Jórdaná
55 versir um "Jórdaná"
Versir
Síða 2 av 2Josva 4:24 Josva
– fyri at øll fólk á jørðini skulu sanna, at hond HARRANS er sterk, og fyri at tit allar dagar skulu óttast HARRAN Gud tykkara.““
Dómararnir 7:24 Dómararnir
Og Gideon sendi boð um í øllum fjallalandi Efra’ims og læt kunngera: „Farið móti Midjanitum og forðið teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan!“ Tá vórðu allir Efra’imitar stevndir saman, og teir forðaðu teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan.
Seinna Sámuelsbók 17:22 Seinna Sámuelsbók
Tá hildu tey avstað, bæði Dávid og alt fólkið, ið við honum var; tey fóru um Jordan; táið lýsti morgunin eftir, var ikki eitt, sum ikki var farið um Jordan.
Seinna Kongabók 2:14 Seinna Kongabók
Hann tók so kappa Eliasar – sum dottin var av honum – sló vatnið við honum og segði: „Hvar er HARRIN, Gud Eliasar!“ Táið hann hevði sligið vatnið, skiltist tað til báðar síður, og hann fór yvirum.
Matteus 3:6 Matteus
Og tey vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar.