Jóhannes Doypari

26 versir um "Jóhannes Doypari"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 11:11 Matteus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Størri enn Jóhannes doypari er eingin stigin fram millum teirra, ið føddir eru av kvinnu; men hin minsti í ríki Himmiríkis er størri enn hann.

3
Esaias 40:3 Esaias

Hoyr! Ein er, sum rópar: „Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!

2
Malakias 3:1 Malakias

Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Matteus 3:1 Matteus

Á teimum døgum steig Jóhannes doypari fram og prædikaði í oyðimørk Judea og segði:

2
Matteus 3:2 Matteus

„Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“

2
Matteus 3:3 Matteus

Hann er tann, ið Esaias profetur talar um, táið hann sigur: „Rødd eins, sum rópar í oyðimørkini: „Gerið Harranum vegin til reiðar, javnið gøtur Hansara!““

2
Matteus 3:4 Matteus

Hesin Jóhannes hevði klæði av kamelull og leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.

2
Matteus 3:5 Matteus

Tá fór Jerusalem út til hansara, og alt Judea og alt landið um Jordan.

2
Matteus 3:6 Matteus

Og tey vórðu doypt av honum í ánni Jordan og játtaðu syndir sínar.

2
Matteus 3:7 Matteus

Men táið hann sá nógvar Farisearar og Saddukearar koma til dóp sín, segði hann við teir: „Ormaavkom! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan vreiðini, ið kemur?

2
Matteus 3:8 Matteus

Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending!

2
Matteus 3:9 Matteus

Og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: „Vit hava jú Ábraham til faðir!“ Tí eg sigi tykkum, at Gud er mentur at vekja Ábrahami upp børn av hesum steinum.

2
Matteus 3:10 Matteus

Øksin liggur longu við rót træanna; tí verður hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, høgt niður og kastað í eldin.

2
Matteus 3:11 Matteus

Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.

2
Matteus 3:12 Matteus

Kastiskuplu Sína hevur Hann í hondini, og Hann skal gjølla reinsa gólv Sítt og savna hveiti Sína inn í løðuna; men dumbuna skal Hann brenna í ósløkkjandi eldi.“

2
Matteus 3:13 Matteus

Tá kom Jesus úr Galilea til Jordan til Jóhannes at verða doyptur av honum.

2
Matteus 3:14 Matteus

Men Jóhannes sýtti Honum tað og segði: „Mær tørvar at verða doyptur av Tær, og Tú kemur til mín!“

2
Matteus 3:15 Matteus

Tá svaraði Jesus honum: „Lat tað nú verða gjørt! Tí soleiðis sømir okkum at fullkoma alla rættvísi.“ Tá læt hann tað verða gjørt.

2
Matteus 3:16 Matteus

Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann.

2
Matteus 3:17 Matteus

Og rødd kom av Himli, sum segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“

2
Lukas 1:13 Lukas

Men eingilin segði við hann: „Óttast ikki, Zakarias! Bøn tín er hoyrd – Elisabet, kona tín, skal eiga tær son, og tú skalt kalla hann Jóhannes.

2
Lukas 1:14 Lukas

Hann skal verða tær til gleði og frøi, og mong skulu gleðast um, at hann er føddur.

2
Lukas 1:15 Lukas

Tí hann skal vera stórur fyri Harranum; vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og hann skal fyllast við Heilaga Andanum líka úr móðurlívi.

2
Lukas 1:16 Lukas

Mong av børnum Ísraels skal hann umvenda til Harran Gud teirra.

2
Lukas 1:17 Lukas

Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.“

2
Jóhannes 10:41 Jóhannes

Nógv fólk kom nú til Hansara, og tey søgdu: „Víst gjørdi Jóhannes einki tekin, men alt, ið Jóhannes segði um henda, var satt.“

2