klagu móti onkrum! – Sum Kristus hevur fyrigivið tykkum, skulu eisini tit fyrigeva.

2
Kolossibrævið 3:14 Kolossibrævið

Men yvir alt hetta – klæðið tykkum í kærleikan, tí hann er band fullkomileikans!

2
Kolossibrævið 3:15 Kolossibrævið

Friður Kristusar ráði í hjørtum tykkara, hann, sum tit eisini vórðu kallað til í einum likami – og verðið takksom!

2
Seinna Jóhannesarbrævið 1:9 Seinna Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið víkur av leið og verður ikki verandi í læru Kristusar, hevur ikki Gud; tann, sum verður verandi í læruni, hevur bæði Faðirin og Sonin.

2
Seinna Jóhannesarbrævið 1:10 Seinna Jóhannesarbrævið

Kemur onkur til tykkara og lærir ikki hesa læru, so takið ikki ímóti honum í húsum tykkara og biðið hann ikki vælkomnan!

2
Seinna Jóhannesarbrævið 1:11 Seinna Jóhannesarbrævið

Tí tann, ið biður hann vera vælkomnan, fær lut við honum í óndu verkum hansara.

2