kannibalisma

37 versir um "kannibalisma"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 19:9 Jeremias

Eg skal lata tey eta kjøtið av sonum og døtrum teirra, og tey skulu eta kjøtið hvørt av øðrum – slíka neyð og angist skulu fíggindar teirra og teir, ið liggja teimum eftir lívinum, koma teimum í.“

8
Ezekiel 5:10 Ezekiel

Tí skulu foreldur eta børn síni í tær, og børn eta foreldur síni; og Eg skal fella dóm yvir teg og spjaða í allar ættir tað, sum eftir verður av tær.

7
Triðja Mósebók 26:29 Triðja Mósebók

Tit skulu eta kjøtið av sonum tykkara og kjøtið av døtrum tykkara.

4
Esaias 9:19 Esaias

Vegna vreiði HARRANS Guds herskaranna stendur landið í loga, og fólkið verður føði eldsins – tey spara ikki hvørt annað!

4
Esaias 9:20 Esaias

Tey bíta til høgru – og hungra kortini; tey eta til vinstru – og verða ikki mett; hvør etur kjøtið av sínum egna armi.

4
Sorgarsongirnir 2:20 Sorgarsongirnir

Hygg, HARRI, hygg! Hvønn hevur Tú gjørt so við! Skulu kvinnur eta lívsfrukt sína, børnini, ið borin verða á arminum! Skulu prestar og profetar verða dripnir í halgidómi Harrans!

4
Sorgarsongirnir 4:10 Sorgarsongirnir

Eymhjartaðar kvinnur kókaðu sjálvar børn síni, sum tær høvdu til føði, táið dóttir fólks míns gekk til grundar.

4
Fyrsta Mósebók 9:3 Fyrsta Mósebók

Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.

3
Fyrsta Mósebók 9:4 Fyrsta Mósebók

Tó – kjøt við sálini, tað er blóðinum, í, tað skulu tit ikki eta.

3
Fyrsta Mósebók 9:5 Fyrsta Mósebók

Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.

3
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók

Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.

3
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók

Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,

3
Fimta Mósebók 28:53 Fimta Mósebók

Tá skalt tú eta lívsfrukt tína, kjøtið av sonum og døtrum tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum.

3
Fimta Mósebók 28:54 Fimta Mósebók

Tann av monnum tínum, sum fínastur og mest vandin er, skal hyggja við óndum eygum á bróður sín, konuna í favni sínum og børnini, ið hann enn hevur eftir,

3
Fimta Mósebók 28:55 Fimta Mósebók

og ongum av teimum unna bita burtur av kjøti barna sína, sum hann etur, av tí at hann hevur einki annað eftir; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum.

3
Fimta Mósebók 28:56 Fimta Mósebók

Tann av kvinnum tínum, sum fínast og mest vandin er – hon, ið aldri beyð til at stíga fótin á jørðina, so vandin og fín er hon – skal hyggja við óndum eygum á mannin í favni sínum og son sín og dóttur sína,

3
Fimta Mósebók 28:57 Fimta Mósebók

og ikki unna teimum eftirburðin, ið frá henni gongur, ella børnini, ið hon eigur; tí við tað at henni fattast alt, etur hon tey sjálv í loynd; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum.

3
Seinna Kongabók 6:28 Seinna Kongabók

Og kongurin spurdi hana: „Hvat baggar tær?“ Hon svaraði: „Handa konan har, hon segði við meg: „Kom við syni tínum, so eta vit hann í dag, og í morgin skulu vit eta son mín!“

3
Seinna Kongabók 6:29 Seinna Kongabók

Vit kókaðu so son mín og ótu hann. Dagin eftir segði eg so við hana: „Kom nú við syni tínum, so eta vit hann!“ Men hon fjaldi son sín.“

3
Ezekiel 36:13 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Við tað at sagt verður við teg: „Tú ert menniskjaátari, tú hevur gjørt tjóðir tínar barnleysar!“

3
Ezekiel 36:14 Ezekiel

– so skalt tú ikki eta menniskju longur og ikki leiða tjóðir tínar í fall longur – sigur Harrin HARRIN.

3
Ezekiel 36:15 Ezekiel

Og Eg skal ikki longur lata teg hoyra háð heidninganna; spott tjóðanna skalt tú ikki bera longur, og tínar egnu tjóðir skalt tú ikki longur leiða í fall – sigur Harrin HARRIN.

3
Mika 3:1 Mika

Eg segði: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og tit dómarar Ísraels hús! Hoyrir tað ikki tykkum til at vita, hvat rætt er!

3
Mika 3:2 Mika

– tit, ið hata hitt góða og elska hitt illa, tit, ið ála skinnið av fólki og kjøtið av beinum teirra,

3
Mika 3:3 Mika

tit, ið eta kjøtið av fólki Mínum, ála skinnið av teimum, sora beinini sundur í teimum og stykkja tey sundur eins og í pott, sum kjøt á pannu.

3
Mika 3:4 Mika

– Einaferð skulu tey rópa til HARRAN, men Hann skal ikki svara teimum; Hann skal fjala ásjón Sína fyri teimum tá – aftur fyri ringa atburð teirra.

3
Fyrra Korintbrævið 10:28 Fyrra Korintbrævið

Men sigur onkur við tykkum: „Hetta er offurkjøt!“ so latið vera at eta tað – fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld!

3
Fimta Mósebók 12:30 Fimta Mósebók

varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: „Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? – Soleiðis skal eg gera við!“

2
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók

– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.

2
Sálmarnir 106:36 Sálmarnir

avgudum teirra tæntu tey, og teir vórðu teimum til snerru;

2
Sálmarnir 106:37 Sálmarnir

til hinar illu andar ofraðu tey, ja, bæði synir og døtur;

2
Sálmarnir 106:38 Sálmarnir

sakleyst blóð útheltu tey, blóð sona og døtra sína, sum tey ofraðu til gudar Kána’ans; og landið varð vanhalgað av blóði;

2
Sorgarsongirnir 4:11 Sorgarsongirnir

HARRIN tømdi bræði Sína, úthelti brennandi vreiði Sína og kyndi eld í Zion, sum legði grundvøllir tess í oyði.

2
Zakarias 11:7 Zakarias

So røktaði Eg skurðseyðin, eisini hinar ússaligastu seyðirnar, og Eg tók Mær tveir stavir – annan rópti Eg Lívsælu, og annan Sameining – og Eg røktaði seyðin;

2
Zakarias 11:8 Zakarias

eftir einum mánaði beindi Eg fyri hinum trimum hirðunum. So leiddist Mær við seyðin, og honum líkaði heldur ikki Meg.

2
Zakarias 11:9 Zakarias

Tá segði Eg: „Eg røkti tykkum ikki longur! Doyggi nú tað, ið doyggja vil, gangi til grundar tað, ið ganga til grundar vil, og tað, ið eftir er, eti so kjøt hvør annars!“

2
Zakarias 12:6 Zakarias

Tann dag skal Eg gera ættarhøvdingar Juda líkar potti við glóðum í viðardunga, líkar brennandi kyndli millum bundi; teir skulu oyða til høgru og vinstru allar tjóðir, ið rundanum eru; men Jerusalem skal framvegis vera á staði sínum – í Jerusalem.

2