køkur

21 versir um "køkur"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 18:6 Fyrsta Mósebók

Ábraham fór nú skundisliga inn í tjaldið til Sáru og segði: „Ver skjót, tak trý mál av fínum mjøli, knoða tað og baka køkur!“

9
Jeremias 7:18 Jeremias

Børnini sanka brenni, fedrarnir kynda eld, og kvinnurnar knoða deiggj til at baka himmaldrotningini offurkøkur av; og tey hella øðrum gudum út drykkjuoffur – til at volda Mær sorg!

8
Triðja Mósebók 2:4 Triðja Mósebók

Táið tú vilt ofra matoffur av nøkrum, ið bakað er í ovni, skal tað vera av fínum mjøli, ósúrgaðar køkur við olju í ella ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju.

7
Fyrra Kongabók 17:12 Fyrra Kongabók

Men hon svaraði: „So satt sum HARRIN Gud tín livir – eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðarkvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!“

6
Fyrra Kongabók 17:13 Fyrra Kongabók

Tá segði Elias við hana: „Óttast ikki! Far heim og ger tað til, sum tú sigur! Ger mær bert fyrst eitt lítið breyð av tí og kom út til mín við tí! Síðani kanst tú gera tær og syni tínum nakað til.

6
Fyrra Krønikubók 23:29 Fyrra Krønikubók

viðvíkjandi bæði sýnisbreyðunum, fínamjølinum til matofrið, hinum ósúrgaðu flatkøkunum, pannunum, mjølinum, ið knoðast skuldi, og øllum, ið málast og metast skuldi;

5
Fyrra Kongabók 19:6 Fyrra Kongabók

Táið hann hugdi rundan um seg, fekk hann at síggja, at har sum høvd hansara hevði ligið, lá køka, bakað á heitum steinum, og har stóð krukka við vatni. Hann fekk sær tá at eta og drekka og legðist síðani aftur.

4
Hoseas 7:4 Hoseas

Allir samlir eru teir horkallar; teir líkjast ovni, ið bakarin hitar upp; hann heldur uppat at elda, bert frá tí deiggið verður knoðað, og inntil tað er gingið.

4
Amos 4:5 Amos

Latið royk av súrgaðum breyði stíga upp sum takkoffur, boðið sjálvkravd offur – kunngerið tey! Tí slíkt dámar tykkum, tit Ísraelsmenn! – sigur Harrin HARRIN.

4
Onnur Mósebók 29:2 Onnur Mósebók

ósúrgað breyð, ósúrgaðar køkur við olju í, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju; av fínum hveitimjøli skalt tú baka tað!

3
Triðja Mósebók 7:12 Triðja Mósebók

Verður tað ofrað sum lovoffur, so skal hann, ið ofrar tað, umframt sláturofrið, ið hoyrir til lovofrið, bera fram ósúrgaðar køkur við olju í, ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju, og fínt mjøl, ið er blandað við olju og knoðað til køkur;

3
Triðja Mósebók 7:13 Triðja Mósebók

saman við súrgaðum køkum skal hann bera fram hesa offurgávu sína, umframt sláturofrið, ið hoyrir til takkofrið, ið hann ber fram sum lovoffur.

3
Triðja Mósebók 24:5 Triðja Mósebók

Tú skalt taka fínt hveitimjøl og baka tólv køkur; tveir tíggjundapartar av efu skulu vera í hvørjari køku.

3
Fjórða Mósebók 15:20 Fjórða Mósebók

Av tí fyrsta av deiggi tykkara skulu tit lata køku sum gávu; tit skulu lata hana, á sama hátt sum tit lata gávuna av treskiplássinum.

3
Hoseas 7:5 Hoseas

Á degi kongs okkara drekka høvdingarnir seg sjúkar av heitum víni; spottarum rættir hann hondina.

3
Hoseas 7:6 Hoseas

Tí teir gera hjarta sítt so heitt sum ovn, meðan teir lúra; alla náttina svevur bakari teirra; um morgunin brennur tað sum logandi eldur.

3
Hoseas 7:7 Hoseas

Allir samlir verða teir heitir sum ovnur og eta upp dómarar sínar; allir kongar teirra eru falnir; ikki ein teirra kallar á Meg!

3
Triðja Mósebók 8:26 Triðja Mósebók

og úr kurvini við hinum ósúrgaðu breyðunum, sum stóð fyri ásjón HARRANS, tók hann ósúrgaða køku, oljukøku og flatkøku og legði tær oman á tað feita og tað høgra tjógvið,

2
Esaias 44:19 Esaias

Hann* leggur sær tað ikki á hjarta, og hann hevur ikki so frægt vit og skil, at hann sigur: „Helvtina av tí havi eg brent; eg havi eisini bakað breyð við gløðurnar; eg havi steikt kjøt og etið – og tað, ið eftir er, skuldi eg gjørt til andstygd,** fyri træspreki skuldi eg lagt meg á knæ!“

2
Jeremias 44:19 Jeremias

Og táið vit brendu roykilsi fyri himmaldrotningini og útheltu drykkjuoffur til hennara – mundu menn okkara ikki vita av tí og vilja tað – at vit bakaðu henni køkur, dýrkaðu hana og útheltu drykkjuoffur til hennara!“

2
Amos 8:1 Amos

Nú læt Harrin HARRIN meg síggja hesa sjón: Har stóð kurv við stadnum ávøksti.

2