jubileumsárið

78 versir um "jubileumsárið"

Versir

Síða 2 av 2
Triðja Mósebók 25:51 Triðja Mósebók

Eru enn mong ár eftir, skal hann í loysigjald lata so mikið av tí, ið hann varð keyptur fyri, sum svarar til hesi ár.

19
Triðja Mósebók 25:52 Triðja Mósebók

Men eru árini fá eftir til fagnaðarárið, skal hann gera upp við hann eftir teimum; hann skal í loysigjald lata tað, ið svarar til árini, ið hann hevur eftir.

19
Triðja Mósebók 25:53 Triðja Mósebók

Sum dagløntur arbeiðsmaður, ið tænir ár eftir ár, skal hann vera hjá honum; tú mást ikki tola, at hann við harðskapi valdar yvir honum.

19
Triðja Mósebók 25:54 Triðja Mósebók

Men verður hann ikki loystur á ein av hesum háttum, skal hann verða givin fríur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara.

19
Triðja Mósebók 25:55 Triðja Mósebók

Tí Mær hoyra Ísraelsmenn til sum tænarar; teir eru tænarar Mínir, sum Eg leiddi út av Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!“

19
Fimta Mósebók 15:1 Fimta Mósebók

„Sjeyndahvørt ár skalt tú lata vera eftirgevingarár.

12
Fimta Mósebók 15:2 Fimta Mósebók

Eftirgevingarárið skal haldast so: Ein og hvør, ið eigur nakað hjá næsta sínum, sum hann hevur lænt honum, skal geva honum tað eftir; hann skal ikki krevja næsta og bróður sín, táið eftirgevingarár er lýst fyri HARRANUM.

12
Fimta Mósebók 15:3 Fimta Mósebók

– Útlendingin kanst tú krevja; men tað, ið tú eigur hjá bróður tínum, skalt tú geva eftir.

12
Fimta Mósebók 15:4 Fimta Mósebók

– Men eingin fátækur verður hjá tær; tí HARRIN Gud tín skal ríkliga signa teg í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv og ogn

12
Fimta Mósebók 15:5 Fimta Mósebók

– um tú bert hoyrir rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll hesi boð, sum eg í dag áleggi tær.

12
Fimta Mósebók 15:6 Fimta Mósebók

Tí HARRIN Gud tín skal signa teg, sum Hann hevur lovað tær; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá, og tú skalt ráða yvir mongum tjóðum, men tær skulu ikki ráða yvir tær.

12
Fimta Mósebók 15:7 Fimta Mósebók

Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;

12
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók

nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.

12
Fimta Mósebók 15:9 Fimta Mósebók

Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: „Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið,“ og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg.

12
Fimta Mósebók 15:10 Fimta Mósebók

Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera.

12
Fimta Mósebók 15:11 Fimta Mósebók

Tí fátæk koma altíð at vera í landinum; tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt lata upp hondina fyri bróður tínum, fyri hinum treingjandi og fátæka, ið tú hevur í landi tínum.

12
Fimta Mósebók 15:12 Fimta Mósebók

Táið onkur av fólki tínum – hebraiskur maður ella hebraisk kvinna – verður seldur tær, skal hann tæna hjá tær í seks ár, men sjeynda árið skalt tú geva hann frían, so hann kann fara, hvar hann vil.

12
Fimta Mósebók 15:13 Fimta Mósebók

Táið tú gevur hann frían, skalt tú ikki lata hann fara tómhentan frá tær;

12
Fimta Mósebók 15:14 Fimta Mósebók

nei, tú skalt lata hann fáa ríkligt við sær av smáfæi tínum, av treskiplássi tínum og úr vínpersu tíni; av tí, ið HARRIN Gud tín hevur signað teg við, skalt tú geva honum.

12
Fimta Mósebók 15:15 Fimta Mósebók

Tú skalt minnast, at tú hevur sjálvur verið trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín fríaði teg út; tí gevi eg tær hetta boð.

12
Fimta Mósebók 15:16 Fimta Mósebók

Men sigur hann við teg: „Eg havi ikki hug at fara frá tær“ – tí hann hevur tað gott hjá tær og er góður við teg og tíni –

12
Fimta Mósebók 15:17 Fimta Mósebók

so skalt tú taka sýl og stinga hann gjøgnum oyra hansara inn í dyrnar; so skal hann vera trælur tín við alla. Á sama hátt skalt tú gera við trælkvinnu tína.

12
Fimta Mósebók 15:18 Fimta Mósebók

– Lat ikki falla tær tungt at geva hann frían og lata hann fara frá tær! Tí í seks ár hevur hann tænt hjá tær, og daglønt fólk høvdu kostað tær dupult so mikið – og HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, sum tú gert.

12
Fimta Mósebók 15:19 Fimta Mósebók

Alt frumborið av hannslagi, sum kýr tínar kálva, og smáfæ títt lembir, skalt tú halga HARRANUM Gudi tínum; tú skalt ikki nýta hitt frumborna undan kúm tínum at arbeiða við, og tú mást ikki klippa ullina av hinum frumborna undan smáfæi tínum.

12
Fimta Mósebók 15:20 Fimta Mósebók

Fyri ásjón HARRANS Guds tíns skulu tú og hús títt á hvørjum ári eta tað á staðnum, sum HARRIN útvelur.

12
Fimta Mósebók 15:21 Fimta Mósebók

Men er nakað lýti á tí – er tað lamið ella blint, ella hevur tað nakað annað ringt lýti – so skalt tú ikki ofra tað til HARRAN Gud tín.

12
Fimta Mósebók 15:22 Fimta Mósebók

Heima í býum tínum kanst tú eta tað; bæði hin óreini og hin reini kunnu eta tað, sum tað høvdu verið skógargeitir ella hjørtir.

12
Fimta Mósebók 15:23 Fimta Mósebók

Men blóðið mást tú ikki eta; tú skalt lata tað renna út á jørðina sum vatn.“

12