Judas

57 versir um "Judas"

Versir

Síða 1 av 2
Sálmarnir 41:9 Sálmarnir

„Óbótalig vanlukka hevur rakt hann – hann liggur har, kemur aldri upp aftur!“

6
Markus 14:43 Markus

Í tí sama, meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og elstu.

5
Markus 14:44 Markus

Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað; takið Hann og leiðið Hann burtur í tryggari varðveitslu!“

5
Markus 14:45 Markus

Táið hann nú kom, fór hann við tað sama yvir til Hansara og segði: „Rabbi!“ og kysti Hann.

5
Matteus 27:3 Matteus

Táið nú Judas, sum svikið Hann hevði, sá, at Hann var dómfeldur, angraði hann tað; og hann kom aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu við hinum 30 seklunum og segði:

4
Matteus 27:4 Matteus

„Eg havi syndað, táið eg sveik sakleyst blóð.“ Men teir svaraðu: „Hvat kemur tað okkum við! Síggj tú til tað!“

4
Matteus 27:5 Matteus

Tá blakaði hann silvurpeningarnar inn í templið og fór avstað; og hann fór og hongdi seg.

4
Matteus 27:6 Matteus

Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: „Ikki er lógligt at leggja teir í tempulkistuna, tí tað er blóðpeningur.“

4
Matteus 27:7 Matteus

Og eftir at teir høvdu hildið ráð, keyptu teir jørð leirkerasmiðsins fyri teir, fremmandum til grevstur.

4
Matteus 27:8 Matteus

Tí eitur tann jørðin Blóðjørð til henda dag.

4
Matteus 27:9 Matteus

Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur: „Teir tóku hinar 30 silvurpeningarnar – virði hins metta, sum børn Ísraels lótu seta í virði –

4
Matteus 27:10 Matteus

og teir lótu teir fyri jørð leirkerasmiðsins – sum Harrin beyð mær.“

4
Lukas 22:3 Lukas

Men Satan fór í Judas, sum kallaðist Iskariot og var ein av hinum tólv.

3
Lukas 22:4 Lukas

Hann fór og tosaði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar um, hvussu hann skuldi geva Hann í vald teirra.

3
Lukas 22:5 Lukas

Tá vórðu teir glaðir og lovaðu at geva honum pening.

3
Lukas 22:6 Lukas

Hann gav teimum so orð sítt og hevði nú í huga, nær best bar til at geva Hann í vald teirra, uttan at tað voldi nakran ófrið millum fólkið.

3
Jóhannes 6:67 Jóhannes

Jesus segði tá við hinar tólv: „Ætla eisini tit at rýma?“

3
Jóhannes 6:68 Jóhannes

Símun Pætur svaraði Honum: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs,

3
Jóhannes 6:69 Jóhannes

og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“

3
Jóhannes 6:70 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“

3
Jóhannes 6:71 Jóhannes

Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.

3
Jóhannes 12:4 Jóhannes

Tá segði ein av lærisveinum Hansara, Judas Iskariot – hann, sum seinni sveik Hann:

3
Jóhannes 12:5 Jóhannes

„Hví varð henda salva ikki seld fyri 300 denarar og givin fátækum!“

3
Jóhannes 12:6 Jóhannes

Hetta segði hann, ikki tí at hini fátæku lógu honum á hjarta, men tí hann var tjóvur; hann hevði peningapungin undir hond og tók tað, sum í hann varð lagt.

3
Jóhannes 13:2 Jóhannes

Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann.

3
Matteus 26:14 Matteus

Tá fór ein av hinum tólv, hann, ið æt Judas Iskariot, til høvuðsprestarnar

2
Matteus 26:15 Matteus

og segði: „Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?“ Tá góvu teir honum 30 seklar.

2
Matteus 26:16 Matteus

Og frá teirri stund hevði hann í huga, nær best bar til at svíkja Hann.

2
Matteus 26:47 Matteus

Meðan Hann enn talaði, kom Judas, ein av hinum tólv, og við honum stórur flokkur við svørðum og gøssum, frá høvuðsprestunum og hinum elstu fólksins.

2
Matteus 26:48 Matteus

Hann, ið sveik Hann, hevði givið teimum tekin og sagt: „Tann, ið eg kyssi, Hann er tað – takið Hann!“

2
Matteus 26:49 Matteus

Hann kom nú við tað sama yvir til Jesus og segði: „Heilur, Rabbi!“ og kysti Hann.

2
Matteus 26:50 Matteus

Jesus segði við hann: „Vinur, hví ert tú komin higar?“ Tá stigu teir fram, løgdu hendur á Jesus og tóku Hann.

2
Markus 14:18 Markus

Meðan teir sótu til borðs og ótu, segði Jesus: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara – ein, sum etur við Mær – fer at svíkja Meg!“

2
Markus 14:19 Markus

Tá vórðu teir tungir og søgdu við Hann, ein fyri og annar eftir: „Tað er tó ikki eg?“

2
Markus 14:20 Markus

Hann segði við teir: „Ein av hinum tólv, hann, sum dyppar í fatið við Mær.

2
Markus 14:21 Markus

Víst fer Menniskjasonurin burtur, sum skrivað er um Hann; men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.“

2
Lukas 6:16 Lukas

Judas, son Jákup, og Judas Iskariot, hann, sum varð svíkjari.

2
Jóhannes 13:18 Jóhannes

Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: „Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.“

2
Jóhannes 13:19 Jóhannes

Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg.

2
Jóhannes 13:20 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg.“

2
Jóhannes 13:21 Jóhannes

Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“

2
Jóhannes 13:22 Jóhannes

Tá hugdu lærisveinarnir hvør upp á annan og hugsaðu, hvønn Hann mundi tala um.

2
Jóhannes 13:23 Jóhannes

Nú var ein av lærisveinum Hansara, sum sat til borðs undir lið Jesusar, hann, sum Jesus elskaði.

2
Jóhannes 13:24 Jóhannes

Til hansara nikkaði Símun Pætur og segði við hann: „Sig, hvønn tað er, Hann tosar um!“

2
Jóhannes 13:25 Jóhannes

Hann hallaði sær tá inn at brósti Jesusar og segði við Hann: „Harri, hvør er tað?“

2
Jóhannes 13:26 Jóhannes

Jesus svaraði: „Tað er hann, sum Eg gevi bitan, ið Eg dyppi.“ So dyppaði Hann bitan og gav Judasi Iskariot, syni Símun.

2
Jóhannes 17:12 Jóhannes

Meðan Eg var hjá teimum, varðveitti Eg tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær; Eg vardi tey, og eingin av teimum fortaptist – uttan fortapingarsonurin, fyri at skriftin skuldi ganga út.

2
Ápostlasøgan 1:16 Ápostlasøgan

„Tit menn, brøður! Skriftorðið mátti ganga út, sum Heilagi Andin frammanundan hevði talað við munni Dávids um Judas, sum varð vegvísari teirra, ið tóku Jesus.

2
Ápostlasøgan 1:17 Ápostlasøgan

Hann var jú roknaður millum okkara og hevði fingið lut í hesi tænastu.

2
Ápostlasøgan 1:18 Ápostlasøgan

Hann keypti sær nú jarðarstykki fyri lønina, ið hann hevði fingið fyri illgerð sína; og hann datt eftir høvdinum og skrædnaði av um miðju, og allur innvølur hansara kom út.

2