klæði lovsangsins
26 versir um "klæði lovsangsins"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 61:3 Esaias
at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
Esaias 52:1 Esaias
Vakna, vakna, lat teg í styrki tína, Zion! Lat teg í hátíðarbúna tín, Jerusalem, tú hin heilagi staður! Tí eingin óumskorin og eingin óreinur skal aftur koma inn í teg.
Esaias 52:2 Esaias
Rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt, Jerusalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna, dóttir Zion!
Esaias 52:3 Esaias
Tí so sigur HARRIN: Fyri einki vórðu tit seld, og uttan pening skulu tit verða leyskeypt.
Esaias 52:4 Esaias
Ja, so sigur Harrin HARRIN: Í forðum fór fólk Mítt til Egyptalands at búgva har sum fremmant, og seinni kúgaði Assur tað við ongum rætti.
Esaias 52:5 Esaias
Og hvat skal Eg nú gera her? sigur HARRIN; fólk Mítt er jú flutt burtur fyri einki; teir, ið ráða yvir tí, reypa – sigur HARRIN – og uttan íhald verður navn Mítt spottað líðilangan dagin.
Esaias 52:6 Esaias
Tí skal fólk Mítt læra navn Mítt at kenna; tí skal tað tann dag læra at kenna, at Eg eri tann, ið sigur: „Hygg, her eri Eg!“
Esaias 52:7 Esaias
Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“
Esaias 52:8 Esaias
Hoyr! Vaktarar tínir lyfta upp røddina, teir fegnast allir samlir; tí beint fyri eygum sínum síggja teir HARRAN koma aftur til Zion.
Esaias 52:9 Esaias
Skerið í fagnaðarsong allar samlar, tit toftir Jerusalems! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, Hann endurloysir Jerusalem.
Esaias 52:10 Esaias
HARRIN ger beran heilaga arm Sín fyri eygum alra tjóða, og allir endar jarðarinnar fáa frelsu Guds okkara at síggja.
Esaias 52:11 Esaias
Avstað, avstað! Farið út haðani, nemið einki óreint! Farið út haðani, reinsið tykkum, tit, sum bera íløt HARRANS!
Esaias 52:12 Esaias
Tí ikki skulu tit fara út í skundi, og ikki skulu tit leypa avstað sum tey, ið flýggja; nei, HARRIN gongur undan tykkum, og Gud Ísraels gongur aftastur í flokki tykkara!
Esaias 52:13 Esaias
Tænari Mín skal bera Seg vísiliga at; Hann skal verða stórur og settur høgt og verða ógvuliga høgur.
Esaias 52:14 Esaias
Eins og mong ræddust at síggja Hann – so ómenniskjaliga vesalur sá Hann út, Hann líktist ikki menniskjabørnum –
Esaias 52:15 Esaias
so skal Hann fáa mong fólkasløg at hvøkka upp,* fyri Honum skulu kongar verða málleysir; tí tað, sum aldri var teimum sagt, hava tey sæð, og tað, sum tey aldri høvdu hoyrt, hava tey fingið at royna.
Sálmarnir 45:7 Sálmarnir
Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, rættvísisproti er sproti ríkis Tíns.
Esaias 11:2 Esaias
á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS.
Esaias 11:3 Esaias
Hugur Hansara skal standa til at óttast HARRAN; Hann skal ikki døma eftir tí, ið eygu Hansara síggja, og ikki skifta rætt eftir tí, ið oyru Hansara hoyra;
Esaias 11:4 Esaias
nei, Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða, og við rættferð skifta rætt fyri hini eyðmjúku á jørðini; Hann skal sláa jørðina við koyrli muns Síns og drepa hin gudleysa við anda varra Sína.
Esaias 11:5 Esaias
Rættferð skal vera beltið um lendar Hansara, trúfesti beltið um mjadnar Hansara.
Matteus 3:11 Matteus
Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
Jóhannes 4:23 Jóhannes
Men tann tíð kemur – og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.
Jóhannes 4:24 Jóhannes
Gud er Andi, og tey, sum tilbiðja Hann, mugu tilbiðja í anda og sannleika.“
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið
Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“
Opinberingin 19:16 Opinberingin
Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“