kalendari
75 versir um "kalendari"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 1:14 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Ljós skulu verða á himmalhvølvinum til at skilja dag frá nátt; tey skulu vera til tekin og til at áseta tíðir, dagar og ár;
Onnur Mósebók 12:2 Onnur Mósebók
„Hesin mánaðurin skal vera fyrsti mánaður hjá tykkum; við hesum mánaði skal árið byrja hjá tykkum.
Dániel 7:25 Dániel
Hann skal tala orð móti hinum Hægsta og kúga hini heilagu hins Hægsta; hann skal hava í huga at broyta tíðir og lóg, og tey skulu verða givin í hendur hansara tíð, tíðir og hálva tíð.
Triðja Mósebók 23:4 Triðja Mósebók
Hesar eru høgtíðir HARRANS við heilagum samkomum, tær, ið tit skulu lýsa, hvørja á síni tíð:
Sálmarnir 104:19 Sálmarnir
Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður.
Triðja Mósebók 25:8 Triðja Mósebók
Tú skalt telja sjey sabbatsár fram, sjey ferðir sjey ár, so at tær sjey áravikurnar verða 49 ár.
Triðja Mósebók 25:9 Triðja Mósebók
Tá skalt tú lata lúðurin ljóða í landinum tann tíggjunda í sjeynda mánaði; bótardagin skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara.
Triðja Mósebók 25:10 Triðja Mósebók
Tit skulu halda fimmtiunda árið heilagt og lata boða frælsi í landinum fyri øll, ið har búgva; tað skal vera tykkum fagnaðarár, og tit skulu koma aftur, ein og hvør á ogn sína og ein og hvør til ætt sína.
Fyrra Krønikubók 27:1 Fyrra Krønikubók
Hetta eru Ísraelsmenn eftir tali teirra, við ættarhøvdingum teirra, høvuðsmonnunum yvir 1000 og yvir 100 og umsjónarmonnum teirra, sum tæntu konginum í øllum, ið viðvíkti herflokkunum; hesir herflokkar komu og fóru mánað eftir mánað alt árið, og í hvørjum flokki vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:2 Fyrra Krønikubók
Yvir fyrsta flokki – sum gjørdi tænastu í fyrsta mánaði – var Jasobam, sonur Zabdiel; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:3 Fyrra Krønikubók
Hann var eftirkomari Perez og var hægstur av øllum herhøvdingunum, sum gjørdu tænastu í fyrsta mánaði.
Fyrra Krønikubók 27:4 Fyrra Krønikubók
Yvir flokkinum, sum gjørdi tænastu í øðrum mánaði, var Dodai Ahohitur; har var eisini høvdingin Miklot; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:5 Fyrra Krønikubók
Triði herhøvdingin – hann, sum gjørdi tænastu í triðja mánaði – var høvdingin Benaja, sonur Jójada prest; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:6 Fyrra Krønikubók
Hesin Benaja var kappi millum teir tríati og stóð yvir teimum tríati; í flokki hansara var sonur hansara Ammizabad.
Fyrra Krønikubók 27:7 Fyrra Krønikubók
Hin fjórði – hann, sum gjørdi tænastu í fjórða mánaði – var Asael, bróðir Jóab, og eftir hann sonur hansara Zebadja; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:8 Fyrra Krønikubók
Hin fimti – hann, sum gjørdi tænastu í fimta mánaði – var høvdingin Samhut Jizra’itur; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:9 Fyrra Krønikubók
Hin sætti – hann, sum gjørdi tænastu í sætta mánaði – var Ira, sonur Ikkes, úr Tekoa; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:10 Fyrra Krønikubók
Hin sjeyndi – hann, sum gjørdi tænastu í sjeynda mánaði – var Helez Pelonitur, av Efra’imitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:11 Fyrra Krønikubók
Hin áttandi – hann, sum gjørdi tænastu í áttanda mánaði – var Sibbekai Husatitur, av Zera’itum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:12 Fyrra Krønikubók
Hin níggjundi – hann, sum gjørdi tænastu í níggjunda mánaði – var Abiezer úr Anatot, av Benjaminitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:13 Fyrra Krønikubók
Hin tíggjundi – hann, sum gjørdi tænastu í tíggjunda mánaði – var Maharai úr Netofa, av Zera’itum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:14 Fyrra Krønikubók
Hin ellivti – hann, sum gjørdi tænastu í ellivta mánaði – var Benaja úr Piraton, av Efra’imitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Fyrra Krønikubók 27:15 Fyrra Krønikubók
Hin tólvti – hann, sum gjørdi tænastu í tólvta mánaði – var Heldai úr Netofa, av ætt Otniels; í flokki hansara vóru 24000 mans.
Ezekiel 45:17 Ezekiel
Men høvdingin skal hava skyldu at ofra brenniofrini, matofrið og drykkjuofrið á høgtíðunum og sólkomudagarnar og sabbatarnar – á øllum høgtíðum Ísraels; hann skal ofra syndofrið, matofrið, brenniofrið og takkofrini til at gera bót fyri hús Ísraels.
Matteus 24:36 Matteus
Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.
Lukas 1:5 Lukas
Á døgum Heródesar kongs í Judea var prestur, ið æt Zakarias, av skifti Abia; hann hevði konu av døtrum Áron; hon æt Elisabet.
Triðja Mósebók 23:1 Triðja Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Triðja Mósebók 23:2 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur – høgtíðir Mínar eru hesar:
Triðja Mósebók 23:3 Triðja Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.
Triðja Mósebók 23:5 Triðja Mósebók
Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS.
Triðja Mósebók 23:6 Triðja Mósebók
Tann fimtanda í sama mánaði skulu tit halda HARRANUM høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð.
Triðja Mósebók 23:7 Triðja Mósebók
Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu; tit mugu einki arbeiði gera.
Triðja Mósebók 23:8 Triðja Mósebók
Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur. Sjeynda dagin skal aftur verða hildin heilag samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.““
Triðja Mósebók 23:9 Triðja Mósebók
HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:
Triðja Mósebók 23:10 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, og heysta grøðina av tí, skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av heysti tykkara.
Triðja Mósebók 23:11 Triðja Mósebók
Hann skal sveiggja bundið fyri ásjón HARRANS, so tit verða fagnaðir av HARRANUM; dagin eftir sabbatin skal presturin sveiggja tað.
Triðja Mósebók 23:12 Triðja Mósebók
Sama dag ið tit sveiggja bundið, skulu tit ofra lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur til HARRAN.
Triðja Mósebók 23:13 Triðja Mósebók
Matofrið, ið til hoyrir, skal vera tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju – til eldoffur fyri HARRANUM, til góðan anga – og drykkjuofrið fjórðingurin av hin av víni.
Triðja Mósebók 23:14 Triðja Mósebók
Hvørki breyð ella bakað korn ella rátt korn mugu tit eta fyrrenn henda dagin – fyrrenn tit hava borið Gudi tykkara ofrið fram; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.
Triðja Mósebók 23:15 Triðja Mósebók
Frá deginum eftir sabbatin – frá tí degi, ið tit bera fram sveiggibundið, skulu tit telja fullar sjey vikur;
Triðja Mósebók 23:16 Triðja Mósebók
50 dagar skulu tit telja, til dagin eftir sjeynda sabbatin; tá skulu tit bera HARRANUM fram offur av tí nýggju grøðini.
Triðja Mósebók 23:17 Triðja Mósebók
Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við sveiggibreyðum, tveimum breyðum, sum skulu vera gjørd av tveimum tíggjundapørtum av efu av fínum mjøli og bakað við súrdeiggi; tey eru frumgróðuroffur til HARRAN.
Triðja Mósebók 23:18 Triðja Mósebók
Umframt breyðið skulu tit føra fram sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ungan tarv og tveir veðrar; teir skulu vera til brennioffur fyri HARRANUM – og matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
Triðja Mósebók 23:19 Triðja Mósebók
Tit skulu ofra bukk sum syndoffur og tveir veturgamlar seyðir sum takkoffur.
Triðja Mósebók 23:20 Triðja Mósebók
Teir skal presturin sveiggja – seyðirnar báðar – fyri ásjón HARRANS, saman við frumgróðurbreyðunum; teir skulu vera HARRANUM halgaðir og hoyra prestinum til.
Triðja Mósebók 23:21 Triðja Mósebók
Sama dag skulu tit lata lýsa, at heilag samkoma skal verða hildin; tit mugu einki arbeiði gera; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.
Triðja Mósebók 23:22 Triðja Mósebók
Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna; tað skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!““
Triðja Mósebók 23:23 Triðja Mósebók
Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
Triðja Mósebók 23:24 Triðja Mósebók
„Tala við Ísraelsmenn og sig: „Tann fyrsta í sjeynda mánaði skulu tit halda hvíludag, minningardag við lúðrablástri og heilagari samkomu.
Triðja Mósebók 23:25 Triðja Mósebók
Tá mugu tit einki arbeiði gera, og tit skulu ofra HARRANUM eldoffur.““