Jósef hevði marglittan hokka
84 versir um "Jósef hevði marglittan hokka"
Versir
Síða 1 av 2Fyrsta Mósebók 37:3 Fyrsta Mósebók
Ísrael var betri við Jósef enn við allar hinar synir sínar, við tað at hann hevði fingið hann á elliárum; og hann hevði latið gera honum fótsíðan kyrtil.
Fyrsta Mósebók 37:1 Fyrsta Mósebók
Men Jákup varð búgvandi í landinum, ið faðir hansara hevði búð í sum fremmandur, í Kána’anslandi.
Fyrsta Mósebók 37:2 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Jákups. Táið Jósef var 17 ár, røktaði hann smáfæið saman við brøðrum sínum; tóat hann var ungur, var hann saman við sonum Bilhu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara, og alt tað ringa orð, ið gekk um teir, bar hann faðir teirra.
Fyrsta Mósebók 37:4 Fyrsta Mósebók
Men táið brøður hansara sóu, at faðir teirra var betri við hann enn við allar hinar synir sínar, fingu teir agg til hansara og kundu ikki tala blídliga við hann.
Fyrsta Mósebók 37:5 Fyrsta Mósebók
So hevði Jósef eisini dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá, og sum gjørdi, at teir hataðu hann enn meiri.
Fyrsta Mósebók 37:6 Fyrsta Mósebók
Hann segði við teir: „Hoyrið nú tað, ið eg havi droymt!
Fyrsta Mósebók 37:7 Fyrsta Mósebók
Tað var mær, sum vit bundu bundi úti á akrinum, og tá reisti mítt bundi seg upp og varð standandi; men tykkara bundi stóðu rundanum og boygdu seg fyri mínum bundi.“
Fyrsta Mósebók 37:8 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu brøður hansara við hann: „Tú skalt kanska vera kongur okkara ella ráða yvir okkum!“ – Og teir hataðu hann enn meiri fyri dreymar hansara og fyri tað, ið hann hevði sagt.
Fyrsta Mósebók 37:9 Fyrsta Mósebók
Men hann hevði uppaftur ein dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá; hann segði: „Eg havi aftur havt ein dreym: Tað var mær, sum sólin, mánin og ellivu stjørnur nigu fyri mær.“
Fyrsta Mósebók 37:10 Fyrsta Mósebók
Táið hann segði faðir sínum og brøðrum sínum frá hesum, deildi faðir hansara hann og segði við hann: „Hvat er hetta fyri dreymur, ið tú hevur havt! Skulu tá eg og móðir tín og brøður tínir koma og boyggja okkum til jarðar fyri tær!“
Fyrsta Mósebók 37:11 Fyrsta Mósebók
Og brøður hansara fingu øvund til hansara, men faðir hansara legði sær hetta í minni.
Fyrsta Mósebók 37:12 Fyrsta Mósebók
So vóru brøður hansara einaferð farnir at ansa eftir smáfæi faðirs síns í Sikem.
Fyrsta Mósebók 37:13 Fyrsta Mósebók
Ísrael segði tá við Jósef: „Brøður tínir sita jú hjá fænum í Sikem; kom, eg ætli at senda teg til teirra!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
Fyrsta Mósebók 37:14 Fyrsta Mósebók
So segði hann við hann: „Far og vita, um brøðrum tínum veit væl við, og um fænum veit væl við, og kom so aftur og sig mær tað!“ – So sendi hann hann avstað úr Hebronsdali, og hann kom til Sikem.
Fyrsta Mósebók 37:15 Fyrsta Mósebók
Sum hann nú gekk ivasamur um á markini, møtti hann manni, ið spurdi hann: „Hvørjum leitar tú eftir?“
Fyrsta Mósebók 37:16 Fyrsta Mósebók
Hann svaraði: „Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fylginum!“
Fyrsta Mósebók 37:17 Fyrsta Mósebók
Maðurin segði: „Teir eru farnir avstað hiðani; eg hoyrdi teir siga: „Latið okkum fara til Dotan!““ So fór Jósef aftan á brøðrum sínum og hitti teir í Dotan.
Fyrsta Mósebók 37:18 Fyrsta Mósebók
Men teir sóu hann langt burtur, og áðrenn hann var komin til teirra, løgdu teir ráð upp um at drepa hann
Fyrsta Mósebók 37:19 Fyrsta Mósebók
og søgdu hvør við annan: „Hyggið, har kemur hasin droymarin!
Fyrsta Mósebók 37:20 Fyrsta Mósebók
Komið, latið okkum nú drepa hann og kasta hann í ein av brunnunum her! Vit kunnu so siga, at villdýr hevur etið hann. So fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hansara!“
Fyrsta Mósebók 37:21 Fyrsta Mósebók
Men táið Ruben hoyrdi hetta, ætlaði hann at bjarga honum undan hondum teirra og segði: „Latið okkum ikki drepa hann!“
Fyrsta Mósebók 37:22 Fyrsta Mósebók
Og so segði hann við teir: „Fáið ikki blóð at renna! Koyrið hann niður í henda brunnin her í oyðimørkini, men leggið ikki hond á hann!“ – Tí hann ætlaði at bjarga honum undan hondum teirra og fáa faðir sínum hann aftur.
Fyrsta Mósebók 37:23 Fyrsta Mósebók
Táið so Jósef kom til brøður sínar, lótu teir hann úr kyrtlinum, tí fótsíða kyrtlinum, sum hann var í.
Fyrsta Mósebók 37:24 Fyrsta Mósebók
Og teir tóku hann og koyrdu hann niður í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum.
Fyrsta Mósebók 37:25 Fyrsta Mósebók
So settust teir at eta. Og táið teir hugdu upp, sóu teir eitt fylgi av Ísmaelitum, sum komu úr Gilead; kamelar teirra bóru kryddurtir, balsam og ladanum,* sum teir vóru á veg til Egyptalands við.
Fyrsta Mósebók 37:26 Fyrsta Mósebók
Juda segði nú við brøður sínar: „Hvat batar okkum at drepa bróður og dylja drápið!
Fyrsta Mósebók 37:27 Fyrsta Mósebók
Latið okkum heldur selja Ísmaelitunum hann og ikki leggja hond á hann – hann er jú tó beiggi okkara, hold og blóð okkara!“ – Og brøður hansara gjørdu, sum hann segði.
Fyrsta Mósebók 37:28 Fyrsta Mósebók
Táið nú midjanitiskir keypmenn komu framvið har, tóku teir Jósef upp úr brunninum, og so seldu teir Ísmaelitunum Jósef fyri 20 seklar av silvuri. Ísmaelitarnir fóru til Egyptalands við Jósefi.
Fyrsta Mósebók 37:29 Fyrsta Mósebók
Táið Ruben nú kom aftur til brunnin, fekk hann at síggja, at eingin Jósef var har. Tá skræddi hann klæði síni,
Fyrsta Mósebók 37:30 Fyrsta Mósebók
fór aftur til brøður sínar og segði: „Drongurin er burtur! Hvat skal eg gera av mær!“
Fyrsta Mósebók 37:31 Fyrsta Mósebók
– Teir tóku so kyrtil Jósefs og smurdu hann út í blóðinum av bukki, sum teir drópu;
Fyrsta Mósebók 37:32 Fyrsta Mósebók
so sendu teir tann síða kyrtilin heim til faðir sín við hesum boðum: „Henda hava vit funnið; hygg eftir, um tað ikki er kyrtilin hjá syni tínum!“
Fyrsta Mósebók 37:33 Fyrsta Mósebók
Hann kendi hann aftur og segði: „Jú, tað er kyrtilin hjá syni mínum! Eitt villdýr hevur etið hann – ja, so vist er Jósef sundurskræddur!“
Fyrsta Mósebók 37:34 Fyrsta Mósebók
So skræddi Jákup klæði síni og bant sekk um lendar sínar, og hann syrgdi son sín í langa tíð.
Fyrsta Mósebók 37:35 Fyrsta Mósebók
Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta, men segði: „Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín!“ Faðir hansara græt um hann.
Fyrsta Mósebók 37:36 Fyrsta Mósebók
Men Midjanitarnir seldu hann í Egyptalandi til Potifar, sum var hirðmaður hjá Farao og høvdingi yvir lívvaktini.
Seinna Sámuelsbók 13:18 Seinna Sámuelsbók
Hon var í síðum kyrtli; tí soleiðis klæddu kongadøturnar seg í forðum, so leingi sum tær vóru moyggjar. Tænarin leiddi hana tá út úr húsinum og stongdi dyrnar eftir henni.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Fyrsta Mósebók 36:1 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Esaus – Edoms.
Fyrsta Mósebók 36:2 Fyrsta Mósebók
Esau hevði tikið sær konur av døtrum Kána’ans: Adu, dóttur Hetitin Elon, Oholibamu, dóttur Ana, son Hevitin Zibeon,
Fyrsta Mósebók 36:3 Fyrsta Mósebók
og Basmat, dóttur Ísmael, systur Nebajot.
Fyrsta Mósebók 36:4 Fyrsta Mósebók
Við Adu átti Esau Elifaz, og við Basmat Re’uel;
Fyrsta Mósebók 36:5 Fyrsta Mósebók
við Oholibamu átti hann Je’us, Jalam og Kora. Hetta vóru synir Esau, sum hann fekk í Kána’anslandi.
Fyrsta Mósebók 36:6 Fyrsta Mósebók
Esau tók nú konur sínar, synir og døtur sínar og alt húsfólk sítt, fylgi síni, alt fæ sítt og allan annan eigindóm, ið hann hevði savnað sær í Kána’anslandi, og fór til annað land og skilti seg soleiðis frá Jákupi, bróður sínum.
Fyrsta Mósebók 36:7 Fyrsta Mósebók
Tí góðs teirra var ov mikið til, at teir kundu búgva saman; landið, ið teir búðu í sum fremmandir, rúmaði teimum ikki, so stór vóru fylgi teirra.
Fyrsta Mósebók 36:8 Fyrsta Mósebók
Esau búsettist so á Se’irsfjøllum – Esau, tað er tann sami sum Edom.
Fyrsta Mósebók 36:9 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Esaus, hann, ið var ættarfaðir at Edomitum á Se’irsfjøllum.
Fyrsta Mósebók 36:10 Fyrsta Mósebók
Nøvnini á sonum Esau eru hesi: Elifaz, sum Ada, kona Esau, átti, og Re’uel, sum Basmat, kona Esau, átti.
Fyrsta Mósebók 36:11 Fyrsta Mósebók
Elifaz átti hesar synir: Teman, Omar, Zefo, Gatam og Kenaz.
Fyrsta Mósebók 36:12 Fyrsta Mósebók
Og Elifaz, sonur Esau, hevði hjákonu, sum æt Timna; við henni fekk Elifaz Amalek. – Hetta vóru synir Adu, konu Esau.