Kadesh Barnea
17 versir um "Kadesh Barnea"
Versir
Síða 1 av 1Fjórða Mósebók 13:26 Fjórða Mósebók
Teir komu til Móses og Áron og alla samkomu Ísraelsmanna í Paransoyðimørk í Kades og góvu teimum og allari samkomuni frásøgn um tað, ið teir høvdu sæð, og vístu teimum ávøkst landsins.
Fjórða Mósebók 32:8 Fjórða Mósebók
Soleiðis gjørdu fedrar tykkara við, táið eg sendi teir úr Kades-Barnea at hyggja at landinum;
Fimta Mósebók 9:23 Fimta Mósebók
Táið HARRIN sendi tykkum úr Kades-Barnea og segði: „Farið og takið landið, ið Eg havi givið tykkum!“ stóðu tit orði HARRANS Guds tykkara ímóti, trúðu ikki á Hann og lurtaðu ikki eftir Honum.
Fimta Mósebók 1:2 Fimta Mósebók
ellivu dagsferðir frá Horeb – roknað eftir vegnum, ið gongur um Se’irsfjøll til Kades-Barnea.
Fjórða Mósebók 20:1 Fjórða Mósebók
Í fyrsta mánaði* komu Ísraelsmenn, øll samkoman, til Zinsoyðimørk; og fólkið steðgaði eina tíð í Kades. Har doyði Mirjam, og har varð hon jarðað.
Fimta Mósebók 1:19 Fimta Mósebók
Síðani fóru vit frá Horeb og ferðaðust gjøgnum alla hina stóru, ræðuligu oyðimørk, ið tit hava sæð, leiðina til fjallaland Amorita – soleiðis sum HARRIN Gud okkara hevði álagt okkum; og vit komu til Kades-Barnea.
Josva 14:6 Josva
Nú stigu Judamenn fram fyri Josva í Gilgal, og Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, segði við hann: „Tú veitst, hvat HARRIN í Kades-Barnea segði við gudsmannin Móses um meg og teg.
Josva 14:7 Josva
Eg var 40 ár, táið Móses, tænari HARRANS, sendi meg úr Kades-Barnea at kanna landið, og eg bar honum tíðindi aftur, eftir sum eg dugdi á at skyna.
Fjórða Mósebók 14:6 Fjórða Mósebók
Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne – sum verið høvdu við at kanna landið – skræddu klæði síni
Fjórða Mósebók 14:7 Fjórða Mósebók
og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: „Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovurhonds gott land.
Fjórða Mósebók 20:14 Fjórða Mósebók
Úr Kades sendi Móses boð til edomskong og læt siga: „So sigur bróðir tín, Ísrael: „Tú veitst, hvussu nógv ilt vit hava liðið!
Fimta Mósebók 2:14 Fimta Mósebók
38 ár vóru gingin, frá tí vit fóru úr Kades-Barnea, inntil vit gingu um Zeredá, og tá var alt hitt ættarliðið útdeytt úr tilhaldinum, allir vápnaførir menn – sum HARRIN hevði svorið, at teimum skuldi gangast.
Fjórða Mósebók 20:16 Fjórða Mósebók
Tá róptu vit til HARRAN, og Hann hoyrdi bøn okkara og sendi eingil og leiddi okkum út av Egyptalandi. Og nú eru vit her í Kades, býnum tætt við landamark títt.
Fjórða Mósebók 27:14 Fjórða Mósebók
– aftur fyri at tit í Zinsoyðimørk vóru orði Mínum ólýdnir, ta ferðina samkoman kjakaðist við Meg, og tit skuldu halgað Meg við at latið vatn streyma fram fyri eygum teirra.“ – Hetta er Meribavatn við Kades í Zinsoyðimørk.
Fjórða Mósebók 34:4 Fjórða Mósebók
So skal markið ganga í bugi suður um Akrabbimskarð til Zin og ganga út suður um Kades-Barnea; haðani skal tað ganga til Hazar-Adar og haðani til Azmon.
Fjórða Mósebók 33:36 Fjórða Mósebók
Tey fóru úr Ezjon-Geber og gjørdu steðg í Zinsoyðimørk, í Kades.
Fjórða Mósebók 33:37 Fjórða Mósebók
Tey fóru úr Kades og gjørdu steðg við Horsfjall við landamark Edoms.