kapitalisma

18 versir um "kapitalisma"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

6
Fyrra Tessalonikabrævið 4:11 Fyrra Tessalonikabrævið

og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,

5
Fyrra Tessalonikabrævið 4:12 Fyrra Tessalonikabrævið

so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.

5
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini

Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!

4
Orðtøkini 31:16 Orðtøkini

Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.

4
Orðtøkini 31:17 Orðtøkini

Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.

4
Orðtøkini 31:18 Orðtøkini

Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.

4
Prædikarin 5:18 Prædikarin

Og táið Gud gevur onkrum ríkidømi og góðs og haraftrat unnir honum at kunna njóta gott av tí og taka lut sín og gleða seg í strevi sínum, tá er hetta gáva Guds.

4
Prædikarin 5:19 Prædikarin

Tí tá hugsar hann ikki mikið um lívsdagar sínar, við tað at Gud letur hann hava nóg mikið at gera við gleði hjarta síns.

4
Matteus 19:23 Matteus

Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.

4
Matteus 19:24 Matteus

Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!“

4
Amos 8:4 Amos

Hoyrið hetta, tit, ið stunda eftir at gloypa hinum fátæka og gera enda á hinum spakføru í landinum –

3
Amos 8:5 Amos

tit, ið siga: „Nær er sólkomudagurin at enda, so vit fáa selt korn, og sabbaturin, so vit fáa latið upp kornbúðirnar?“ – og gjørt efuna lítla, sekulin stóran og vektina falska,

3
Amos 8:6 Amos

keypt hini ørmu fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar og selt lættikorn!

3
Amos 8:7 Amos

– HARRIN hevur svorið um stoltleika Jákups: Aldri skal Eg gloyma alt hetta, ið teir hava gjørt!

3
Seinna Tessalonikabrævið 3:10 Seinna Tessalonikabrævið

Longu táið vit vóru hjá tykkum, góvu vit tykkum jú hetta boð, at vil onkur ikki arbeiða, skal hann heldur ikki eta.

3
Orðtøkini 13:4 Orðtøkini

Hin lati tráar – og fær einki, men sál hinna hugagóðu verður mett.

2
Zakarias 11:12 Zakarias

So segði Eg við teir: „Toknast tykkum so, tá latið Meg fáa løn Mína, men um ikki, so latið vera!“ Teir vigaðu Mær tá løn Mína, tríati seklar av silvuri.

2