kirkjubygging / kirkjubyggingur

11 versir um "kirkjubygging / kirkjubyggingur"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 16:18 Matteus

So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið

og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!

3
Haggai 1:4 Haggai

Er tíðin tá komin hjá tykkum at búgva í bróstaðu húsum tykkara, meðan hetta hús liggur í oyði!

2
Haggai 1:8 Haggai

Farið niðan á fjøllini eftir viði, og byggið húsið! Tað toknast Mær, og tá skal Eg vísa dýrd Mína – sigur HARRIN.

2
Haggai 2:9 Haggai

Hetta seinna húsið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra – sigur HARRIN Gud herskaranna – og á hesum staði skal Eg geva frið – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Matteus 18:20 Matteus

Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“

2
Markus 16:15 Markus

Og Hann segði við teir: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!

2
Ápostlasøgan 20:28 Ápostlasøgan

Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!

2
Fyrra Korintbrævið 14:26 Fyrra Korintbrævið

Hvussu er tá, brøður? – Táið tit koma saman, hevur hvør tykkara sítt: Sálm, læru, opinbering, tungutalu, útlegging – latið alt vera til uppbygging!

2
Fyrra Timoteusarbrævið 3:15 Fyrra Timoteusarbrævið

Men skuldi eg ikki komið enn, skalt tú av hesum vita, hvussu ein eigur at bera seg at í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.

2
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið

og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!

2