øking / at vaksa
23 versir um "øking / at vaksa"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 54:2 Esaias
Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!
Sálmarnir 115:14 Sálmarnir
HARRIN lati tykkum nørast, tykkum og børn tykkara!
Sálmarnir 115:15 Sálmarnir
Signað verði tit av HARRANUM, Honum, sum hevur skapt Himmal og jørð!
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið
Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,
Fyrra Krønikubók 4:9 Fyrra Krønikubók
Jabez var ærdur fram um brøður sínar; móðir hansara gav honum navnið Jabez, tí hon segði: „Tað var mær svárt at eiga hann.“
Fyrra Krønikubók 4:10 Fyrra Krønikubók
Jabez ákallaði Gud Ísraels og segði: „Á, hevði Tú viljað signað meg og rúmkað landamark míni, latið hond Tína verið við mær og latið tað verðið so, at eingin vanlukka kom, og eg slapp frá øllum, ið svárt* er!“ – Og Gud gav honum alt, ið hann bað um.
Fyrsta Mósebók 26:12 Fyrsta Mósebók
Ísakur sáaði har í landinum og fekk tað árið 100 fold; tí HARRIN signaði hann.
Job 8:7 Job
og lukka tín í teirri farnu tíð skal tykjast lítil móti lukku tíni í komandi tíð – hon skal vera sára stór.
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Markus 4:24 Markus
Og Hann segði við teir: „Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.
Fimta Mósebók 1:11 Fimta Mósebók
hevði bert HARRIN Gud fedra tykkara gjørt tykkum túsund ferðir so mong, sum tit eru, og signað tykkum, sum Hann hevur lovað tykkum!
Sálmarnir 18:36 Sálmarnir
Tú gevur mær frelsu Tína til skjøld, høgra hond Tín styðjar meg, lítillæti Títt ger meg stóran.
Sálmarnir 71:21 Sálmarnir
Tú skalt gera meg enn størri og venda við og troysta meg.
Sálmarnir 119:32 Sálmarnir
Vegin eftir boðum Tínum skal eg renna; tí Tú gert meg lættan um hjartað.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Orðtøkini 19:17 Orðtøkini
Tann, ið ger miskunn móti hinum fátæka, lænir HARRANUM, og HARRIN skal løna honum tað góða, ið hann ger.
Esaias 65:24 Esaias
Áðrenn tey kalla, skal Eg svara, og meðan tey enn tala, skal Eg hoyra.
Jóhannes 3:30 Jóhannes
Hann skal vaksa, og eg skal minka.
Fyrra Korintbrævið 3:6 Fyrra Korintbrævið
Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst.
Fyrra Korintbrævið 3:7 Fyrra Korintbrævið
Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.
Efesusbrævið 3:20 Efesusbrævið
Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar