kirkjutænari / verjur
12 versir um "kirkjutænari / verjur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 84:10 Sálmarnir
Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns!
Efesusbrævið 6:7 Efesusbrævið
og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum!
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Orðtøkini 8:34 Orðtøkini
Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar!
Kolossibrævið 3:23 Kolossibrævið
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju!
Kolossibrævið 3:24 Kolossibrævið
Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.
Fjórða Mósebók 4:3 Fjórða Mósebók
frá tríatiáraaldri og uppeftir, til fimmtiáraaldur, alra, sum skulu koma í tænastuna og gera arbeiði við samkomutjaldið.
Fyrra Krønikubók 9:18 Fyrra Krønikubók
og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum.
Fyrra Krønikubók 9:19 Fyrra Krønikubók
Sallum, sonur Kore, son Ebjasaf, son Kora, og brøður hansara, teir, ið vóru av ætt hansara, Kora’itar, teir høvdu sum tænastuarbeiði sítt at vera vaktarar við gáttir tjaldsins, við tað at fedrar teirra høvdu verið vaktarar við dyrnar í tilhaldi HARRANS.
Fyrra Krønikubók 9:20 Fyrra Krønikubók
Pinehas, sonur Eleazar, var forðum høvdingi teirra; við honum var HARRIN.
Jákupsbrævið 2:2 Jákupsbrævið
Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum – og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum –