jøvn rættindi

20 versir um "jøvn rættindi"

Versir

Síða 1 av 1
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið

Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.

55
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini

Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.

8
Fyrra Korintbrævið 7:3 Fyrra Korintbrævið

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum!

7
Jákupsbrævið 2:1 Jákupsbrævið

Brøður mínir! Trúgv tykkara á Harra okkara Jesus Kristus, hin dýrmæta, fylgist ikki við mannamuni!

5
Jákupsbrævið 2:2 Jákupsbrævið

Kemur inn á samkomu tykkara maður, við gullringi á fingrinum og í stásiligum klæðum – og eisini fátækur maður kemur inn, í skitnum klæðum –

5
Jákupsbrævið 2:3 Jákupsbrævið

hyggja tit tá á hann, sum er í hinum stásiligu klæðunum, og siga: „Set tú teg her í gott sæti!“ men siga við hin fátæka: „Statt tú har!“ ella: „Set teg her niðri við fótaskammul mín!“

5
Jákupsbrævið 2:4 Jákupsbrævið

– eru tit tá ikki komnir í stríð við tykkum sjálvar og vorðnir dómarar eftir órøttum grundum!

5
Rómverjabrævið 10:12 Rómverjabrævið

Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.

4
Seinna Krønikubók 19:7 Seinna Krønikubók

Latið tí nú ótta fyri HARRANUM vera yvir tykkum, og verið varnir við tí, sum tit gera! Tí hjá HARRANUM Gudi okkara er eingin órættur, og Hann ger ikki mannamun og tekur ikki við mutri.“

3
Kolossibrævið 3:11 Kolossibrævið

Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 2:4 Fyrra Timoteusarbrævið

Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.

3
Fimta Mósebók 16:18 Fimta Mósebók

Dómarar og umsjónarmenn skalt tú seta tær í øllum býunum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, runt um í ættum tínum, og teir skulu døma fólkið eftir lóg og rætti.

2
Seinna Sámuelsbók 8:15 Seinna Sámuelsbók

Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og Dávid gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum.

2
Matteus 5:43 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín!“

2
Matteus 5:44 Matteus

Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum

2
Matteus 5:45 Matteus

– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.

2
Matteus 5:46 Matteus

Tí um tit elska tey, sum elska tykkum, hvørja løn eiga tit fyri tað! Gera ikki eisini tollararnir tað sama!

2
Matteus 5:47 Matteus

Og um tit heilsa bert brøðrum tykkara, hvat stórt gera tit tá! Gera ikki eisini heidningarnir so!

2
Matteus 5:48 Matteus

Tit skulu tí vera fullkomin, eins og himmalski Faðir tykkara er fullkomin.“

2
Rómverjabrævið 2:11 Rómverjabrævið

Tí hjá Gudi er ikki mannamunur;

2