Jósef

35 versir um "Jósef"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 39:2 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN var við Jósefi, so at alt eydnaðist honum. Hann var í húsinum hjá harra sínum, Egyptanum;

3
Fyrsta Mósebók 39:3 Fyrsta Mósebók

og táið harri hansara sá, at HARRIN var við honum, og at HARRIN læt alt, ið hann gjørdi, eydnast honum,

3
Fyrsta Mósebók 39:4 Fyrsta Mósebók

fann Jósef náði fyri eygum hansara og slapp at ganga honum til handa; hann setti hann yvir hús sítt og gav honum upp í hendur alt, ið hann átti.

3
Fyrsta Mósebók 39:5 Fyrsta Mósebók

Og frá tí stund ið hann hevði sett hann yvir hús sítt og yvir alt, ið hann átti, signaði HARRIN hús Egyptans fyri Jósefs skuld; signing HARRANS hvíldi á øllum, ið hann átti, bæði í húsinum og á markini.

3
Fyrsta Mósebók 37:4 Fyrsta Mósebók

Men táið brøður hansara sóu, at faðir teirra var betri við hann enn við allar hinar synir sínar, fingu teir agg til hansara og kundu ikki tala blídliga við hann.

2
Fyrsta Mósebók 39:21 Fyrsta Mósebók

Men HARRIN var við Jósefi og gjørdi, at hann varð væl lýddur av øllum, og læt hann finna náði hjá fyristøðumanni fangahúsins,

2
Fyrsta Mósebók 45:1 Fyrsta Mósebók

Tá kundi Jósef ikki halda sær longur fyri øllum teimum, ið hjá honum stóðu, og hann rópti: „Latið øll fara út!“ – Tað var soleiðis eingin hjástaddur, táið Jósef segði brøðrum sínum, hvør hann var.

2
Fyrsta Mósebók 45:2 Fyrsta Mósebók

So skar hann í grát, og hann græt so hart, at Egyptarnir hoyrdu tað; og tey hjá Farao fingu tað at vita.

2
Fyrsta Mósebók 45:3 Fyrsta Mósebók

Jósef segði við brøður sínar: „Eg eri Jósef! Livir pápi enn?“ Men brøður hansara fingu ikki svarað honum, so ræddir vóru teir fyri honum.

2
Fyrsta Mósebók 45:4 Fyrsta Mósebók

So segði Jósef við brøður sínar: „Komið higar til mín!“ Og táið teir komu til hansara, segði hann: „Eg eri Jósef, bróðir tykkara, sum tit seldu til Egyptalands.

2
Fyrsta Mósebók 45:5 Fyrsta Mósebók

Men nú skulu tit ikki vera ringir um tað ella gremja tykkum um, at tit seldu meg higar; tí til at bjarga lívum hevur Gud sent meg higar undan tykkum.

2
Fyrsta Mósebók 45:6 Fyrsta Mósebók

Nú hevur í tvey ár verið hungursneyð í landinum, og í fimm ár enn skal hvørki verða pløgt ella heystað.

2
Fyrsta Mósebók 45:7 Fyrsta Mósebók

Tí sendi Gud meg undan tykkum, tí Hann vildi lata tykkum eiga eftirkomarar á jørðini, og tí Hann vildi lata tykkum liva – ja, til bjarging fyri mong.

2
Fyrsta Mósebók 45:8 Fyrsta Mósebók

Tað eru tí ikki tit, ið hava sent meg higar, nei, tað er Gud; og Hann hevur sett meg Farao til ein faðir, til harra yvir øllum húsi hansara og til at ráða yvir øllum Egyptalandi.

2
Fyrsta Mósebók 45:9 Fyrsta Mósebók

Skundið tykkum nú heimaftur til pápa og sigið við hann: „Jósef, sonur tín, letur siga: Gud hevur sett meg til harra yvir øllum Egyptalandi; kom oman til mín, drála ikki!

2
Fyrsta Mósebók 45:10 Fyrsta Mósebók

Tú skalt fáa landið Gosen at búgva í og vera nær hjá mær, bæði tú og børn tíni og barnabørn tíni, við smáfæi og neytum tínum og øllum, ið tú hevur.

2
Fyrsta Mósebók 45:11 Fyrsta Mósebók

Eg skal síggja tær til góða har – tí fimm hungursár koma enn – so tú ikki verður útarmaður, tú og hús títt og øll tey, ið hoyra tær til.“

2
Fyrsta Mósebók 45:12 Fyrsta Mósebók

– Nú síggja tit við tykkara egnu eygum, bæði tit og Benjamin beiggi, at tað eri eg, ið tosi við tykkum.

2
Fyrsta Mósebók 45:13 Fyrsta Mósebók

Sigið nú pápa frá allari dýrd míni í Egyptalandi og frá øllum tí, ið tit hava sæð, og skundið tykkum at fáa pápa higar!“

2
Fyrsta Mósebók 45:14 Fyrsta Mósebók

So leyp hann um hálsin á bróður sínum Benjamin og græt, og Benjamin græt í ørmum hansara.

2
Fyrsta Mósebók 45:15 Fyrsta Mósebók

Og hann kysti allar brøður sínar og græt við bróst teirra. So tosaðu brøður hansara við hann.

2
Fyrsta Mósebók 45:16 Fyrsta Mósebók

Tað frættist nú hjá Farao, at brøður Jósef vóru komnir, og bæði Farao og tænarum hansara dámdi hetta væl.

2
Fyrsta Mósebók 45:17 Fyrsta Mósebók

Farao segði við Jósef: „Sig við brøður tínar: „Soleiðis skulu tit gera: Leggið á kríatúr tykkara og farið heim til Kána’ansland!

2
Fyrsta Mósebók 45:18 Fyrsta Mósebók

Komið so higar til mín við faðir tykkara og húsfólki tykkara! So skal eg geva tykkum tað besta í Egyptalandi, og tit skulu eta av fitini í landinum.“

2
Fyrsta Mósebók 45:19 Fyrsta Mósebók

Eg sigi tí við teg, at tú skalt siga við teir: „Soleiðis skulu tit gera: Tit skulu úr Egyptalandi taka vagnar við tykkum til børn og konur tykkara, og komið higar við faðir tykkara!

2
Fyrsta Mósebók 45:20 Fyrsta Mósebók

Hugsið einki um tað, ið tit eiga, tí tað besta í øllum Egyptalandi skal hoyra tykkum til!““

2
Fyrsta Mósebók 45:21 Fyrsta Mósebók

Hetta gjørdu nú synir Ísraels. Og eftir boði Faraos læt Jósef teir fáa vagnar og gav teimum mat við á vegin.

2
Fyrsta Mósebók 45:22 Fyrsta Mósebók

Hann gav teimum ein høgtíðarklædning hvørjum, men Benjamin gav hann 300 seklar av silvuri og 5 høgtíðarklædningar.

2
Fyrsta Mósebók 45:23 Fyrsta Mósebók

Faðir sínum sendi hann 10 esil við tí besta, sum í Egyptalandi var, og 10 esilsryssur, ið bóru faðir hansara korn og breyð og mat til ferðakost.

2
Fyrsta Mósebók 45:24 Fyrsta Mósebók

So læt hann brøður sínar fara, og teir hildu avstað; og hann segði við teir: „Klandrist ikki á vegnum!“

2
Fyrsta Mósebók 45:25 Fyrsta Mósebók

Teir fóru nú heim úr Egyptalandi og komu til Kána’ansland, til Jákup, faðir sín.

2
Fyrsta Mósebók 45:26 Fyrsta Mósebók

Og teir bóru honum tíðindi og søgdu: „Jósef livir enn, og hann ræður yvir øllum Egyptalandi!“ – Men hjarta hansara varð verandi kalt, tí hann trúði teimum ikki.

2
Fyrsta Mósebók 45:27 Fyrsta Mósebók

Men táið teir so søgdu honum alt, ið Jósef hevði sagt við teir, og hann sá vagnarnar, ið Jósef hevði sent eftir honum, tá kom lív í anda Jákups, faðirs teirra,

2
Fyrsta Mósebók 45:28 Fyrsta Mósebók

og Ísrael segði: „Nóg mikið er! Jósef, sonur mín, livir enn! Eg fari avstað at síggja hann, áðrenn eg doyggi!“

2
Ápostlasøgan 7:9 Ápostlasøgan

Ættarfedrarnir bóru øvund móti Jósefi og seldu hann til Egyptalands. Men Gud var við honum,

2