kirkjan / samkoman
15 versir um "kirkjan / samkoman"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Kolossibrævið 1:18 Kolossibrævið
Hann er høvd likamsins – samkomunnar – Hann, sum er upphavið, hin frumborni av hinum deyðu. Soleiðis skuldi Hann í øllum vera hin fyrsti.
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Ápostlasøgan 2:43 Ápostlasøgan
Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan
Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan
ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan
Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;
Ápostlasøgan 2:47 Ápostlasøgan
tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið
Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið
soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.
Efesusbrævið 1:22 Efesusbrævið
Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum,
Efesusbrævið 1:23 Efesusbrævið
henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum.
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!