kirkjuplanting
9 versir um "kirkjuplanting"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan
Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!
Fyrra Korintbrævið 3:6 Fyrra Korintbrævið
Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.
Opinberingin 7:9 Opinberingin
Síðani fekk eg at síggja stóran skara, sum eingin kundi telja, av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum; tey stóðu fyri hásætinum og lambinum, klædd í síðar, hvítar kyrtlar og við pálmagreinum í hondunum.
Matteus 28:18 Matteus
Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.
Matteus 28:19 Matteus
Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,
Matteus 28:20 Matteus
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“
Fyrra Tessalonikabrævið 3:12 Fyrra Tessalonikabrævið
Og tykkum lati Harrin taka til og fáa yvirflóð í kærleikanum hvør til annan og til øll, eins og vit hava hann til tykkara,
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Titusarbrævið 1:5 Titusarbrævið
Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær,