jólatræ

37 versir um "jólatræ"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 10:1 Jeremias

Hoyrið orðið, ið HARRIN talar til tykkara, hús Ísraels!

4
Jeremias 10:2 Jeremias

So sigur HARRIN: Venjið tykkum ikki at bera tykkum at sum heidningarnir, og ræðist ikki himmalteknini, fyri tað at heidningarnir ræðast tey!

4
Jeremias 10:3 Jeremias

Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;

4
Jeremias 10:4 Jeremias

við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.

4
Jeremias 10:5 Jeremias

Teir* eru sum ræða í melóngarði og duga ikki at tosa; teir mugu verða bornir, tí teir duga ikki at ganga. Ræðist ikki teir! Teir fáa jú einki ilt gjørt, og líka lítið eru teir mentir at gera gott.

4
Esaias 11:1 Esaias

Men kvistur skal spretta av runni Ísais, og grein vaksa upp av rótum hansara;

3
Jeremias 3:6 Jeremias

Meðan Josias sat sum kongur, segði HARRIN við meg: Hevur tú sæð, hvat Ísrael, handa fráfalna kvinnan, hevur gjørt? Hon fór niðan á hvørt høgt fjall og inn undir hvørt grønt træ og horaðist har.

3
Triðja Mósebók 23:40 Triðja Mósebók

Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum ávøkst av vøkrum trøum, pálmagreinar og kvistar av blaðríkum trøum og pílatrøum; og í sjey dagar skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.

2
Fimta Mósebók 12:29 Fimta Mósebók

Táið HARRIN Gud tín hevur oytt fólkini, ið tú nú fert at reka burt, og tú hevur rikið tey burt og búsett teg í landi teirra,

2
Fimta Mósebók 12:30 Fimta Mósebók

varða teg tá, at tú letur teg ikki dára og gongur í fótasporum teirra, eftir at tey eru oydd fyri tær, og at tú spyrt ikki eftir gudum teirra og sigur: „Hvussu plagdu hesi fólk at dýrka gudar sínar? – Soleiðis skal eg gera við!“

2
Fimta Mósebók 12:31 Fimta Mósebók

– Tú mást ikki gera sum tey, táið tú dýrkar HARRAN Gud tín; tí alt tað, ið er HARRANUM andstygd, og sum Hann hatar, tað hava tey gjørt, gudum sínum til heiður, ja, tey brendu enntá synir og døtur sínar, gudum sínum til heiður.

2
Fimta Mósebók 12:32 Fimta Mósebók

Alt tað, ið Eg áleggi tykkum, skulu tit akta væl eftir at gera; tú skalt einki leggja aftrat og einki taka burturav.“

2
Ester 9:22 Ester

av tí at hetta vóru dagarnir, ið Jødarnir fingu frið fyri fíggindum sínum, og av tí at tað var í tí mánaðinum, at trongd teirra vendist til gleði, og sorg teirra í hátíð; tí skuldu tey gera hesar dagar til veitslu- og gleðidagar og senda hvørt øðrum mat og hinum fátæku gávur.

2
Esaias 7:14 Esaias

Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*

2
Jeremias 10:6 Jeremias

Eingin er sum Tú, HARRI! Stórur ert Tú, og stórt er navn Títt við veldi Tínum.

2
Jeremias 10:7 Jeremias

Hvør skuldi ikki óttast Teg, Tú kongur tjóðanna! Tað sømir seg; tí millum allar vísmenn tjóðanna og í øllum ríkjum teirra er eingin sum Tú.

2
Jeremias 10:8 Jeremias

Men teir eru allir samlir skilaleysir, dárar eru teir. Tóm læra! Træ er hon* –

2
Jeremias 10:9 Jeremias

sligið silvur, innflutt úr Tarsis, og gull úr Ufaz, verk, ið træsmiðurin og gullsmiðurin hava gjørt; blátt og reytt purpur er klædningur teirra; verk, ið listarkønir menn hava gjørt, eru teir allir samlir.

2
Jeremias 10:10 Jeremias

Men HARRIN er Gud av sonnum; Hann er livandi Gud og ævigur kongur; vreiði Hansara fær jørðina at nøtra; og fólkini fáa ikki úthildið tað, táið Hann verður illur.

2
Jeremias 10:11 Jeremias

So skulu tit siga við tey: Gudarnir, ið ikki hava gjørt himmal og jørð, teir skulu hvørva av jørðini og undan himlinum.

2
Jeremias 10:12 Jeremias

Hann er tann, sum við kraft Síni skapti jørðina, við vísdómi Sínum grundfesti jarðarríki og við viti Sínum tandi út himmalin.

2
Jeremias 10:13 Jeremias

Táið Hann letur rødd Sína ljóða, brúsa vøtnini í himlinum; Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, sendir snarljós við regni og letur vind koma út úr goymslum Sínum.

2
Jeremias 10:14 Jeremias

Sum dárar standa øll menniskju og skilja einki; hvør gullsmiður verður til skammar av skurðmynd síni; tí stoyptu myndir hansara eru lygn, og eingin andi er í teimum.

2
Jeremias 10:15 Jeremias

Tær eru fáfongd – verk, ið verður havt til spott; táið heimsøkingartíð teirra kemur, skulu tær ganga til grundar.

2
Jeremias 10:16 Jeremias

Ikki er arvalutur Jákups teimum líkur; nei, Hann er tann, ið hevur skapt alt; og Ísrael er ættin, ið er arvalutur Hansara – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara.

2
Jeremias 10:17 Jeremias

Savna góðs títt saman úr landinum, tú, sum býrt í kringsettum býum!

2
Jeremias 10:18 Jeremias

Tí so sigur HARRIN: Hesa ferð skal Eg sleingja burt tey, sum í landinum búgva, og Eg skal lata tey koma í trongd, so tey sanna tað!

2
Jeremias 10:19 Jeremias

Vei mær, sum eg eri sundursoraður! Sár mítt er ógrøðandi. Men eg sigi: Ja, hetta er plága mín, eg noyðist at bera hana!

2
Jeremias 10:20 Jeremias

Tjald mítt er oytt, øll tog míni eru slitin; børn míni eru farin frá mær og eru ikki til longur; eingin reisir tjald mítt longur, eingin heingir upp teppi míni.

2
Jeremias 10:21 Jeremias

Nei, hirðarnir vóru skilaleysir og søktu ikki HARRAN; tí fóru teir ikki at við vísdómi – og alt fylgi teirra spjaddist sundur!

2
Jeremias 10:22 Jeremias

Boðskapur hoyrist, ja, tað nærkast! Ógvuligt óljóð kemur úr Norðurlandi, og býirnir í Juda skulu verða gjørdir til oyðimørk, sjakalabústað.

2
Jeremias 10:23 Jeremias

Eg veit, HARRI, at menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, at ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!

2
Jeremias 10:24 Jeremias

Tykta meg, HARRI, men við máta, ikki í vreiði Tíni, so Tú forkemur mær heilt!

2
Jeremias 10:25 Jeremias

Úthell vreiði Tína yvir heidningarnar, ið kenna Teg ikki, og yvir ættirnar, ið ikki ákalla navn Títt! Tí tey hava etið upp Jákup, ja, etið hann upp og gjørt enda á honum; bústað hansara hava tey lagt í oyði.

2
Matteus 2:11 Matteus

Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra.

2
Lukas 2:8 Lukas

Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.

2
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2