Jonas
33 versir um "Jonas"
Versir
Síða 1 av 1Jónas 1:1 Jónas
Orð HARRANS kom til Jónas, son Amittai; Hann segði:
Jónas 1:2 Jónas
„Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og tala móti honum! Tí óndskapur teirra er stigin upp fyri andlit Mítt.“
Jónas 1:3 Jónas
Men Jónas helt avstað og ætlaði at flýggja til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS; hann fór til Joppe, og táið hann har fann skip, ið skuldi til Tarsis, greiddi hann flutningsgjaldið og fór umborð til at fara við teimum til Tarsis, burtur frá ásjón HARRANS.
Jónas 1:4 Jónas
Men HARRIN sendi harðveður á sjógvin; ódnarstormur varð á havinum, so skipið var um at ganga burtur.
Jónas 1:5 Jónas
Tá kom ræðsla á skipsmenninar, og teir róptu hvør til gud sín; tað, sum í skipinum var, kastaðu teir út fyri at lætta um tað. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fastasvøvni.
Jónas 1:6 Jónas
Skiparin fór tá til hansara og segði: „Hvussu fært tú sovið so? Kom upp og rópa til Gud tín! Kanska Gud hugsar um okkum, so vit ganga ikki burtur.“
Jónas 1:7 Jónas
So søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum kasta lut, so vit kunnu fáa at vita, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum!“ Teir kastaðu so lut, og luturin fall á Jónas.
Jónas 1:8 Jónas
Tá søgdu teir við hann: „Sig okkum, hvør ið er skyld í, at henda vanlukka er komin á okkum! Hvat er ørindi títt, og hvaðani kemur tú? Hvørjum landi ert tú úr, og hvørji tjóð ert tú av?“
Jónas 1:9 Jónas
Hann svaraði: „Eg eri Hebreari, og eg óttist HARRAN, Gud Himmalsins, Hann, sum hevur gjørt havið og turrlendið.“
Jónas 1:10 Jónas
Tá fall stór ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: „Hví hevur tú gjørt hetta?“ – Teir vistu, at hann flýddi frá ásjón HARRANS, tí tað hevði hann sagt teimum.
Jónas 1:11 Jónas
Og teir spurdu hann: „Hvat skulu vit gera við teg, so sjógvurin kann slætna hjá okkum?“ – Tí sjógvurin østist meiri og meiri upp.
Jónas 1:12 Jónas
Hann svaraði: „Takið meg og kastið meg á sjógvin! So fer sjógvurin at slætna hjá tykkum; tí eg veit, at tað er fyri mína skuld, hesin ógvuligi stormur er komin á tykkum.“
Jónas 1:13 Jónas
Menninir royndu nú at rógva aftur til lands; men teir vóru ikki mentir, tí sjógvurin østist meiri og meiri upp ímóti teimum.
Jónas 1:14 Jónas
Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: „Á HARRI! Lat okkum ikki ganga burtur, fyri tað at hesin maður skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum! – Tú, HARRI, hevur jú gjørt, sum Tú vildi!“
Jónas 1:15 Jónas
Síðani tóku teir Jónas og kastaðu hann á sjógvin; tá slætnaði sjógvurin við tað sama.
Jónas 1:16 Jónas
Og stórur ótti fyri HARRANUM fall á menninar; teir ofraðu HARRANUM sláturoffur og gjørdu lyfti.
Matteus 12:40 Matteus
Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar.
Lukas 11:30 Lukas
Tí eins og Jónas varð Ninevemonnum tekin, so skal eisini Menniskjasonurin verða hesi ætt.
Seinna Kongabók 14:25 Seinna Kongabók
Hann vann aftur Ísraelsland, haðani sum leiðin liggur til Hamat og líka at vatninum á slættlendinum – eftir orðinum, ið HARRIN Gud Ísraels hevði talað við tænara Sínum Jónasi profeti, syni Amittai, úr Gat-Hefer.
Jónas 2:2 Jónas
Jónas bað í búki fisksins til HARRAN Gud sín
Jónas 2:3 Jónas
og segði: „Eg kallaði á HARRAN í neyð míni, og Hann svaraði mær; úr fangi deyðaríkisins rópti eg, og Tú hoyrdi rødd mína.
Jónas 2:4 Jónas
Tú kastaði meg í djúpið, mitt í havið, og streymurin var rundan um meg; øll brot Tíni og allar bylgjur Tínar løgdu yvir meg.
Jónas 2:5 Jónas
Eg hugsaði: „Eg eri rikin burt frá eygum Tínum!“ Men eg skal aftur sleppa at skoða upp móti heilaga templi Tínum.
Jónas 2:6 Jónas
Vøtnini vóru rundan um meg líka at sálini, djúpið var rundan um meg, tari var vavdur um høvd mítt.
Jónas 2:7 Jónas
Til grundvøllir fjallanna sakk eg niður; sláir jarðarinnar vóru læstar eftir mær í allar ævir. Men Tú førdi lív mítt upp úr grøvini, HARRI Gud mín!
Jónas 2:8 Jónas
Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg HARRAN, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum.
Jónas 2:9 Jónas
Tey, sum halda seg til tómar avgudar, venda miskunn síni bakið.
Matteus 12:41 Matteus
Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum – og hyggið, her er meir enn Jónas!
Lukas 11:29 Lukas
Táið nú fólkið streymaði til, tók Hann til orða og segði: „Henda ætt er ónd ætt; hon krevur tekin, og henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar.
Jónas 2:1 Jónas
Men HARRIN læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi, og Jónas var í búki fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur.
Jónas 2:10 Jónas
Men eg skal ofra til Tín við takkarrødd; tað, ið eg havi lovað, skal eg halda. – Hjá HARRANUM er frelsa.“
Jónas 4:11 Jónas
og Mær skuldi ikki tykst synd í Nineve, hinum stóra staði, har meir enn tólv ferðir tíggju túsund menniskju eru, sum ikki kenna vinstru frá høgru, og nógv kríatúr!“
Matteus 16:4 Matteus
Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men einki tekin skal verða henni givið uttan tekin Jónasar.“ So fór Hann frá teimum og fór avstað.