Jósva

121 versir um "Jósva"

Versir

Síða 1 av 3
Josva 1:1 Josva

Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar:

9
Josva 1:2 Josva

„Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum!

9
Josva 1:3 Josva

Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum – sum Eg lovaði Mósesi.

9
Josva 1:4 Josva

Frá oyðimørkini og Libanon har norðuri líka at Stórá – ánni Frat* – um alt land Hetita og líka at Stórahavi í vestri skal land tykkara náa.

9
Josva 1:5 Josva

Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær.

9
Josva 1:6 Josva

Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum.

9
Josva 1:7 Josva

Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera!

9
Josva 1:8 Josva

Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.

9
Josva 1:9 Josva

Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

9
Josva 1:10 Josva

Josva gav nú umsjónarmonnum fólksins hetta boð:

9
Josva 1:11 Josva

„Gangið um alt tilhaldið og sigið við fólkið: „Gerið tykkum ferðakost til! Tí um tríggjar dagar skulu tit fara um Jordan her, so tit kunnu koma inn og taka landið, ið HARRIN Gud tykkara gevur tykkum at eiga.““

9
Josva 1:12 Josva

Við Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse segði Josva:

9
Josva 1:13 Josva

„Minnist boðið, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, táið hann segði: „HARRIN Gud tykkara letur tykkum nú koma til hvílu og gevur tykkum hetta land.“

9
Josva 1:14 Josva

– Konur tykkara, børn tykkara og fæ tykkara skulu verða verandi í landinum, sum Móses hevur givið tykkum eystan fyri Jordan; men sjálvir skulu tit, allir, sum vápnaførir eru, fara vápnaðir yvirum á odda hjá brøðrum tykkara og hjálpa teimum,

9
Josva 1:15 Josva

inntil HARRIN letur brøður tykkara koma til hvílu eins og tykkum, og eisini teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum; tá kunnu tit fara aftur til tykkara egna land og búsetast har – í landinum, sum Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan, eystanfyri.“

9
Josva 1:16 Josva

Tá svaraðu teir Josva og søgdu: „Alt tað, ið tú hevur álagt okkum, skulu vit gera, og hagar ið tú sendir okkum, skulu vit fara.

9
Josva 1:17 Josva

Sum vit í øllum hava aktað Móses, so skulu vit akta teg – bert HARRIN Gud tín verður við tær, sum Hann var við Mósesi!

9
Josva 1:18 Josva

Hvør tann, ið setur seg upp ímóti boðum tínum og aktar ikki orð tíni í øllum, sum tú áleggur honum, skal lata lív – ver bert hugreystur og sterkur!“

9
Fjórða Mósebók 14:6 Fjórða Mósebók

Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne – sum verið høvdu við at kanna landið – skræddu klæði síni

4
Fjórða Mósebók 14:7 Fjórða Mósebók

og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: „Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovurhonds gott land.

4
Fjórða Mósebók 14:8 Fjórða Mósebók

Standa vit væl í eygum HARRANS, so leiðir Hann okkum inn í hetta land og gevur okkum tað, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi.

4
Fjórða Mósebók 14:9 Fjórða Mósebók

Setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM, og ræðist ikki fyri fólkinum har í landinum, tí tey skulu ikki vera okkum meir enn ein munnbiti! Vernd teirra er vikin frá teimum, men við okkum er HARRIN – ræðist ikki fyri teimum!“

4
Fjórða Mósebók 14:10 Fjórða Mósebók

Tá ætlaði øll samkoman at steina teir; men so opinberaðist dýrd HARRANS í samkomutjaldinum fyri øllum Ísraelsmonnum.

4
Josva 24:15 Josva

Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“

4
Josva 3:1 Josva

Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til reiðar, helt avstað úr Sittim við øllum Ísraelsmonnum og kom at Jordan; har steðgaðu tey náttina av, áðrenn tey fóru yvirum.

3
Josva 3:2 Josva

Men táið tríggir dagar vóru umlidnir, gingu umsjónarmenninir um tilhaldið

3
Josva 3:3 Josva

og góvu fólkinum hetta boð: „Táið tit síggja sáttmálaørk HARRANS Guds tykkara, og hinar levitisku prestar koma berandi við henni, skulu tit fara, haðani sum tit eru stødd, og fylgja eftir henni.

3
Josva 3:4 Josva

Tó skulu tit lata vera einar 2000 alin millum tykkum og hana – nærri mugu tit ikki koma henni – so tit kunnu vita leiðina, ið tit skulu ganga; tí henda vegin hava tit ikki farið áður.“

3
Josva 3:5 Josva

Og Josva segði við fólkið: „Halgið tykkum! Tí í morgin fer HARRIN at gera undurverk millum tykkara.“

3
Josva 3:6 Josva

Síðani segði Josva við prestarnar: „Takið sáttmálaørkina og gangið undan fólkinum!“ Teir tóku tá sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum.

3
Josva 3:7 Josva

HARRIN segði við Josva: „Í dag byrji Eg at gera teg stóran í eygum als Ísraels, so tey skulu vita, at sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær.

3
Josva 3:8 Josva

Tú skalt geva prestunum, ið bera sáttmálaørkina, hetta boð: „Táið tit eru komnir tætt at vatninum í Jordan, skulu tit steðga har við Jordan!““

3
Josva 3:9 Josva

Josva segði nú við Ísraelsmenn: „Komið higar og hoyrið orð HARRANS Guds tykkara!“

3
Josva 3:10 Josva

Og Josva segði: „Av hesum skulu tit sanna, at hin livandi Gud er mitt ímillum tykkara, og at Hann vissuliga skal reka burt fyri tykkum Kána’anitar, Hetitar, Hevitar, Perizitar, Girgasitar, Amoritar og Jebusitar:

3
Josva 3:11 Josva

Sáttmálaørk Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, fer undan tykkum út í Jordan.

3
Josva 3:12 Josva

Veljið tykkum nú út tólv menn av ættum Ísraels, ein mann fyri hvørja ætt!

3
Josva 3:13 Josva

Og við tað sama sum prestarnir, ið bera ørk HARRANS, Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, stíga føturnar í vatn Jordans, skal vatnið í Jordan – vatnið, ið omanífrá kemur – steðga, so tað stendur sum veggur.“

3
Josva 3:14 Josva

Táið nú fólkið helt avstað úr tjøldum sínum til at fara um Jordan, við prestunum, ið ørkina bóru, á odda,

3
Josva 3:15 Josva

og teir, ið ørkina bóru, komu at Jordan, og prestarnir, ið ørkina bóru, stigu við fótunum í vatnið innast við land – men Jordan fløddi yvir allar bakkar sínar alla heystartíðina –

3
Josva 3:16 Josva

tá steðgaði vatnið, ið omanífrá kom, og stóð sum veggur langt burtur, við býin Ádam, sum liggur tætt við Zaretan; men tað, sum rann oman móti vatninum á slættlendinum – Salthavi – rann heilt burtur. So fór fólkið yvirum, beint yvir av Jeriko.

3
Josva 3:17 Josva

Men prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, stóðu á turrum mitt í Jordan og fluttu seg ikki; og alt Ísrael fór yvirum á turrum, inntil alt fólkið var komið yvir um Jordan.

3
Josva 18:1 Josva

Øll samkoma Ísraelsmanna kom saman í Silo, og har reistu teir samkomutjaldið. Landið høvdu teir nú lagt undir seg.

3
Josva 18:2 Josva

Men enn vóru eftir sjey ættir av Ísraelsmonnum, sum ikki høvdu fingið arvalut sín skiftan.

3
Josva 18:3 Josva

Josva segði tí við Ísraelsmenn: „Hvussu leingi ætla tit at drála enn, áðrenn tit fara og taka landið, ið HARRIN Gud fedra tykkara hevur givið tykkum?

3
Josva 18:4 Josva

Veljið nú tríggjar menn av hvørji ætt, sum eg kann senda avstað! Teir skulu gera seg til og fara og ferðast um landið og skriva frágreiðing um tað, til at nýta við útskiftingina, og so koma aftur til mín.

3
Josva 18:5 Josva

Teir skulu so býta tað í sjey partar. Juda skal verða verandi í landi sínum í suðri, og hús Jósefs í landi sínum í norðri.

3
Josva 18:6 Josva

Tit skulu so skriva frágreiðing um landið, býtt í sjey partar, og koma higar til mín við henni; so skal eg kasta lut fyri tykkum her, fyri ásjón HARRANS Guds okkara.

3
Josva 18:7 Josva

Tí Levitarnir fáa ongan part ímillum tykkara – prestadømi HARRANS er arvalutur teirra. Og Gad, Ruben og hálv ætt Manasse hava eystan fyri Jordan fingið arvalut sín, arvalutin, ið Móses, tænari HARRANS, gav teimum.“

3
Josva 18:8 Josva

Menninir gjørdu seg nú til og fóru; táið teir fóru avstað, segði Josva við teir, at teir skuldu skriva frágreiðing um landið; hann segði: „Farið nú og ferðist um landið og skrivið frágreiðing um tað, og komið so aftur til mín! So skal eg kasta lut fyri tykkum fyri ásjón HARRANS her í Silo.“

3
Josva 18:9 Josva

So fóru menninir avstað og ferðaðust um landið og skrivaðu frágreiðing um tað, bý eftir bý, í sjey pørtum; síðani komu teir aftur til Josva í tilhaldið við Silo.

3