Jósef og Maria
22 versir um "Jósef og Maria"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 1:18 Matteus
Við føðing Jesu Krists gekk so til: Maria, móðir Hansara, var trúlovað við Jósefi; men áðrenn tey komu saman, royndist hon at vera við barn við Heilaga Andanum.
Matteus 1:19 Matteus
Men við tað at Jósef, maður hennara, var rættvísur og vildi ikki gera hana til skammar fyri almenningi, ætlaði hann loyniliga at skiljast frá henni.
Matteus 1:20 Matteus
Meðan hann nú hugsaði um hetta, vísti eingil Harrans seg fyri honum í dreymi og segði: „Jósef, sonur Dávid! Óttast ikki at taka til tín Mariu, konu tína! Tí tað, sum í henni er gitið, er av Heilaga Andanum.
Matteus 1:21 Matteus
Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“
Matteus 1:22 Matteus
Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur:
Matteus 1:23 Matteus
„Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel“ – sum útlagt er: „Gud við okkum.“
Matteus 1:24 Matteus
Táið nú Jósef var vaknaður upp úr svøvni, gjørdi hann, sum eingil Harrans hevði álagt honum, og tók til sín konu sína;
Matteus 1:25 Matteus
men hann helt seg ikki til hennara, fyrrenn hon hevði átt son sín. Og hann kallaði navn Hansara Jesus.
Matteus 2:13 Matteus
Táið teir vóru farnir avstað, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: „Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.“
Matteus 2:14 Matteus
Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær um náttina og fór avstað til Egyptalands;
Matteus 2:15 Matteus
og hann varð har, inntil Heródes var deyður – fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: „Úr Egyptalandi kallaði Eg Son Mín.“
Matteus 2:19 Matteus
Men táið Heródes var deyður, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði:
Matteus 2:20 Matteus
„Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelsland! Tí teir eru deyðir, sum lógu barninum eftir lívinum.“
Matteus 2:21 Matteus
Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær og kom til Ísraelsland.
Matteus 2:22 Matteus
Men táið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Judea eftir Heródes, faðir sín, ræddist hann at fara hagar; og við tað at hann varð ávaraður av Gudi í dreymi, fór hann avstað til Galilea.
Matteus 2:23 Matteus
Táið hann var komin hagar, búsettist hann í bygd, sum eitur Nazaret – fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetunum, at Hann skuldi kallast Nazareari.
Matteus 6:9 Matteus
Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!
Matteus 13:55 Matteus
Er hetta ikki sonur træsmiðin! Eitur ikki móðir Hansara Maria, og eita ikki brøður Hansara Jákup, Jósef, Símun og Judas!
Lukas 2:7 Lukas
Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
Esaias 7:14 Esaias
Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*
Markus 6:3 Markus
Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og eru ikki Jákup, Jóses, Judas og Símun brøður Hansara! Eru ikki systrar Hansara her hjá okkum!“ – So tóku tey sær ilt av Honum.
Markus 15:47 Markus
Men Maria Magdalena og Maria, móðir Jóses, sóu, hvar Hann varð lagdur.