Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

Jóhannes sum rithøvundur Jóhannesarevangelii

290 versir um "Jóhannes sum rithøvundur Jóhannesarevangelii"

Versir

Síða 6 av 6
Jóhannes 14:2 Jóhannes

Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.

2
Jóhannes 14:3 Jóhannes

Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.

2
Jóhannes 14:4 Jóhannes

Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin.“

2
Jóhannes 14:5 Jóhannes

Tummas segði við Hann: „Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!“

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Jóhannes 14:7 Jóhannes

Høvdu tit kent Meg, so kendu tit Faðir Mín við; og frá hesi stund kenna tit Hann og hava sæð Hann.“

2
Jóhannes 14:8 Jóhannes

Filip segði við Hann: „Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!“

2
Jóhannes 14:9 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: „Vís okkum Faðirin!“

2
Jóhannes 14:10 Jóhannes

Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni.

2
Jóhannes 14:11 Jóhannes

Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! – Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær!

2
Jóhannes 14:12 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri – og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin;

2
Jóhannes 14:13 Jóhannes

og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum.

2
Jóhannes 14:14 Jóhannes

Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.

2
Jóhannes 14:15 Jóhannes

Elska tit Meg, so haldið boð Míni!

2
Jóhannes 14:16 Jóhannes

Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir,

2
Jóhannes 14:17 Jóhannes

Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum.

2
Jóhannes 14:18 Jóhannes

Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara.

2
Jóhannes 14:19 Jóhannes

Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur, men tit síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva.

2
Jóhannes 14:20 Jóhannes

Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum.

2
Jóhannes 14:21 Jóhannes

Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.“

2
Jóhannes 14:22 Jóhannes

Judas – ikki Iskariot – segði við Hann: „Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?“

2
Jóhannes 14:23 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.

2
Jóhannes 14:24 Jóhannes

Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg.

2
Jóhannes 14:25 Jóhannes

Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum;

2
Jóhannes 14:26 Jóhannes

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.

2
Jóhannes 14:27 Jóhannes

Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!

2
Jóhannes 14:28 Jóhannes

Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: „Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.“ – Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg.

2
Jóhannes 14:29 Jóhannes

Og nú havi Eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, táið tað hendir.

2
Jóhannes 14:30 Jóhannes

Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær.

2
Jóhannes 14:31 Jóhannes

Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær – reisist, latið okkum fara hiðani!“

2
Jóhannes 17:20 Jóhannes

Eg biði ikki bert fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Meg –

2
Jóhannes 17:21 Jóhannes

at tey øll skulu verða eitt, sum Tú, Faðir, ert í Mær, og Eg eri í Tær – at eisini tey skulu vera eitt í Okkum, fyri at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg.

2
Jóhannes 17:22 Jóhannes

Dýrdina, ið Tú hevur givið Mær, havi Eg givið teimum, fyri at tey skulu vera eitt, sum Vit eru eitt –

2
Jóhannes 17:23 Jóhannes

Eg í teimum, og Tú í Mær – fyri at tey skulu verða fullkomin til eitt, so heimurin skal sanna, at Tú hevur sent Meg og hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg.

2
Jóhannes 17:24 Jóhannes

Faðir, Eg vil, at har sum Eg eri, skulu eisini tey, sum Tú hevur givið Mær, vera hjá Mær, fyri at tey skulu síggja dýrd Mína, sum Tú hevur givið Mær; tí Tú hevur elskað Meg, áðrenn heimurin varð grundaður.

2
Jóhannes 17:25 Jóhannes

Rættvísi Faðir! Heimurin hevur ikki kent Teg; men Eg havi kent Teg, og hesi hava sannað, at Tú hevur sent Meg.

2
Jóhannes 17:26 Jóhannes

Og Eg havi kunngjørt teimum navn Títt – og skal kunngera teimum tað, fyri at kærleikin, ið Tú hevur elskað Meg við, skal vera í teimum, og Eg í teimum.“

2
Jóhannes 19:26 Jóhannes

Táið nú Jesus sá móður Sína og hjá henni lærisveinin, ið Hann elskaði, segði Hann við móður Sína: „Kvinna, hygg sonur tín!“

2
Jóhannes 20:31 Jóhannes

Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit – við at trúgva – skulu hava lív í navni Hansara.

2
Jóhannes 21:24 Jóhannes

Hetta er lærisveinurin, ið vitnar um hetta og hevur skrivað hetta; og vit vita, at vitnisburður hansara er sannur.

2