Jezabel

72 versir um "Jezabel"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Kongabók 19:18 Fyrra Kongabók

Men Eg skal lata 7000 verða eftir í Ísrael – hvørt knæ, ið ikki hevur boygt seg fyri Ba’al, og hvønn munn, ið ikki hevur kyst hann.“

2
Fyrra Kongabók 19:19 Fyrra Kongabók

Táið hann nú fór haðani, hitti hann Elisa, son Safat, sum júst tá pløgdi; tólv oksapør gingu undan honum, og sjálvur var hann við tólvta parið. Táið nú Elias kom fram við honum, kastaði hann kappan yvir hann.

2
Fyrra Kongabók 19:20 Fyrra Kongabók

Tá fór hann frá oksunum, leyp aftan á Eliasi og segði: „Loyv mær fyrst at heilsa pápa og mammu – so skal eg koma við tær!“ Hann svaraði: „Far bert aftur – tú veitst jú, hvat eg havi gjørt við teg!“

2
Fyrra Kongabók 19:21 Fyrra Kongabók

Hann skiltist tá frá honum og vendi aftur; og hann tók og drap oksaparið, hevði oksaokini at kóka kjøtið við og gav fólkinum tað at eta. Síðani gjørdi hann seg til og fór við Eliasi og varð tænari hansara.

2
Fyrra Kongabók 21:1 Fyrra Kongabók

Nakað eftir hetta hendi tað, ið nú skal verða sagt frá. Nabot Jizre’elitur hevði víngarð í Jizre’el, tætt við eina høll, sum Akab kongur í Samaria átti.

2
Fyrra Kongabók 21:2 Fyrra Kongabók

Akab bar upp á mál við Nabot og segði: „Lat meg fáa víngarð tín, so eg kann hava hann til maturtagarð – hann liggur jú tætt við hús mítt! Eg skal lata teg fáa betri víngarð fyri hann – ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa virði hansara í peningi.“

2
Fyrra Kongabók 21:3 Fyrra Kongabók

Men Nabot svaraði Akab: „HARRIN lati vera langt frá mær at geva tær fedraarv mín!“

2
Fyrra Kongabók 21:4 Fyrra Kongabók

Tá fór Akab heim, í ringum hýri og illur um svarið, ið Nabot Jizre’elitur hevði givið honum, táið hann segði: „Eg lati teg ikki fáa fedraarv mín!“ Hann legðist í songina, snaraði sær móti bróstinum og vildi ikki eta.

2
Fyrra Kongabók 21:17 Fyrra Kongabók

Men orð HARRANS kom til Elias Tisbit; Hann segði:

2
Fyrra Kongabók 21:18 Fyrra Kongabók

„Ger teg til og far ímóti Akab ísraelskongi, sum býr í Samaria! Hann er nú í víngarði Nabots; hann er farin oman hagar at taka hann í ogn.

2
Fyrra Kongabók 21:19 Fyrra Kongabók

Tú skalt siga hetta við hann: „So sigur HARRIN: Hevur tú nú bæði myrt og tikið í ogn!“ Sig framvegis við hann: „So sigur HARRIN: Á sama staði sum hundarnir leptu blóð Nabots, skulu hundarnir eisini leppa blóð títt!““

2
Fyrra Kongabók 21:20 Fyrra Kongabók

Tá segði Akab við Elias: „Hevur tú funnið meg, fíggindi mín!“ Hann svaraði: „Ja, Eg havi funnið teg – aftur fyri at tú hevur selt teg sjálvan at gera tað, sum ónt er í eygum HARRANS!

2
Fyrra Kongabók 21:21 Fyrra Kongabók

Tí skal Eg lata vanlukku koma yvir teg, sópa teg burt og týna alt mannkyn av ætt Akabs, bæði stórar og smáar, í Ísrael.

2
Fyrra Kongabók 21:22 Fyrra Kongabók

Eg skal gera við hús títt sum við hús Jeroboams, sonar Nebats, og við hús Baesa, sonar Ahia, aftur fyri at tú hevur vakt vreiði Mína, og aftur fyri at tú hevur fingið Ísrael at synda.

2
Fyrra Kongabók 21:24 Fyrra Kongabók

Tann av ætt Akabs, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta.“

2
Fyrra Kongabók 21:26 Fyrra Kongabók

Atburður hansara var ovurhonds viðurstyggiligur; hann helt seg til avgudarnar, júst sum Amoritar høvdu gjørt, teir, ið HARRIN rak burtur fyri Ísraelsmonnum.

2
Fyrra Kongabók 21:27 Fyrra Kongabók

Táið Akab hoyrdi hesi orð, skræddi hann klæði síni, bant sekk um bera kropp sín og fastaði; og hann svav í sekki og gekk stillisliga.

2
Fyrra Kongabók 21:28 Fyrra Kongabók

Tá kom orð HARRANS til Elias Tisbit; Hann segði:

2
Fyrra Kongabók 21:29 Fyrra Kongabók

„Hevur tú sæð, hvussu Akab eyðmýkir seg fyri Mær? – Aftur fyri at hann eyðmýkir seg fyri Mær, skal Eg ikki lata vanlukkuna koma, meðan hann livir; á døgum sonar hansara skal Eg lata vanlukkuna koma yvir hús hansara.“

2
Seinna Kongabók 9:7 Seinna Kongabók

Tú skalt høgga niður hús Akabs, harra tíns, so Eg fái hevnd yvir Jesabel fyri blóð tænara Mína profetanna og blóð alra tænara HARRANS.

2
Mika 5:12 Mika

Eg skal oyða hinar útskornu myndir tínar og minnissteinar tínar úr landi tínum, og tú skalt ikki longur tilbiðja handaverk títt.

2
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

2