jólatrø
33 versir um "jólatrø"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 10:1 Jeremias
Hoyrið orðið, ið HARRIN talar til tykkara, hús Ísraels!
Jeremias 10:2 Jeremias
So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!
Jeremias 10:3 Jeremias
Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;
Jeremias 10:4 Jeremias
við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.
Jeremias 10:5 Jeremias
Teir* eru sum ræða í melóngarði og duga ikki at tosa; teir mugu verða bornir, tí teir duga ikki at ganga. Ræðist ikki teir! Teir fáa jú einki ilt gjørt, og líka lítið eru teir mentir at gera gott.
Jeremias 10:6 Jeremias
Eingin er sum Tú, HARRI! Stórur ert Tú, og stórt er navn Títt við veldi Tínum.
Jeremias 10:7 Jeremias
Hvør skuldi ikki óttast Teg, Tú kongur tjóðanna! Tað sømir seg; tí millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin sum Tú.
Jeremias 10:8 Jeremias
Men teir eru allir samlir skilaleysir, dárar eru teir. Tóm læra! Træ er hon* –
Jeremias 10:9 Jeremias
sligið silvur, innflutt úr Tarsis, og gull úr Ufaz, verk, ið træsmiðurin og gullsmiðurin hava gjørt; blátt og reytt purpur er klædningur teirra; verk, ið listarkønir menn hava gjørt, eru teir allir samlir.
Jeremias 10:10 Jeremias
Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur.
Jeremias 10:11 Jeremias
So skulu tit siga við tey: Gudarnir, ið ikki hava gjørt himmal og jørð, teir skulu hvørva av jørðini og undan himlinum.
Jeremias 10:12 Jeremias
Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.
Jeremias 10:13 Jeremias
Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himlinum; Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum.
Jeremias 10:14 Jeremias
Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av skurðmynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum.
Jeremias 10:15 Jeremias
Tær eru fáfongd – verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar.
Jeremias 10:16 Jeremias
Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt; og Ísrael er ættin, ið er arvalutur Hansara – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.
Jeremias 10:17 Jeremias
Savna góðs títt saman úr landinum, tú, sum býrt í kringsettum býum!
Jeremias 10:18 Jeremias
Tí so sigur HARRIN: Hesa ferð skal Eg sleingja burt tey, sum í landinum búgva, og Eg skal lata tey koma í trongd, so tey sanna tað!
Jeremias 10:19 Jeremias
Vei mær, sum eg eri sundursoraður! Sár mítt er ógrøðandi. Men eg sigi: Ja, hetta er plága mín, eg noyðist at bera hana!
Jeremias 10:20 Jeremias
Tjald mítt er oytt, øll tog míni eru slitin; børn míni eru farin frá mær og eru ikki til longur; eingin reisir tjald mítt longur, eingin heingir upp teppi míni.
Jeremias 10:21 Jeremias
Nei, hirðarnir vóru skilaleysir og søktu ikki HARRAN; tí fóru teir ikki at við vísdómi – og alt fylgi teirra spjaddist sundur!
Jeremias 10:22 Jeremias
Boðskapur hoyrist, ja, tað nærkast! Ógvuligt óljóð kemur úr Norðurlandi, og býirnir í Juda skulu verða gjørdir til oyðimørk, sjakalabústað.
Jeremias 10:23 Jeremias
Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!
Jeremias 10:24 Jeremias
Tykta meg, HARRI, men við máta, ikki í vreiði Tíni, so Tú forkemur mær heilt!
Jeremias 10:25 Jeremias
Úthell vreiði Tína yvir heidningarnar, ið kenna Teg ikki, og yvir ættirnar, ið ikki ákalla navn Títt! Tí tey hava etið upp Jákup, ja, etið hann upp og gjørt enda á honum; bústað hansara hava tey lagt í oyði.
Fimta Mósebók 16:21 Fimta Mósebók
Tú mást onga Asjeru seta tær, einki træ av nøkrum slagi, hjá altarinum, ið tú reisir HARRANUM Gudi tínum.
Triðja Mósebók 23:40 Triðja Mósebók
Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum ávøkst av vøkrum trøum, pálmagreinar og kvistar av blaðríkum trøum og pílatrøum; og í sjey dagar skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.
Ester 9:22 Ester
av tí at hetta vóru dagarnir, ið Jødarnir fingu frið fyri fíggindum sínum, og av tí at tað var í tí mánaðinum, at trongd teirra vendist til gleði, og sorg teirra í hátíð; tí skuldu tey gera hesar dagar til veitslu- og gleðidagar og senda hvørt øðrum mat og hinum fátæku gávur.
Esaias 7:14 Esaias
Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Esaias 11:1 Esaias
Men kvistur skal spretta av runni Ísais, og grein vaksa upp av rótum hansara;
Esaias 60:13 Esaias
Dýrd Libanons skal koma til tín, bæði syprisviður, almviður og buksviður, til at prýða staðið, har sum halgidómur Mín er, og Eg skal æra staðið, ið føtur Mínir standa á.
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.