Judas sum hongdi seg
3 versir um "Judas sum hongdi seg"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 27:3 Matteus
Táið nú Judas, sum svikið Hann hevði, sá, at Hann var dómfeldur, angraði hann tað; og hann kom aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu við hinum 30 seklunum og segði:
Matteus 27:4 Matteus
„Eg havi syndað, táið eg sveik sakleyst blóð.“ Men teir svaraðu: „Hvat kemur tað okkum við! Síggj tú til tað!“
Matteus 27:5 Matteus
Tá blakaði hann silvurpeningarnar inn í templið og fór avstað; og hann fór og hongdi seg.