ketur
16 versir um "ketur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 2:3 Sálmarnir
„Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!“
Sálmarnir 68:6 Sálmarnir
Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum.
Sálmarnir 107:10 Sálmarnir
Tey sótu í myrkri og deyðaskugga, bundin í armóð og jarni,
Sálmarnir 107:11 Sálmarnir
tí tey høvdu staðið orði Guds ímóti og vanvirt ráð hins Hægsta;
Sálmarnir 107:12 Sálmarnir
tí boygdi Hann hjarta teirra við vanlukku; tey fullu, og eingin var, sum hjálpti.
Sálmarnir 107:13 Sálmarnir
Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra,
Sálmarnir 107:14 Sálmarnir
leiddi tey út úr myrkri og deyðaskugga og sleit sundur bond teirra.
Jeremias 40:4 Jeremias
Men nú havi eg í dag loyst leinkjurnar av hondum tínum. Dámar tær nú at koma við mær til Bábel, so kom – eg skal síggja tær til góða! Men er tað tær ímóti at koma við mær til Bábel, so lat vera! Landið liggur tær jú opið; hagar ið tær tykir gott og rætt at fara – far hagar!“
Ápostlasøgan 12:6 Ápostlasøgan
Táið nú Heródes skuldi fara at leiða hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn og var bundin við tveimum leinkjum; og vaktarmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt yvir fangahúsinum.
Ápostlasøgan 12:7 Ápostlasøgan
Tá stóð eingil Harrans har, og ljós skein í fangarúminum; hann sló Pætur í síðuna, vakti hann og segði: „Reis teg, ver skjótur!“ Og leinkjurnar fullu av hondum hansara.
Ápostlasøgan 21:33 Ápostlasøgan
Tá steig herhøvdingin til, læt hann taka og beyð, at hann skuldi verða bundin við tveimum leinkjum; hann spurdi so, hvør hann var, og hvat hann hevði gjørt.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið
Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Judasarbrævið 1:6 Judasarbrævið
og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.