Jórdaná

55 versir um "Jórdaná"

Versir

Síða 1 av 2
Seinna Kongabók 5:10 Seinna Kongabók

Elisa sendi boð út til hansara og læt siga: „Far og baða tær í Jordan sjey ferðir! So verður likam títt frískt aftur, og tú verður reinur.“

4
Seinna Kongabók 5:11 Seinna Kongabók

Tá kom ilt í Na’aman, og hann rýmdi avstað aftur við hesum orðum: „Eg hugsaði, at hann fór at koma út til mín, stíga fram og ákalla navn HARRANS Guds síns og førka hondina aftur og fram yvir staðnum og soleiðis taka burtur spitalskuna!

4
Seinna Kongabók 5:12 Seinna Kongabók

Eru ikki Abana og Parpar, áirnar við Damaskus, betri enn øll vøtn í Ísrael! Kundi eg ikki baðað mær í teimum og verðið reinur!“ Síðani vendi hann við og helt avstað í vreiði.

4
Seinna Kongabók 5:13 Seinna Kongabók

Men tænarar hansara stigu fram og søgdu við hann: „Faðir! Hevði profeturin álagt tær okkurt, sum var nógv fyri, hevði tú tá ikki gjørt tað! Hvussu mikið meiri tá ikki, nú ið hann bert sigur við teg: „Baða tær, so verður tú reinur!““

4
Seinna Kongabók 5:14 Seinna Kongabók

Tá fór hann oman og fór sjey ferðir undir í Jordan – soleiðis sum gudsmaðurin hevði sagt; likam hansara varð tá frískt aftur sum á smábarni, og hann varð reinur.

4
Matteus 3:13 Matteus

Tá kom Jesus úr Galilea til Jordan til Jóhannes at verða doyptur av honum.

4
Sálmarnir 114:3 Sálmarnir

Havið sá tað og flýddi, Jordan vendi við;

3
Jeremias 12:5 Jeremias

Táið tey, sum eru til gongu, pøsa teg, hvussu kanst tú tá kapprenna við hestar! Í friðarligum landi ert tú tryggur, men hvat fert tú at gera í stoltleika* Jordans!

3
Markus 1:9 Markus

Tað hendi á teimum døgum, at Jesus kom úr Nazaret í Galilea og varð doyptur av Jóhannesi í Jordan.

3
Fyrsta Mósebók 32:10 Fyrsta Mósebók

– Ov lítið havi eg at týða móti allari tí miskunn og trúfesti, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Við stavi mínum fór eg um Jordan her, og nú eri eg vorðin tveir herar!

2
Josva 3:1 Josva

Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til reiðar, helt avstað úr Sittim við øllum Ísraelsmonnum og kom at Jordan; har steðgaðu tey náttina av, áðrenn tey fóru yvirum.

2
Josva 3:2 Josva

Men táið tríggir dagar vóru umlidnir, gingu umsjónarmenninir um tilhaldið

2
Josva 3:3 Josva

og góvu fólkinum hetta boð: „Táið tit síggja sáttmálaørk HARRANS Guds tykkara, og hinar levitisku prestar koma berandi við henni, skulu tit fara, haðani sum tit eru stødd, og fylgja eftir henni.

2
Josva 3:4 Josva

Tó skulu tit lata vera einar 2000 alin millum tykkum og hana – nærri mugu tit ikki koma henni – so tit kunnu vita leiðina, ið tit skulu ganga; tí henda vegin hava tit ikki farið áður.“

2
Josva 3:5 Josva

Og Josva segði við fólkið: „Halgið tykkum! Tí í morgin fer HARRIN at gera undurverk millum tykkara.“

2
Josva 3:6 Josva

Síðani segði Josva við prestarnar: „Takið sáttmálaørkina og gangið undan fólkinum!“ Teir tóku tá sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum.

2
Josva 3:7 Josva

HARRIN segði við Josva: „Í dag byrji Eg at gera teg stóran í eygum als Ísraels, so tey skulu vita, at sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær.

2
Josva 3:8 Josva

Tú skalt geva prestunum, ið bera sáttmálaørkina, hetta boð: „Táið tit eru komnir tætt at vatninum í Jordan, skulu tit steðga har við Jordan!““

2
Josva 3:9 Josva

Josva segði nú við Ísraelsmenn: „Komið higar og hoyrið orð HARRANS Guds tykkara!“

2
Josva 3:10 Josva

Og Josva segði: „Av hesum skulu tit sanna, at hin livandi Gud er mitt ímillum tykkara, og at Hann vissuliga skal reka burt fyri tykkum Kána’anitar, Hetitar, Hevitar, Perizitar, Girgasitar, Amoritar og Jebusitar:

2
Josva 3:11 Josva

Sáttmálaørk Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, fer undan tykkum út í Jordan.

2
Josva 3:12 Josva

Veljið tykkum nú út tólv menn av ættum Ísraels, ein mann fyri hvørja ætt!

2
Josva 3:13 Josva

Og við tað sama sum prestarnir, ið bera ørk HARRANS, Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, stíga føturnar í vatn Jordans, skal vatnið í Jordan – vatnið, ið omanífrá kemur – steðga, so tað stendur sum veggur.“

2
Josva 3:14 Josva

Táið nú fólkið helt avstað úr tjøldum sínum til at fara um Jordan, við prestunum, ið ørkina bóru, á odda,

2
Josva 3:15 Josva

og teir, ið ørkina bóru, komu at Jordan, og prestarnir, ið ørkina bóru, stigu við fótunum í vatnið innast við land – men Jordan fløddi yvir allar bakkar sínar alla heystartíðina –

2
Josva 3:16 Josva

tá steðgaði vatnið, ið omanífrá kom, og stóð sum veggur langt burtur, við býin Ádam, sum liggur tætt við Zaretan; men tað, sum rann oman móti vatninum á slættlendinum – Salthavi – rann heilt burtur. So fór fólkið yvirum, beint yvir av Jeriko.

2
Josva 3:17 Josva

Men prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, stóðu á turrum mitt í Jordan og fluttu seg ikki; og alt Ísrael fór yvirum á turrum, inntil alt fólkið var komið yvir um Jordan.

2
Josva 4:1 Josva

Táið nú alt fólkið var komið um Jordan, segði HARRIN við Josva:

2
Josva 4:2 Josva

„Veljið tykkum tólv menn av fólkinum, ein mann av hvørji ætt,

2
Josva 4:3 Josva

og gevið teimum hetta boð: „Takið tykkum tólv steinar hiðani, mitt úr Jordan, haðani sum prestarnir eru steðgaðir, havið teir yvirum við tykkum og leggið teir, har sum tit verða verandi í nátt!““

2
Josva 4:4 Josva

Josva sendi tá boð eftir teimum tólv monnunum, ið hann hevði valt millum Ísraelsmenn – einum manni av hvørji ætt –

2
Josva 4:5 Josva

og Josva segði við teir: „Farið fyri ørk HARRANS Guds tykkara mitt út í Jordan og takið hvør sín stein á økslina, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna!

2
Josva 4:6 Josva

Hesir steinar skulu vera tekin millum tykkara. Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja: „Hvat hava hesir steinar at týða?“

2
Josva 4:7 Josva

skulu tit svara teimum: „Vatnið í Jordan steðgaði fyri sáttmálaørk HARRANS; táið hon fór út í Jordan, steðgaði vatn Jordans, og hesir steinar skulu til ævigar tíðir vera Ísraelsmonnum minni um hetta.““

2
Josva 4:8 Josva

Ísraelsmenn gjørdu nú, sum Josva segði við teir; teir tóku tólv steinar upp úr Jordan, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva, svarandi til tal ætta Ísraelsmanna, og teir bóru teir yvirum við sær, hagar sum teir vórðu verandi ta náttina, og løgdu teir har.

2
Josva 4:9 Josva

Og úti í Jordan, har sum prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu stillir, har reisti Josva tólv steinar, og teir standa har enn í dag.

2
Josva 4:10 Josva

Prestarnir, ið bóru sáttmálaørkina, stóðu úti í Jordan, inntil alt tað, ið HARRIN hevði álagt Josva at siga við fólkið, var fullført – á allan hátt eftir tí, sum Móses hevði álagt Josva. Og fólkið skundaði sær at fara yvirum.

2
Josva 4:11 Josva

Táið nú alt fólkið var yvirum komið, fóru ørk HARRANS og prestarnir yvirum og fóru fram um fólkið.

2
Josva 4:12 Josva

Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse fóru vápnaðir yvirum á odda hjá Ísraelsmonnum – soleiðis sum Móses hevði sagt við teir;

2
Josva 4:13 Josva

um 40000 mans í tali, vápnaðir til bardaga, hildu teir yvir á Jerikoheiðar fyri ásjón HARRANS til bardaga.

2
Josva 4:14 Josva

Henda dagin gjørdi HARRIN Josva stóran í eygum als Ísraels; og tey óttaðust hann alla ævi hansara, júst sum tey høvdu óttast Móses.

2
Josva 4:15 Josva

Nú segði HARRIN við Josva:

2
Josva 4:16 Josva

„Sig við prestarnar, ið bera vitnisburðarørkina, at teir skulu koma upp úr Jordan!“

2
Josva 4:17 Josva

Josva gav so prestunum hetta boð: „Komið upp úr Jordan!“

2
Josva 4:18 Josva

Prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, komu nú upp úr Jordan, og tað var ikki meir, enn teir høvdu sett føturnar á turt land, tá fall vatnið í Jordan aftur á stað sítt og fløddi sum frammanundan yvir allar bakkar sínar.

2
Josva 4:19 Josva

Tað var tann tíggjunda í fyrsta mánaði, at fólkið kom upp úr Jordan, og tey reistu tjøldini við Gilgal, eystast í landinum, sum hoyrdi til Jeriko.

2
Josva 4:20 Josva

Har í Gilgal reisti Josva hinar tólv steinarnar, ið teir høvdu tikið upp úr Jordan.

2
Josva 4:21 Josva

Og hann segði við Ísraelsmenn: „Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja fedrar sínar: „Hvat hava hesir steinar at týða?“

2
Josva 4:22 Josva

skulu tit siga børnum tykkara frá tí: „Ísrael gekk á turrum um Jordan her;

2
Josva 4:23 Josva

tí HARRIN Gud tykkara læt vatnið í Jordan torna upp fyri tykkum, inntil tit vóru yvirum komin, eins og HARRIN Gud tykkara gjørdi við Reyðahav, sum Hann læt torna upp fyri okkum, inntil vit vóru yvirum komin

2