kjøtligheit
5 versir um "kjøtligheit"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 8:6 Rómverjabrævið
Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður.
Fyrra Korintbrævið 3:3 Fyrra Korintbrævið
tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von!
Fyrra Korintbrævið 2:14 Fyrra Korintbrævið
Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.
Fyrra Korintbrævið 15:33 Fyrra Korintbrævið
Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!
Seinna Korintbrævið 13:5 Seinna Korintbrævið
Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina!