kall
21 versir um "kall"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 11:29 Rómverjabrævið
Tí náðigávur Sínar og kall Sítt angrar Gud ikki.
Efesusbrævið 4:1 Efesusbrævið
Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið
við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
Efesusbrævið 4:3 Efesusbrævið
og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:
Seinna Timoteusarbrævið 1:9 Seinna Timoteusarbrævið
sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir verkum okkara, men eftir tí, sum Hann sjálvur hevði sett Sær fyri, og eftir náðini, sum okkum varð givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum,
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Seinna Pætursbrævið 1:10 Seinna Pætursbrævið
Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva;
Jóhannes 15:16 Jóhannes
Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Fyrra Korintbrævið 7:17 Fyrra Korintbrævið
Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum.
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Hebrearabrævið 3:1 Hebrearabrævið
Heilagu brøður, tit, sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus,
Esaias 6:8 Esaias
So hoyrdi eg HARRAN siga: „Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?“ Og eg svaraði: „Her eri eg – send meg!“
Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Matteus 4:19 Matteus
Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Ápostlasøgan 13:2 Ápostlasøgan
Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“
Fyrra Korintbrævið 1:26 Fyrra Korintbrævið
Tí hyggið á kall tykkara, brøður! – Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir.
Fyrra Korintbrævið 1:27 Fyrra Korintbrævið
Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar;
Galatiabrævið 1:15 Galatiabrævið
Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni –
Efesusbrævið 4:4 Efesusbrævið
Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara,