kjøtligur kristin
74 versir um "kjøtligur kristin"
Versir
Síða 1 av 2Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Rómverjabrævið 8:8 Rómverjabrævið
og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.
Fyrra Korintbrævið 3:1 Fyrra Korintbrævið
Og eg, brøður, fekk ikki talað við tykkum sum við andalig, men bert sum við holdlig, sum við nýføðingar í Kristusi.
Fyrra Korintbrævið 3:2 Fyrra Korintbrævið
Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur,
Fyrra Korintbrævið 3:3 Fyrra Korintbrævið
tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!
Fyrra Korintbrævið 3:4 Fyrra Korintbrævið
Táið ein sigur: „Eg eri Paulusarmaður!“ ein annar: „Eg eri Apollosarmaður!“ – eru tit tá ikki „menniskju“!
Fyrra Korintbrævið 3:5 Fyrra Korintbrævið
Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við – og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum.
Fyrra Korintbrævið 3:6 Fyrra Korintbrævið
Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.
Fyrra Korintbrævið 3:7 Fyrra Korintbrævið
Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.
Fyrra Korintbrævið 3:8 Fyrra Korintbrævið
Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði.
Fyrra Korintbrævið 3:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds.
Fyrra Korintbrævið 3:10 Fyrra Korintbrævið
Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana!
Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið
Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
Fyrra Korintbrævið 3:12 Fyrra Korintbrævið
Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi,
Fyrra Korintbrævið 3:13 Fyrra Korintbrævið
so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna.
Fyrra Korintbrævið 3:14 Fyrra Korintbrævið
Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn;
Fyrra Korintbrævið 3:15 Fyrra Korintbrævið
men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld.
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið
Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
Fyrra Korintbrævið 3:18 Fyrra Korintbrævið
Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi – hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur!
Fyrra Korintbrævið 3:19 Fyrra Korintbrævið
Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. Skrivað er jú: „Hann, sum fangar hinar vísu í sviki teirra“,
Fyrra Korintbrævið 3:20 Fyrra Korintbrævið
og uppaftur: „Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.“
Fyrra Korintbrævið 3:21 Fyrra Korintbrævið
Eingin rósi sær tí av menniskjum! Alt er jú tykkara –
Fyrra Korintbrævið 3:22 Fyrra Korintbrævið
tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal – alt hoyrir tykkum til.
Fyrra Korintbrævið 3:23 Fyrra Korintbrævið
Og tit hoyra Kristusi til, og Kristus hoyrir Gudi til.
Rómverjabrævið 6:2 Rómverjabrævið
Minni enn so! Vit, sum jú eru deyð frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni!
Rómverjabrævið 8:1 Rómverjabrævið
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
Rómverjabrævið 8:2 Rómverjabrævið
Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.
Rómverjabrævið 8:3 Rómverjabrævið
Tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum,
Rómverjabrævið 8:4 Rómverjabrævið
fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum.
Rómverjabrævið 8:5 Rómverjabrævið
Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga.
Rómverjabrævið 8:6 Rómverjabrævið
Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður.
Rómverjabrævið 8:7 Rómverjabrævið
Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað;
Rómverjabrævið 8:9 Rómverjabrævið
Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Efesusbrævið 5:1 Efesusbrævið
Verðið tí eftirfylgjarar Guds sum elskað børn,
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið
og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!
Efesusbrævið 5:3 Efesusbrævið
Men siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heilagum sømir,
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Efesusbrævið 5:5 Efesusbrævið
Tí tað vita og skilja tit, at eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds, ei heldur nakar havisjúkur – sum jú er avgudadýrkari.
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið
Havið tí einki við tey at gera!
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.