keðjubrøv

224 versir um "keðjubrøv"

Versir

Síða 1 av 5
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.

8
Sálmarnir 118:8 Sálmarnir

Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;

7
Seinna Pætursbrævið 1:20 Seinna Pætursbrævið

Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.

7
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

7
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,

5
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir

sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“

5
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;

5
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir

við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

5
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir

Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,

5
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir

ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.

5
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir

Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;

5
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir

tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.

5
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir

„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;

5
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir

teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.

5
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir

Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;

5
Seinna Pætursbrævið 2:1 Seinna Pætursbrævið

Eisini lygiprofetar stigu fram millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar.

5
Seinna Pætursbrævið 2:2 Seinna Pætursbrævið

Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld.

5
Seinna Pætursbrævið 2:3 Seinna Pætursbrævið

Í havisjúku skulu teir – við orðum, sum teir einki meina við – nýta tykkum til at fáa sær vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.

5
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.

5
Seinna Pætursbrævið 2:5 Seinna Pætursbrævið

Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu.

5
Seinna Pætursbrævið 2:6 Seinna Pætursbrævið

Býirnar Sodoma og Gomorra legði Hann í øsku og dømdi teir til undirgang; Hann setti teir soleiðis teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi.

5
Seinna Pætursbrævið 2:7 Seinna Pætursbrævið

Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu.

5
Seinna Pætursbrævið 2:8 Seinna Pætursbrævið

Hesin rættvísi, sum millum teirra búði, píndist jú dag eftir dag í rættvísu sál síni av hinum lógleysu verkum, hann sá og hoyrdi.

5
Seinna Pætursbrævið 2:9 Seinna Pætursbrævið

Soleiðis veit Harrin at ríva hini gudræddu úr freisting, men halda hinum órættvísu føstum til revsing dómadag

5
Seinna Pætursbrævið 2:10 Seinna Pætursbrævið

– mest teimum, ið ganga eftir holdi í óreinari girnd og vanvirða harradømi. Frek eru tey og sjálvgóð, ikki rædd fyri at spotta dýrdir.

5
Seinna Pætursbrævið 2:11 Seinna Pætursbrævið

– Og einglar, sum tó eru størri í mátti og valdi, leggja ikki á tey háðandi dóm fyri Harranum!

5
Seinna Pætursbrævið 2:12 Seinna Pætursbrævið

Men hesi – eins og dýr, ið einki vit hava, men av náttúru eru fødd at verða fangað og ganga til grundar, skulu, aftur fyri at tey spotta tað, sum tey kenna ikki, eisini ganga til grundar í spillu síni

5
Seinna Pætursbrævið 2:13 Seinna Pætursbrævið

– og fáa løn órættvísinnar! At nýta dagin til vællevnað – tað dámar teimum, hesum skemdarplettum og andstygdum! Í svikum sínum gera tey sær til góða í veitslunum, tey halda við tykkum.

5
Seinna Pætursbrævið 2:14 Seinna Pætursbrævið

Eygu teirra eru full av hori og fáa ikki nóg mikið av synd; tey lokka ófestar sálir; hjarta teirra er uppvant í havisjúku – hesi børn banningarinnar!

5
Seinna Pætursbrævið 2:15 Seinna Pætursbrævið

Tey eru farin av hinum beina vegi og eru vilst við at fylgja leið Bileams, sonar Beors, sum elskaði órættvísiløn,

5
Seinna Pætursbrævið 2:16 Seinna Pætursbrævið

men varð revsaður fyri brot sítt: Málleyst trældýr talaði við menniskjamáli og forðaði vitloysi profetsins.

5
Seinna Pætursbrævið 2:17 Seinna Pætursbrævið

Hesi eru vatnleysar keldur, skýggj, ið fúka fyri storminum; niða og nátt eru teimum goymdar.

5
Seinna Pætursbrævið 2:18 Seinna Pætursbrævið

Tey reypa við tómum orðum og lokka soleiðis í holdslystum við siðloysi tey, sum júst høvdu sloppið sær burt frá teimum, sum ganga í villu.

5
Seinna Pætursbrævið 2:19 Seinna Pætursbrævið

Tey lova teimum frælsi – tey, sum sjálv eru trælir spillunnar! – Tað, sum ein er sigraður av – trælur tess er hann eisini vorðin!

5
Seinna Pætursbrævið 2:20 Seinna Pætursbrævið

Tí um tey við kunnskapinum um Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus hava sloppið sær burt frá tí, sum heimurin dálkar seg við, og so aftur verða fløkt inn í tað og sigrað av tí, so er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra.

5
Seinna Pætursbrævið 2:21 Seinna Pætursbrævið

Betri hevði verið teimum, at tey ikki høvdu lært veg rættvísinnar at kenna, enn at tey, eftir at hava lært hann at kenna, vendu sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, ið teimum var givið.

5
Seinna Pætursbrævið 2:22 Seinna Pætursbrævið

Teimum hevur gingist eftir hinum sanna orðtaki: „Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin, ið vaskað er, veltir sær í skarninum.“

5
Esaias 54:17 Esaias

Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.

3
Jóhannes 16:13 Jóhannes

Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum.

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

3
Fyrsta Mósebók 31:1 Fyrsta Mósebók

Men hann hoyrdi synir Laban siga: „Jákup er farin við øllum, ið pápi átti; av tí, ið pápi átti, er tað, hann hevur fingið sær alt hetta ríkidømið!“

2
Fyrsta Mósebók 31:2 Fyrsta Mósebók

Jákup sá eisini á andliti Labans, at hann var ikki tann sami við hann sum áður.

2
Fyrsta Mósebók 31:3 Fyrsta Mósebók

Tá segði HARRIN við Jákup: „Far aftur til land fedra tína og til títt egna fólk – Eg skal vera við tær!“

2
Fyrsta Mósebók 31:4 Fyrsta Mósebók

Jákup sendi tá boð eftir Rakul og Leu og bað tær koma út á markina, har sum hann var við fylgi sínum.

2
Fyrsta Mósebók 31:5 Fyrsta Mósebók

Hann segði við tær: „Eg síggi á andliti faðirs tykkara, at hann er ikki tann sami við meg sum áður, nú ið Gud faðirs míns hevur verið við mær.

2
Fyrsta Mósebók 31:6 Fyrsta Mósebók

Tit vita sjálvar, at eg av øllum alvi havi tænt faðir tykkara;

2
Fyrsta Mósebók 31:7 Fyrsta Mósebók

men faðir tykkara hevur svikið meg og tíggju ferðir broytt løn mína – men Gud læt hann ikki sleppa at gera mær nakað ilt.

2
Fyrsta Mósebók 31:8 Fyrsta Mósebók

Segði hann: „Tað flekkuta skal vera løn tín!“ so lembdi alt fylgið flekkut, og segði hann: „Tað gjørðuta skal vera løn tín!“ so lembdi alt fylgið gjørðut.

2
Fyrsta Mósebók 31:9 Fyrsta Mósebók

Soleiðis tók Gud fylgini frá faðir tykkara og gav mær tey.

2
Fyrsta Mósebók 31:10 Fyrsta Mósebók

Tí um ta tíðina ið smáfæið paraði seg, sá eg í dreymum, at bukkarnir, ið sprungu, vóru gjørðutir, flekkutir og skørvutir.

2