Julius Cæsar
81 versir um "Julius Cæsar"
Versir
Síða 2 av 2Lukas 2:37 Lukas
og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.
Lukas 2:38 Lukas
Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerusalems.
Lukas 2:39 Lukas
Táið tey nú høvdu fullført alt eftir lóg Harrans, fóru tey aftur til Galilea, til bý sín, Nazaret.
Lukas 2:40 Lukas
Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum.
Lukas 2:41 Lukas
Foreldur Hansara fóru hvørt ár til Jerusalem um páskahøgtíðina.
Lukas 2:42 Lukas
Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina,
Lukas 2:43 Lukas
og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerusalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vistu ikki av tí.
Lukas 2:44 Lukas
Tey hugsaðu, at Hann var millum ferðafólkið, og hildu so fram eina dagsferð; og tey leitaðu eftir Honum hjá skyldfólki og kunningum sínum.
Lukas 2:45 Lukas
Við tað at tey nú ikki funnu Hann, vendu tey aftur til Jerusalem og leitaðu eftir Honum.
Lukas 2:46 Lukas
Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.
Lukas 2:47 Lukas
Og øll, sum hoyrdu Hann, vóru heilt ovfarin av undran yvir vit og svar Hansara.
Lukas 2:48 Lukas
Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“
Lukas 2:49 Lukas
Tá segði Hann við tey: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vistu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“
Lukas 2:50 Lukas
Men tey fataðu ikki tað, sum Hann segði við tey.
Lukas 2:51 Lukas
So fór Hann heim við teimum og kom til Nazaret og var teimum lýðin. Og móðir Hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.
Lukas 2:52 Lukas
Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Jóhannes 19:12 Jóhannes
Av hesum royndi Pilatus enn at geva Hann leysan. Men Jødarnir róptu: „Gevur tú henda leysan, ert tú ikki vinur keisarans! Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setur seg upp móti keisaranum!“
Jóhannes 19:15 Jóhannes
Tá róptu tey: „Burt, burt við Honum! Krossfest Hann!“ Pilatus segði við tey: „Skal eg krossfesta kong tykkara?“ Høvuðsprestarnir svaraðu: „Vit hava ongan annan kong enn keisaran!“
Ápostlasøgan 11:28 Ápostlasøgan
Ein teirra – hann æt Agabus – reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma yvir allan heimin; hon kom eisini á døgum Klaudiusar.
Ápostlasøgan 17:7 Ápostlasøgan
Teimum hevur Jason tikið ímóti; og øll hesi gera beint ímóti boðum keisarans og siga, at ein annar er kongur, Jesus!“
Ápostlasøgan 25:8 Ápostlasøgan
tí Paulus vardi seg og segði: „Hvørki móti lóg Jødanna, móti templinum ella móti keisaranum havi eg gjørt nakað misbrot!“
Ápostlasøgan 25:11 Ápostlasøgan
Havi eg so órætt, og havi eg gjørt nakað, sum eg eigi at doyggja fyri, biði eg meg ikki undan at doyggja; men er einki í tí, sum hesir klaga meg fyri, kann eingin geva meg teimum í hendur bert fyri at gera teimum til vildar. – Eg skjóti mál mítt til keisaran!“
Ápostlasøgan 25:21 Ápostlasøgan
Men Paulus skeyt málið til keisaran og bað um at verða sitandi, inntil hann kundi verða dømdur av honum; eg gav tí boð, at hann skuldi sita fastur, inntil eg fái sent hann til keisaran.“
Ápostlasøgan 27:1 Ápostlasøgan
Táið nú var avgjørt, at vit skuldu fara við skipi til Italia, góvu teir Paulus og nakrar aðrar fangar upp til høvuðsmann, ið æt Julius, úr herflokki keisarans.
Ápostlasøgan 27:3 Ápostlasøgan
Dagin eftir fóru vit inn á Sidon. Og Julius – sum vísti Paulusi vælvild – gav honum loyvi at fara til vinir sínar har og njóta gott av umsorgan teirra.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Filippibrævið 4:22 Filippibrævið
Brøðurnir, ið hjá mær eru, lata heilsa tykkum. Øll hini heilagu lata heilsa tykkum, serliga tey, sum hoyra til hús keisarans.
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið
Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,