Jizreel
23 versir um "Jizreel"
Versir
Síða 1 av 1Hoseas 2:1 Hoseas
Sigið við brøður tykkara: „Ammi!“* og við systrar tykkara: „Ruhama!“**
Hoseas 2:2 Hoseas
Havið at móður tykkara, havið at henni! Tí hon er ikki kona Mín, og Eg eri ikki maður hennara. Hon fái horulótirnar burt frá andliti sínum og handa siðleysa atburð frá barmi sínum!
Hoseas 2:3 Hoseas
Annars skal Eg lata hana nakna og lata hana standa, sum tann dag hon varð fødd; Eg skal gera hana líka oyðimørk, líka turrum landi, og lata hana doyggja av tosta.
Hoseas 2:4 Hoseas
Og børnum hennara skal Eg onga miskunn vísa; tí tey eru horubørn.
Hoseas 2:5 Hoseas
Móðir teirra var jú horkvinna; hon, ið føddi tey, hevur borið seg skammiliga at; hon segði: „Bólarar mínar haldi eg meg til, teir, ið geva mær breyð mítt og vatn mítt, ull mína og lín mítt, olju mína og vín mítt!“
Hoseas 2:6 Hoseas
Afturfyri skal Eg byrgja veg tín við tornum! Eg skal laða múr framman fyri hana, so hon finnur ikki leiðir sínar.
Hoseas 2:7 Hoseas
Táið hon tá rennur eftir bólarum sínum, skal hon ikki fáa fatur á teimum; táið hon leitar eftir teimum, skal hon ikki finna teir. Tá skal hon siga: „Eg skal fara aftur til hin fyrra mann mín; tí betri hevði eg tað tá enn nú!“
Hoseas 2:8 Hoseas
Hon dugdi ikki at síggja, at tað var Eg, ið gav henni kornið, vínið og oljuna, gav henni alt hetta nógva silvur og gull, ið tey nýttu til Ba’al.
Hoseas 2:9 Hoseas
Tí skal Eg taka korn Mítt aftur, táið korntíðin kemur, og vín Mítt, táið stundin er í hondum; og Eg skal taka burtur ull Mína og lín Mítt, sum hon skuldi fjala skomm sína við.
Hoseas 2:10 Hoseas
Ja, nú skal Eg lyfta burtur av skomm hennara beint fyri eygum bólara hennara, og eingin skal fáa rivið hana av hond Míni!
Hoseas 2:11 Hoseas
Eg skal gera enda á allari gleði hennara, á øllum veitslum hennara, sólkomudøgum, sabbatum og øllum høgtíðum hennara.
Hoseas 2:12 Hoseas
Eg skal forkoma víngørðum og fikutrøum hennara, sum hon hevur sagt um: „Tey eru horuløn mín, sum bólarar mínir hava latið meg fingið.“ Eg skal gera tey til villmark, sum dýrini á markini skulu eta av.
Hoseas 2:13 Hoseas
Eg skal heimsøkja hana fyri dagarnar, táið hon brendi roykilsi fyri Ba’alunum og prýddi seg við nasaringi og hálsprýði og gekk eftir bólarum sínum, men gloymdi Meg – sigur HARRIN.
Hoseas 2:14 Hoseas
Tí skal Eg lokka hana og leiða hana út í oyðimørkina og tosa blídliga við hana.
Hoseas 2:15 Hoseas
Síðani skal Eg geva henni víngarðar hennara aftur og gera henni Akorsdal* til vónportur; har skal hon syngja, sum táið hon var ung, sum tann dag hon fór út av Egyptalandi.
Hoseas 2:16 Hoseas
Tann dag – sigur HARRIN – skalt tú rópa: „Maður mín!“ og ikki longur rópa á Meg: „Ba’al mín!“
Hoseas 2:17 Hoseas
Nøvn Ba’alanna skal Eg taka burtur úr munni hennara; teir skulu ikki verða tiknir upp á tunguna aftur.
Hoseas 2:18 Hoseas
Tann dag skal Eg gera sáttmála fyri tey við dýrini á markini, við fuglar himmalsins og við skriðdýrini á jørðini; boga, svørð og hervápn skal Eg bróta sundur og fáa burt úr landinum; og Eg skal lata tey búgva trygg.
Hoseas 2:19 Hoseas
Eg skal trúlova Meg við tær til ævigar tíðir; Eg skal trúlova Meg við tær í rættvísi og rætti, í náði og miskunn;
Hoseas 2:20 Hoseas
Eg skal trúlova Meg við tær í trúfesti, og tú skalt kenna HARRAN.
Hoseas 2:21 Hoseas
Tann dag skal Eg bønhoyra – sigur HARRIN – Eg skal bønhoyra himmalin, og hann skal bønhoyra jørðina;
Hoseas 2:22 Hoseas
jørðin skal bønhoyra kornið, vínið og oljuna – og tey skulu bønhoyra Jizre’el.
Hoseas 2:23 Hoseas
Eg skal planta Mær hana í landinum, vísa Lo-Ruhama náði og siga við Lo-Ammi: „Tú ert fólk Mítt!“ Og tað skal svara: „Gud mín!“