Jósva

121 versir um "Jósva"

Versir

Síða 2 av 3
Josva 18:10 Josva

Og Josva kastaði lut fyri teir í Silo fyri ásjón HARRANS; har skifti Josva landið millum Ísraelsmenn eftir ættargreinum teirra.

3
Josva 18:11 Josva

Fyrsti lutur fall á ætt Benjaminita eftir slektum hennara, og landið, ið varð lutur hennara, kom at liggja millum synir Juda og synir Jósef.

3
Josva 18:12 Josva

Mark hennara fyri norðan gekk út frá Jordan, og markið gekk niðan á kambin norðan fyri Jeriko og síðani vestureftir niðan á fjøllini og allan vegin at oyðimørkini við Bet-Aven.

3
Josva 18:13 Josva

Haðani gekk markið yvir til Luz, at kambinum sunnan fyri Luz – tað er Betel – og so gekk tað oman til Atrot-Addar, um fjallið, ið stóð sunnan fyri Niðara-Bet-Horon.

3
Josva 18:14 Josva

Nú sneiddi markið og gekk sum vesturmark suðureftir frá fjallinum, ið stóð beint sunnan fyri Bet-Horon, og endaði við Kirjat-Ba’al – tað er Kirjat-Jearim – bý, sum synir Juda áttu. Hetta var markið fyri vestan.

3
Josva 18:15 Josva

Fyri sunnan gekk markið frá enda Kirjat-Jearims – haðani var tað, ið tað gekk út fyri vestan – og gekk at Neftoavatnskeldu.

3
Josva 18:16 Josva

So gekk markið oman at enda fjalsins, ið stendur beint yvir av Hinnomssonardali, norðan fyri Refa’imsdal, síðani oman í Hinnomsdal, sunnan fyri Jebusitakamb, og haðani til Rogelskeldu.

3
Josva 18:17 Josva

So sneiddi tað norðureftir og gekk at En-Semes og longur, til Gelilot, sum er beint yvir av Adummimskarði, haðani oman til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben,

3
Josva 18:18 Josva

haðani yvir á kambin norðan fyri Araba, og haðani oman til Araba.

3
Josva 18:19 Josva

Haðani gekk markið yvir á kambin við Bet-Hogla, fyri norðan, og síðani líka í víkina í norðara enda Salthavs, har sum Jordan rennur í tað. Hetta var markið fyri sunnan.

3
Josva 18:20 Josva

Fyri eystan var Jordan mark. – Hetta var arvalutur Benjaminita við markum hansara rundanum, eftir slektum teirra.

3
Josva 18:21 Josva

Býirnir, ið lutaðust ætt Benjaminita eftir slektum hennara, vóru: Jeriko, Bet-Hogla, Emek-Keziz,

3
Josva 18:22 Josva

Bet-Araba, Zemarajim, Betel,

3
Josva 18:23 Josva

Avvim, Para, Ofra,

3
Josva 18:24 Josva

Kefar-Ammoni, Ofni, Geba – 12 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

3
Josva 18:25 Josva

Gibeon, Rama, Be’erot,

3
Josva 18:26 Josva

Mizpe, Kefira, Moza,

3
Josva 18:27 Josva

Rekem, Jirpe’el, Tarala,

3
Josva 18:28 Josva

Zela, Elef, Jebus – tað er Jerusalem – Gibeat og Kirjat – 14 býir við bygdunum, ið til hoyrdu. – Hetta var arvalutur Benjaminita eftir slektum teirra.

3
Fjórða Mósebók 27:18 Fjórða Mósebók

HARRIN svaraði Mósesi: „Tak Josva, son Nun, hann er maður, sum Andi er í! Legg hond tína á hann,

2
Josva 8:8 Josva

Táið tit tá hava tikið býin, skulu tit seta eld á hann; tit skulu gera eftir orði HARRANS. Nú havi eg sagt tykkum tað, ið tit skulu gera!“

2
Josva 10:1 Josva

Táið Adoni-Zedek, kongurin í Jerusalem, frætti, at Josva hevði tikið Ai og sligið hann við banni og gjørt tað sama við Ai og kongin har, sum hann hevði gjørt við Jeriko og kongin har, og at teir, sum búðu í Gibeon, høvdu gjørt frið við Ísrael og búðu mitt ímillum teirra,

2
Josva 10:2 Josva

vórðu teir ógvuliga ræddir; tí Gibeon var stórur staður, sum ein av kongabýunum, størri enn Ai, og allir menninir har vóru djarvir hermenn.

2
Josva 10:3 Josva

Adoni-Zedek, kongurin í Jerusalem, sendi tí boð til Hoham, kongin í Hebron, til Piream, kongin í Jarmut, til Jafia, kongin í Lakis, og til Debir, kongin í Eglon, og læt siga:

2
Josva 10:4 Josva

„Komið higar til mín og hjálpið mær, so vit vinna Gibeon! Tí teir hava gjørt frið við Josva og Ísraelsmenn.“

2
Josva 10:5 Josva

Teir tóku seg nú saman, hesir fimm amoritakongarnir – kongurin í Jerusalem, kongurin í Hebron, kongurin í Jarmut, kongurin í Lakis og kongurin í Eglon – og hildu avstað við herum sínum; teir tóku støðu rundan um Gibeon og gjørdu álop á hann.

2
Josva 10:6 Josva

Tá sendu teir, sum í Gibeon búðu, boð til Josva í tilhaldið við Gilgal og lótu siga: „Slá ikki hondina av tænarum tínum, kom sum skjótast til okkara og bjarga okkum og hjálp okkum! Tí allir amoritakongarnir, sum í fjallalandinum búgva, hava tikið seg saman ímóti okkum.“

2
Josva 10:7 Josva

Josva fór tá úr Gilgal við øllum herfólki sínum, øllum hinum djarvastu hermonnum sínum.

2
Josva 10:8 Josva

HARRIN segði við Josva: „Ræðst teir ikki! Eg havi givið teir í hendur tínar; ikki ein teirra skal vera førur fyri at standa seg ímóti tær!“

2
Josva 10:9 Josva

Josva kom nú óvart á teir; hann gekk alla náttina, eftir at hann var farin avstað úr Gilgal.

2
Josva 10:10 Josva

Og HARRIN sló teir við ræðslu fyri Ísrael, so teir lógu undir fyri teimum við Gibeon, og tað til lítar; síðani eltu teir teir vegin niðan til Bet-Horon og høgdu teir niður – líka til Azeka og Makkeda.

2
Josva 10:11 Josva

Sum teir nú flýddu fyri Ísrael og vóru á leið oman úr Bet-Horon, læt HARRIN detta niður yvir teir av himli stórar steinar, sum drópu teir, allan vegin líka til Azeka; teir, ið doyðu av grótheglinginum, vóru fleiri enn teir, ið Ísraelsmenn drópu við svørði.

2
Josva 10:12 Josva

Tá – tann dagin ið HARRIN gav Amoritar í hendur Ísraelsmanna – talaði Josva við HARRAN og segði, so alt Ísrael hoyrdi: „Sól, statt still í Gibeon, og tú, máni, í Ajalonsdali!“

2
Josva 10:13 Josva

Og sólin stóð still, og mánin steðgaði, inntil fólkið hevði fingið hevnd yvir fíggindar sínar. – So stendur jú skrivað í „Bók hinna sannhjartaðu“. – Sólin varð standandi mitt á himli og hevði ongan skund at fara niður – nærum heilan dag.

2
Josva 10:14 Josva

Hvørki fyri ella eftir hevur verið dagur hesum líkur, ein dagur, ið HARRIN gjørdi eftir orðum eins mans – tí HARRIN bardist fyri Ísrael!

2
Josva 10:15 Josva

Síðani fór Josva við øllum Ísrael aftur til tilhaldið við Gilgal.

2
Josva 10:16 Josva

Men hinir fimm kongarnir flýddu og krógvaðu seg í hellinum við Makkeda.

2
Josva 10:17 Josva

Boð vórðu tá borin Josva: „Hinir fimm kongarnir eru funnir; teir hava krógvað seg í hellinum við Makkeda.“

2
Josva 10:18 Josva

Josva segði: „Veltið stórar steinar fyri hellismunnan og setið menn at halda vakt har!

2
Josva 10:19 Josva

Men sjálvir mugu tit ikki steðga; haldið aftan á fíggindum tykkara, og høggið niður teir, ið aftastir eru av teimum, latið teir ikki náa inn í býir sínar! Tí HARRIN Gud tykkara hevur givið teir í hendur tykkara.“

2
Josva 10:20 Josva

Táið nú Josva og Ísraelsmenn høvdu vunnið ógvuliga stóran sigur á teimum og gjørt heilt enda á teimum – bert nakrir fáir av teimum komust undan og náddu inn í teir víggirdu staðirnar –

2
Josva 10:21 Josva

tá kom alt fólkið í friði aftur til Josva í tilhaldið við Makkeda, og eingin vágaði sær at tala orð móti Ísraelsmonnum uppaftur.

2
Josva 10:22 Josva

Tá segði Josva: „Opnið hellismunnan og leiðið hasar fimm kongar út til mín!“

2
Josva 10:23 Josva

Teir so gjørdu og leiddu hinar fimm kongarnar út úr hellinum til hansara – kongin í Jerusalem, kongin í Hebron, kongin í Jarmut, kongin í Lakis og kongin í Eglon.

2
Josva 10:24 Josva

Táið teir nú høvdu leitt hesar kongar út til Josva, kallaði Josva allar menn Ísraels saman og segði við herhøvdingarnar, ið við honum høvdu verið: „Komið higar og setið fótin á hálsin á hesum kongum!“ Teir komu nú og settu fótin á háls teirra.

2
Josva 10:25 Josva

So segði Josva við teir: „Óttist ikki og ræðist ikki, verið hugreystir og sterkir! So skal HARRIN gera við allar fíggindar tykkara, sum tit koma í bardaga við!“

2
Josva 10:26 Josva

So læt Josva teir høgga niður og drepa og heingja upp á fimm trø; har vórðu teir hangandi líka til kvølds.

2
Josva 10:27 Josva

Men um sólsetur segði Josva við menn sínar, at teir skuldu taka teir niður av trøunum og kasta teir inn í hellið, sum teir høvdu krógvað seg í; fyri hellismunnan løgdu teir stórar steinar, sum liggja har enn í dag.

2
Josva 10:28 Josva

Sama dag tók Josva Makkeda og sló býin við svørði, og kongin har og hvørja sál, ið har var, sló hann við banni; hann læt ongan liva og sleppa undan; hann gjørdi við kongin í Makkeda, sum hann hevði gjørt við kongin í Jeriko.

2
Josva 10:29 Josva

Úr Makkeda fór Josva við øllum Ísrael til Libna og herjaði á Libna.

2