Kaleb

53 versir um "Kaleb"

Versir

Síða 1 av 2
Fjórða Mósebók 14:24 Fjórða Mósebók

Men tænari Mín Kaleb – við tað at annar andi var í honum, og hann trúliga fylgdi Mær eftir, so skal Eg lata hann koma inn í landið, sum hann hevur verið í, og eftirkomarar hansara skulu fáa tað í ogn.

11
Fjórða Mósebók 13:30 Fjórða Mósebók

Tá byrjaði fólkið at knarra móti Mósesi; men Kaleb royndi at sissa tey og segði: „Latið okkum bert fara hagar og leggja landið undir okkum – vit taka tað sum einki!“

7
Josva 14:6 Josva

Nú stigu Judamenn fram fyri Josva í Gilgal, og Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, segði við hann: „Tú veitst, hvat HARRIN í Kades-Barnea segði við gudsmannin Móses um meg og teg.

6
Josva 14:7 Josva

Eg var 40 ár, táið Móses, tænari HARRANS, sendi meg úr Kades-Barnea at kanna landið, og eg bar honum tíðindi aftur, eftir sum eg dugdi á at skyna.

6
Josva 14:8 Josva

Brøður mínir, ið við mær høvdu verið, gjørdu fólkið mótfallið, men eg helt meg trúliga til HARRAN Gud mín.

6
Josva 14:9 Josva

Tann dagin svór Móses og segði: „Sanniliga – landið, ið fótur tín steig á, skulu tú og eftirkomarar tínir hava í arvalut til ævigar tíðir, aftur fyri at tú trúliga heltst teg til HARRAN Gud mín!“

6
Josva 14:10 Josva

Og sært tú nú, HARRIN hevur gjørt við meg, sum hann segði, og latið meg livað hesi 45 árini, síðani HARRIN talaði hesi orð við Móses, alla tíðina ið Ísrael hevur ferðast í oyðimørkini – eg eri í dag 85 ár.

6
Josva 14:11 Josva

Eg eri líka raskur enn, sum eg var, tann dagin ið Móses sendi meg avstað; eg orki tað sama nú sum tá, bæði í bardaga og til at ganga út og inn.

6
Josva 14:12 Josva

Gev mær tí nú hetta fjallaland, sum HARRIN tann dagin talaði um – tú hoyrdi tað jú sjálvur tá! Har búgva Anakitar, og har eru stórir, víggirdir staðir; kanska HARRIN er við mær, so eg fái rikið teir burtur, so sum HARRIN hevur sagt!“

6
Josva 14:13 Josva

Tá signaði Josva hann, og hann gav Kaleb, syni Jefunne, Hebron í arv.

6
Josva 14:14 Josva

Soleiðis fekk Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, Hebron í arv, og hetta er so enn í dag – aftur fyri at hann trúliga hevði hildið seg til HARRAN Gud Ísraels.

6
Josva 14:15 Josva

Hebron æt fyrr Kirjat-Arba; hann* var størsti maður millum Anakitar. – Og landið hevði nú frið eftir bardagan.

6
Fjórða Mósebók 26:65 Fjórða Mósebók

Tí HARRIN hevði sagt, at teir skuldu doyggja í oyðimørkini. Tí var eingin eftir av teimum uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun.

4
Fimta Mósebók 1:36 Fimta Mósebók

eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne; hann skal fáa tað at síggja; honum og børnum hansara skal Eg geva landið, ið fótur hansara hevur stigið á – aftur fyri at hann trúliga hevur fylgt HARRANUM eftir!“

4
Josva 15:13 Josva

Men Kaleb, sonur Jefunne, fekk part sín mitt ímillum Judamenn, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva; tað var stað Arba, ættarfaðirs Anaks – nú eitur hann Hebron.

4
Josva 15:14 Josva

Kaleb rak burt haðani hinar tríggjar Anakitar, Sesai, Ahiman og Talmai, ið vóru eftirkomarar Anaks.

4
Josva 15:15 Josva

Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir – Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.

4
Josva 15:16 Josva

Kaleb segði: „Tann, ið leggur Kirjat-Sefer undir seg og vinnur hann, honum skal eg geva dóttur mína Aksu til konu!“

4
Josva 15:17 Josva

Otniel Kenizitur, bróðir Kaleb, tók hann; hann gav honum so dóttur sína Aksu til konu.

4
Josva 15:18 Josva

Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir hennara um nakað av jørð; og hon leyp niður av eslinum. Tá segði Kaleb við hana: „Hvat vilt tú?“

4
Josva 15:19 Josva

Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Hann gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.

4
Dómararnir 1:12 Dómararnir

Tá segði Kaleb: „Tann, ið herjar á Kirjat-Sefer og tekur hann, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu.“

4
Dómararnir 1:13 Dómararnir

Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann, tók býin, og hann gav honum dóttur sína Aksu til konu.

4
Dómararnir 1:14 Dómararnir

Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir sín um nakað av jørð. Hon leyp niður av eslinum, og Kaleb spurdi hana: „Hvat vilt tú?“

4
Dómararnir 1:15 Dómararnir

Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Kaleb gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.

4
Fjórða Mósebók 13:6 Fjórða Mósebók

av ætt Juda Kaleb, sonur Jefunne,

3
Fjórða Mósebók 14:6 Fjórða Mósebók

Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne – sum verið høvdu við at kanna landið – skræddu klæði síni

3
Fjórða Mósebók 14:7 Fjórða Mósebók

og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: „Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovurhonds gott land.

3
Fjórða Mósebók 14:8 Fjórða Mósebók

Standa vit væl í eygum HARRANS, so leiðir Hann okkum inn í hetta land og gevur okkum tað, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi.

3
Fjórða Mósebók 14:9 Fjórða Mósebók

Setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM, og ræðist ikki fyri fólkinum har í landinum, tí tey skulu ikki vera okkum meir enn ein munnbiti! Vernd teirra er vikin frá teimum, men við okkum er HARRIN – ræðist ikki fyri teimum!“

3
Fjórða Mósebók 32:12 Fjórða Mósebók

eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne, Keniziturin, og Josva, sonur Nun; tí teir fylgdu HARRANUM trúliga eftir.“

3
Fjórða Mósebók 34:19 Fjórða Mósebók

Hetta eru nøvn mannanna: Av ætt Juda Kaleb, sonur Jefunne;

3
Sálmarnir 26:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Fá mær rætt, HARRI, tí eg livi ólastandi, og á HARRAN líti eg uttan at vikast!

3
Sálmarnir 26:2 Sálmarnir

Rannsaka meg, HARRI, og kanna meg, granska nýru míni og hjarta mítt!

3
Sálmarnir 26:3 Sálmarnir

Tí náði Tín er mær fyri eyga, og eg livi í sannleika Tínum.

3
Sálmarnir 26:4 Sálmarnir

Eg siti ikki hjá lygnarum og komi ikki saman við følskum menniskjum.

3
Sálmarnir 26:5 Sálmarnir

Eg hati samkomu hinna óndu og siti ikki hjá gudleysum.

3
Sálmarnir 26:6 Sálmarnir

Í sakloysi vaski eg mær um hendurnar og vil fegin vera rundan um altar Títt, HARRI,

3
Sálmarnir 26:7 Sálmarnir

til at lata hoyrast takkarsong, siga frá øllum undrum Tínum.

3
Sálmarnir 26:8 Sálmarnir

HARRI, eg elski hús Títt, staðið, har sum dýrd Tín býr!

3
Sálmarnir 26:9 Sálmarnir

Rykk ikki sál mína burt við syndarum, lív mítt við blóðdálkaðum monnum,

3
Sálmarnir 26:10 Sálmarnir

sum hava skemdarverk í hondunum og høgru hond fulla av mutri!

3
Sálmarnir 26:11 Sálmarnir

Eg livi jú í sakloysi – loys meg út og ver mær náðigur!

3
Sálmarnir 26:12 Sálmarnir

– Fótur mín stendur á slættari grund; í samkomunum skal eg lova HARRANUM.

3
Fjórða Mósebók 13:26 Fjórða Mósebók

Teir komu til Móses og Áron og alla samkomu Ísraelsmanna í Paransoyðimørk í Kades og góvu teimum og allari samkomuni frásøgn um tað, ið teir høvdu sæð, og vístu teimum ávøkst landsins.

2
Fjórða Mósebók 13:27 Fjórða Mósebók

„Vit komu til landið, ið tú sendi okkum til“ – søgdu teir við Móses – „og tað er vist, at tað er land, ið flýtur í mjólk og hunangi – her er ávøkstur tess!

2
Fjórða Mósebók 13:28 Fjórða Mósebók

Men sterkt er fólkið, sum í landinum býr, og býirnir eru víggirdir og ógvuliga stórir, ja, vit sóu eisini eftirkomarar Anaks har!

2
Fjórða Mósebók 13:29 Fjórða Mósebók

Amalekitar búgva í suðurlandinum, Hetitar, Jebusitar og Amoritar í fjallalandinum, og Kána’anitar úti við havið og fram við Jordan.“

2
Fjórða Mósebók 14:30 Fjórða Mósebók

Sanniliga, eingin av tykkum skal koma inn í landið, sum Eg við upplyftari hond havi svorið at geva tykkum at búgva í – eingin uttan Kaleb, sonur Jefunne, og Josva, sonur Nun!

2
Fjórða Mósebók 14:38 Fjórða Mósebók

Av monnunum, ið høvdu verið og kannað landið, slapp eingin við lívinum uttan Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne.

2