kalla meg signaða

21 versir um "kalla meg signaða"

Versir

Síða 1 av 1
Lukas 1:48 Lukas

tí Hann hevur sæð til tænastukvinnu Sína, sum so lítið hevur at týða. Ja, eftir hetta skulu allar ættir prísa meg sæla,

10
Fyrsta Mósebók 12:2 Fyrsta Mósebók

Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.

7
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini

Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:

7
Sálmarnir 72:17 Sálmarnir

Signað veri navn Hansara í allar ævir! Navn hansara skal liva, so leingi sum sólin skínur; og í Honum skulu tey signa seg, allar tjóðir skulu prísa Hann sælan.

5
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið

Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.

4
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið

Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.

4
Fyrra Pætursbrævið 3:14 Fyrra Pætursbrævið

Skuldu tit nú liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl. Havið ongan ótta fyri teimum, og verið ikki rædd,

4
Matteus 5:9 Matteus

Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds.

3
Sálmarnir 112:2 Sálmarnir

Avkom hansara verður mektigt á jørðini; ætt hinna sannhjartaðu verður signað.

2
Matteus 5:3 Matteus

„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.

2
Matteus 5:4 Matteus

Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað.

2
Matteus 5:5 Matteus

Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.

2
Matteus 5:6 Matteus

Sæl eru tey, sum hungra og tysta eftir rættvísi; tí tey skulu verða mettað.

2
Matteus 5:7 Matteus

Sæl eru hini miskunnsomu; tí tey skulu finna miskunn.

2
Matteus 5:8 Matteus

Sæl eru hini hjartareinu; tí tey skulu síggja Gud.

2
Matteus 5:10 Matteus

Sæl eru tey, sum eru atsøkt fyri rættvísi skuld; tí ríki Himmiríkis er teirra.

2
Matteus 5:11 Matteus

Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.

2
Matteus 5:12 Matteus

Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í Himli; soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum.

2
Matteus 25:34 Matteus

Tá skal Kongurin siga við tey við høgru lið Sína: „Komið higar, tit signaðu Faðirs Míns! Arvið ríkið, ið hevur verið tykkum til reiðar, frá tí heimurin varð grundaður!

2
Lukas 6:22 Lukas

Sæl eru tit, táið menniskjuni hata tykkum, táið tey ikki vilja vita av tykkum, og táið tey háða tykkum og kasta navn tykkara frá sær sum nakað ilt, fyri Menniskjasonarins skuld.

2
Efesusbrævið 1:3 Efesusbrævið

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing í hinum himmalska í Kristusi,

2