Keisari
18 versir um "Keisari"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 22:21 Matteus
Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Markus 12:17 Markus
Tá segði Jesus við teir: „Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“ Og teir undraðust á Hann.
Lukas 20:25 Lukas
Tá segði Hann við teir: „So gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Ápostlasøgan 25:8 Ápostlasøgan
tí Paulus vardi seg og segði: „Hvørki móti lóg Jødanna, móti templinum ella móti keisaranum havi eg gjørt nakað misbrot!“
Lukas 23:2 Lukas
Har tóku teir at klaga Hann og søgdu: „Vit hava funnið, at hesin villleiðir fólk okkara, forbýður at lata skatt til keisaran og sigur Seg sjálvan vera Kristus, kong!“
Jóhannes 19:15 Jóhannes
Tá róptu tey: „Burt, burt við Honum! Krossfest Hann!“ Pilatus segði við tey: „Skal eg krossfesta kong tykkara?“ Høvuðsprestarnir svaraðu: „Vit hava ongan annan kong enn keisaran!“
Ápostlasøgan 25:21 Ápostlasøgan
Men Paulus skeyt málið til keisaran og bað um at verða sitandi, inntil hann kundi verða dømdur av honum; eg gav tí boð, at hann skuldi sita fastur, inntil eg fái sent hann til keisaran.“
Jóhannes 19:12 Jóhannes
Av hesum royndi Pilatus enn at geva Hann leysan. Men Jødarnir róptu: „Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans! Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum!“
Ápostlasøgan 28:19 Ápostlasøgan
Men av tí at Jødarnir settu seg ímóti tí, varð eg noyddur at skjóta mál mítt til keisaran – tó ikki, sum at eg hevði nakra klagu móti fólki mínum.
Lukas 2:1 Lukas
Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal.
Lukas 3:1 Lukas
Fimtanda árið ið Tiberius var keisari – táið Pontius Pilatus var landshøvdingi í Judea, Heródes fjórðingshøvdingi í Galilea, Filip, bróðir hansara, fjórðingshøvdingi í Iturea og landspartinum Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene –
Ápostlasøgan 17:7 Ápostlasøgan
Teimum hevur Jason tikið ímóti; og øll hesi gera beint ímóti boðum keisarans og siga, at ein annar er kongur, Jesus!“
Ápostlasøgan 25:10 Ápostlasøgan
Paulus svaraði: „Eg standi fyri dómstóli keisarans, og rættur mín er at verða dømdur har. Jødunum havi eg ongan órætt gjørt; tað veitst tú eisini fullvæl.
Ápostlasøgan 25:11 Ápostlasøgan
Havi eg so órætt, og havi eg gjørt nakað, sum eg eigi at doyggja fyri, biði eg meg ikki undan at doyggja; men er einki í tí, sum hesir klaga meg fyri, kann eingin geva meg teimum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar. – Eg skjóti mál mítt til keisaran!“
Ápostlasøgan 25:12 Ápostlasøgan
Festus tosaði nú við ráð sítt og segði so: „Tú hevur skotið mál títt til keisaran – tú skalt fara til keisaran!“
Ápostlasøgan 27:24 Ápostlasøgan
„Óttast ikki, Paulus! Tú skalt koma at standa fyri keisaranum; og Gud hevur givið tær sum gávu allar teir, ið við tær eru í ferðini.“
Jóhannes 19:13 Jóhannes
Táið Pilatus hoyrdi hesi orð, leiddi hann Jesus út og setti seg á dómstólin, á staðnum, sum kallast Steinsett, á hebraiskum Gabbata.
Jóhannes 19:14 Jóhannes
Tað var tilreiðingardagin á páskum, um sætta tíman. Og hann segði við Jødarnar: „Hyggið kongur tykkara!“