karisma
36 versir um "karisma"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið
Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið
ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,
Rómverjabrævið 12:8 Rómverjabrævið
ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
Fyrra Korintbrævið 12:1 Fyrra Korintbrævið
Nú, viðvíkjandi hinum andaligu gávum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi.
Fyrra Korintbrævið 12:2 Fyrra Korintbrævið
Tit vita, at táið tit vóru heidningar, vórðu tit drignir til hinar málleysu avgudar – sum nú onkur leiddi tykkum.
Fyrra Korintbrævið 12:3 Fyrra Korintbrævið
Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar í Anda Guds, sigur: „Bannaður er Jesus!“ og at eingin kann siga: „Jesus er Harri!“ uttan í Heilaga Andanum.
Fyrra Korintbrævið 12:4 Fyrra Korintbrævið
Náðigávurnar eru ymiskar, men Andin er hin sami.
Fyrra Korintbrævið 12:5 Fyrra Korintbrævið
Tænasturnar eru ymiskar, men Harrin er hin sami.
Fyrra Korintbrævið 12:6 Fyrra Korintbrævið
Kraftargerðirnar eru ymiskar, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum.
Fyrra Korintbrævið 12:7 Fyrra Korintbrævið
Men einum og hvørjum verður opinbering Andans givin til tað, sum gagnligt er.
Fyrra Korintbrævið 12:8 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis verður einum givin vísdómstala við Andanum, øðrum kunnskapartala – eftir sama Anda –
Fyrra Korintbrævið 12:9 Fyrra Korintbrævið
øðrum trúgv – í sama Anda – øðrum gávur at grøða – í sama Anda –
Fyrra Korintbrævið 12:10 Fyrra Korintbrævið
øðrum at gera kraftargerðir, øðrum profetagáva, øðrum at døma um andar, øðrum ymisk sløg av tungutalu, øðrum at útleggja tungutalu.
Fyrra Korintbrævið 12:11 Fyrra Korintbrævið
Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg.
Fyrra Korintbrævið 12:12 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og likamið er eitt og hevur nógvar limir, men allir limir likamsins – um teir so eru nógvir – tó eru eitt likam – so er eisini við Kristusi.
Fyrra Korintbrævið 12:13 Fyrra Korintbrævið
Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka.
Fyrra Korintbrævið 12:14 Fyrra Korintbrævið
Likamið er jú heldur ikki ein limur, men nógvir.
Fyrra Korintbrævið 12:15 Fyrra Korintbrævið
Um fóturin vildi sagt: „Táið eg ikki eri hond, hoyri eg ikki til likamið!“ so hoyrir hann líka væl til likamið fyri tað.
Fyrra Korintbrævið 12:16 Fyrra Korintbrævið
Og um oyrað vildi sagt: „Táið eg ikki eri eyga, hoyri eg ikki til likamið!“ so hoyrir tað líka væl til likamið fyri tað.
Fyrra Korintbrævið 12:17 Fyrra Korintbrævið
Var alt likamið eyga, hvat varð tá av hoyrnini! Og var tað alt hoyrn, hvat varð tá av luktinum!
Fyrra Korintbrævið 12:18 Fyrra Korintbrævið
Men nú hevur Gud sett limirnar á likamið, hvønn fyri seg, soleiðis sum Hann vildi.
Fyrra Korintbrævið 12:19 Fyrra Korintbrævið
– Vóru teir nú allir ein limur, hvat varð tá av likaminum!
Fyrra Korintbrævið 12:20 Fyrra Korintbrævið
Men nú eru nógvir limir, og bert eitt likam.
Fyrra Korintbrævið 12:21 Fyrra Korintbrævið
Eygað kann ikki siga við hondina: „Mær tørvar teg ikki!“ Og líka lítið kann høvdið siga við føturnar: „Mær tørvar tykkum ikki!“
Fyrra Korintbrævið 12:22 Fyrra Korintbrævið
Tvørtur ímóti – júst teir limir á likaminum, sum tykjast at vera hinir veikastu, eru neyðugir.
Fyrra Korintbrævið 12:23 Fyrra Korintbrævið
Teir limir á likaminum, sum vit ikki halda vera so miklan heiður við, klæða vit við tess meiri heiðuri, og teir limir, ið vit blúgvast við, fjala vit tess sámiligari.
Fyrra Korintbrævið 12:24 Fyrra Korintbrævið
Hinir harímót – teir, ið vit ikki blúgvast við – teimum nýtist ikki hetta. Men Gud hevur sett likamið so saman, at Hann gav tí, sum minni hevur at týða, størri heiður
Fyrra Korintbrævið 12:25 Fyrra Korintbrævið
– fyri at ikki skal vera ósemja í likaminum, men limirnir skulu hava líka umsorgan hvør fyri øðrum.
Fyrra Korintbrævið 12:26 Fyrra Korintbrævið
Líður nú ein limur, líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, gleðast allir limirnir við.
Fyrra Korintbrævið 12:27 Fyrra Korintbrævið
– Men nú eru tit likam Kristusar, og limir hvør fyri seg.
Fyrra Korintbrævið 12:28 Fyrra Korintbrævið
Og Gud hevur í samkomuni sett: Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar, fyri tað annað nakrar til profetar, fyri tað triðja nakrar til lærarar, síðani kraftargerðir, síðani gávur at grøða, at hjálpa, at stýra, og ymisk sløg av tungutalu.
Fyrra Korintbrævið 12:29 Fyrra Korintbrævið
Eru allir ápostlar! Eru allir profetar! Eru allir lærarar! Gera allir kraftargerðir!
Fyrra Korintbrævið 12:30 Fyrra Korintbrævið
Hava allir gávur at grøða! Tala allir í tungum! Útleggja allir!
Fyrra Korintbrævið 12:31 Fyrra Korintbrævið
– Men tráið eftir hinum størstu náðigávum! – Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg.
Seinna Timoteusarbrævið 3:17 Seinna Timoteusarbrævið
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.