kirkja og statur
33 versir um "kirkja og statur"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Ezra 7:24 Ezra
Tað veri tykkum kunngjørt, at eingin skal hava rætt at leggja skatt, toll ella vegpening á prestar, Levitar, sangarar, duravaktarar, tempultænarar ella nakran annan, ið hevur tænastu við hetta gudshús.
Matteus 22:21 Matteus
Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Markus 12:17 Markus
Tá segði Jesus við teir: „Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“ Og teir undraðust á Hann.
Jóhannes 18:36 Jóhannes
Jesus svaraði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi. Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“
Fyrra Pætursbrævið 2:13 Fyrra Pætursbrævið
Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta
Fyrra Pætursbrævið 2:14 Fyrra Pætursbrævið
ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera!
Fyrra Pætursbrævið 2:15 Fyrra Pætursbrævið
Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna –
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið
sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið
Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!
Ezra 6:1 Ezra
Tá gav Darius kongur boð um, at leitað skuldi verða í skattkamarinum, har sum í Bábel øll skjølini vórðu goymd.
Ezra 6:2 Ezra
Og í borgini Ameta í landspartinum Media funnu teir bókrullu, sum soleiðis var skrivað í: „Til áminningar.
Ezra 6:3 Ezra
Fyrsta árið ið Kýrus kongur sat við stýrið, gav Kýrus kongur hetta boð: „Hús Guds í Jerusalem, hetta hús skal verða upp aftur bygt, so tað verður stað, har offur kunnu berast fram; tað skal grundast av nýggjum, og tað skal vera 60 alin høgt og 60 alin breitt,
Ezra 6:4 Ezra
við trimum løgum av stórum steinum og einum lagi av nýggjum viði; og tað, ið tað kostar, skal verða latið úr kongshøllini.
Ezra 6:5 Ezra
Gull- og silvuríløtini úr húsi Guds, tey, sum Nebukadnezar tók úr templinum í Jerusalem og flutti til Bábel, skulu eisini verða latin aftur, so tey koma aftur í templið í Jerusalem, har sum tey eiga at vera – tey skulu setast í hús Guds.““
Ezra 6:6 Ezra
„Tí skulu tit – Tatnai landsstjóri hinumegin Ánna, og Setar-Boznai við embætisbrøðrum tykkara, Afarsakitar, ið hinumegin Ánna búgva – tit skulu halda tykkum burtur haðani!
Ezra 6:7 Ezra
Latið arbeiðið upp á hetta gudshús ganga og forðið tí ikki! Latið landsstjóra Jødanna og hinar elstu teirra byggja hetta gudshús, har sum tað stóð áður!
Ezra 6:8 Ezra
Og eg havi givið boð um, hvussu tit skulu vera við hesar hinar elstu Jødanna, so hetta gudshús kann verða bygt: Av inntøkum kongsins av skattum úr landinum hinumegin Ánna skal kostnaðurin – og tað hvørt vet – verða latin til hesar menn, so steðgur kemur ikki í arbeiðið.
Ezra 6:9 Ezra
Og tað, ið teimum tørvar av ungtarvum, veðrum og lombum, til brennioffur til Gud Himmalsins, og hveiti, salt, vín og olja, skal verða givið teimum dag eftir dag – tað má ikki verða gloymt – í tí nøgd, sum prestarnir í Jerusalem siga til
Ezra 6:10 Ezra
– so teir kunnu bera fram offur, Gudi Himmalsins til góðan anga, og biðja fyri lívi kongsins og sona hansara.
Ezra 6:11 Ezra
Eg havi eisini givið boð um, at um onkur ger ímóti hesi fyriskipan, skal bjálki verða brotin úr húsi hansara, og á hann skal hann verða hongdur og negldur fastur; og hús hansara skal verða gjørt til skarndunga, aftur fyri at hann bar seg so at.
Ezra 6:12 Ezra
Tann Gud, sum hevur latið navn Sítt búgva har, slái niður allar kongar og øll fólk, ið rætta út hondina til at gera móti hesum boði og til at oyða hetta gudshús í Jerusalem! Eg, Darius, havi givið hetta boð; í einum og øllum skal verða gingið eftir tí!“
Ezra 6:13 Ezra
Tatnai landsstjóri hinumegin Ánna, Setar-Boznai og embætisbrøður teirra gjørdu tá í einum og øllum soleiðis, sum Darius kongur hevði givið teimum boð um.
Ezra 6:14 Ezra
Hinir elstu Jødanna hildu so á at byggja, og væl leið eftir hjá teimum, soleiðis sum Haggai profetur og Zakarias, sonur Iddo, profeteraðu; teir bygdu og fullførdu verkið, eftir boði Ísraels Guds og eftir boði Kýrusar, Dariusar og Artaxerxes persarakongs.
Jóhannes 8:47 Jóhannes
Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.