klæðnaður
57 versir um "klæðnaður"
Versir
Síða 2 av 2Lukas 12:22 Lukas
Og Hann segði við lærisveinar Sínar: „Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu eta, ei heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fara í!
Lukas 12:23 Lukas
Lívið er meir enn maturin, og likamið er meir enn klæðini.
Galatiabrævið 3:26 Galatiabrævið
Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
Galatiabrævið 3:27 Galatiabrævið
Tí tit, so mong sum doypt eru til Kristus, hava latið tykkum í Kristus.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.
Opinberingin 3:5 Opinberingin
Tann, ið sigrar, skal soleiðis verða latin í hvít klæði, og Eg skal ikki strika navn hansara út úr bók lívsins; Eg skal kennast við navn hansara fyri Faðir Mínum og fyri einglum Hansara.