klapping

21 versir um "klapping"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 47:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur.

11
Esaias 55:12 Esaias

Ja, við gleði skulu tit fara út, og í friði skulu tit verða leidd fram; fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur.

11
Sorgarsongirnir 2:15 Sorgarsongirnir

Tey sláa saman hendur yvir tær, øll, ið ganga framvið á vegnum; tey spotta og rista við høvdinum yvir dóttur Jerusalem: „Er hetta staðurin, ið tey róptu hin alfagra, gleði alrar jarðarinnar?“

7
Sálmarnir 98:8 Sálmarnir

streymarnir klappi saman hendur, fjøllini rópi av gleði øll somul

6
Job 27:23 Job

Fólk klappar saman hendur og háðar hann og pípar hann burt av staði hansara.“

5
Nahum 3:19 Nahum

Skaða tín stendur ikki til at bøta, sár títt er ógrøðandi. Øll, ið hoyra tíðindini um teg, klappa saman hendur – tí hvør fekk ikki samt og javnt óndskap tín at kenna!

5
Seinna Kongabók 11:12 Seinna Kongabók

Nú leiddi hann kongasonin út, setti krúnuna á hann og fekk honum vitnisburðin; teir gjørdu hann til kong og salvaðu hann, og teir klappaðu saman hendur og róptu: „Kongurin livi!“

4
Job 34:37 Job

Tí hann dungar synd oman á synd; hann ber seg hugmóðiga at her ímillum okkara og nýtir mong orð móti Gudi!“

4
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

4
Sálmarnir 47:2 Sálmarnir

Klappið saman hendur, øll fólkasløg, latið hoyrast gleðiróp og fagnað fyri Gudi!

3
Sálmarnir 47:3 Sálmarnir

Tí HARRIN, hin hægsti, er øgiligur, kongur, stórur yvir allari jørðini.

3
Sálmarnir 47:4 Sálmarnir

Hann leggur fólk undir okkum, fólkasløg undir føtur okkara;

3
Sálmarnir 47:5 Sálmarnir

Hann velur okkum arvalut okkara – dýrd Jákups, sum Hann elskar. – Sela.

3
Sálmarnir 47:6 Sálmarnir

Gud fór upp við fagnaðarrópum, HARRIN við lúðraljóði.

3
Sálmarnir 47:7 Sálmarnir

Syngið, ja, syngið fyri Gudi, syngið, ja, syngið fyri kongi okkara!

3
Sálmarnir 47:8 Sálmarnir

Tí Gud er kongur yvir allari jørðini – syngið song fyri Gudi!

3
Sálmarnir 47:9 Sálmarnir

Gud hevur víst, at Hann er kongur yvir fólkunum, Gud hevur sett Seg í heilaga hásæti Sítt.

3
Sálmarnir 134:2 Sálmarnir

Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið HARRANUM!

3
Sálmarnir 149:3 Sálmarnir

Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.

3
Ezekiel 25:6 Ezekiel

Tí so sigur Harrin HARRIN: Aftur fyri at tú klappaði saman hendur, trampaði við fótunum og við allari vanvirðingini í sál tíni gleddist yvir Ísraelsland

3
Fyrra Timoteusarbrævið 2:8 Fyrra Timoteusarbrævið

– Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,

3