Judas
57 versir um "Judas"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 1:19 Ápostlasøgan
Hetta varð øllum kunnigt, sum í Jerusalem búgva, og jørðin fekk eisini á teirra egna máli navnið Hakeldama, tað er Blóðjørð.
Ápostlasøgan 1:20 Ápostlasøgan
Skrivað stendur jú í Sálmabókini: „Bústaður hansara leggist í oyði, og eingin veri, sum býr í honum!“ og: „Annar taki embæti hansara!“
Ápostlasøgan 1:21 Ápostlasøgan
Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út hjá okkum,
Ápostlasøgan 1:22 Ápostlasøgan
líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og til tann dag Hann varð tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara.“
Ápostlasøgan 1:23 Ápostlasøgan
Teir settu tá fram tveir, Jósef, sum kallaðist Barsabbas og hevði tilnavnið Justus, og Mattias.
Ápostlasøgan 1:24 Ápostlasøgan
Og teir bóðu soleiðis: „Tú, Harri, sum kennir hjørtu alra! – Vís okkum, hvønn av hesum báðum Tú hevur valt
Ápostlasøgan 1:25 Ápostlasøgan
at taka sætið í hesi tænastu og hesum ápostladómi, sum Judas fór úr fyri at fara til sítt egna stað!“