Jezabel

72 versir um "Jezabel"

Versir

Síða 1 av 2
Opinberingin 2:20 Opinberingin

Men Eg havi tað ímóti tær, at tú hevur tol við kvinnuni Jesabel, ið sigur seg vera profetinnu, og sum lærir – og villleiðir tænarar Mínar at dríva siðloysi og at eta avgudaoffur.

8
Fyrra Kongabók 18:4 Fyrra Kongabók

ta ferðina Jesabel beindi fyri profetum HARRANS, hevði Obadja tikið 100 profetar og fjalt teir í tveimum hellum, 50 mans í hvørjum hellinum, og sæð til, at teir fingu nóg mikið av breyði og vatni. –

7
Fyrra Kongabók 21:23 Fyrra Kongabók

Eisini um Jesabel hevur HARRIN talað – hesi orð: Hundarnir skulu eta Jesabel við múr Jizre’els.

5
Seinna Kongabók 9:30 Seinna Kongabók

Jehu kom nú til Jizre’el. Táið Jesabel frætti hetta, litaði hon seg um eyguni, pyntaði høvd sítt og hugdi út um vindeygað.

5
Fyrra Kongabók 16:31 Fyrra Kongabók

Sum tað hevði ikki verið nóg mikið, at hann livdi í somu syndum sum Jeroboam, sonur Nebat, so tók hann Jesabel, dóttur Etba’al kong í Zidon, til konu og fór at dýrka Ba’al og tilbiðja hann.

4
Fyrra Kongabók 18:13 Fyrra Kongabók

Hevur harri mín ikki frætt, hvat eg gjørdi, ta ferðina ið Jesabel drap profetar HARRANS? Tá fjaldi eg 100 av profetum HARRANS í tveimum hellum, 50 mans í hvørjum hellinum, og sá til, at teir høvdu nóg mikið av breyði og vatni.

4
Fyrra Kongabók 21:25 Fyrra Kongabók

– Eingin hevur heldur verið sum Akab, hann ið seldi seg at gera tað, sum ónt var í eygum HARRANS, fyri tað at kona hansara Jesabel eggjaði hann til tað.

4
Seinna Kongabók 9:22 Seinna Kongabók

Táið Jóram sá Jehu, segði hann: „Kemur tú við friði, Jehu?“ Hann svaraði: „Hvussu kann friður vera, so leingi sum Jesabel, móðir tín, við sama lagi drívur horulív sítt og øll gandabrøgd síni!“

4
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

4
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

4
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

4
Fyrra Kongabók 19:1 Fyrra Kongabók

Akab segði nú Jesabel frá øllum, ið Elias hevði gjørt, og hvussu hann hevði dripið allar profetarnar við svørði.

3
Fyrra Kongabók 21:5 Fyrra Kongabók

Nú kom kona hansara Jesabel inn og segði við hann: „Hví ert tú so illa hýrdur og vilt ikki eta?“

3
Fyrra Kongabók 21:6 Fyrra Kongabók

Hann svaraði: „Eg tosaði við Nabot Jizre’elit og segði við hann: „Lat meg fáa víngarð tín fyri pening – ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa ein annan víngarð fyri hann!“ Men hann svaraði: „Eg lati teg ikki fáa víngarð mín!““

3
Fyrra Kongabók 21:7 Fyrra Kongabók

Tá segði kona hansara Jesabel við hann: „Er tað tú, sum ert kongur í Ísrael nú! – Kom upp, fá tær at eta og ver í góðum lagi! Eg skal gera, at tú fært víngarð Nabots Jizre’elits!“

3
Fyrra Kongabók 21:8 Fyrra Kongabók

Hon skrivaði nú bræv í navni Akabs og innsiglaði tað við innsiglisringi hansara; so sendi hon brævið til hinar elstu og hinar fremstu menninar, sum Nabot búði ímillum – í býnum, har sum hann búði.

3
Fyrra Kongabók 21:9 Fyrra Kongabók

Í brævinum skrivaði hon so: „Lýsið føstu, og latið Nabot sita fremstan millum fólkið!

3
Fyrra Kongabók 21:10 Fyrra Kongabók

Latið so tveir níðingar setast beint yvir av honum; teir skulu vitna móti honum og siga: „Tú hevur bannað Gudi og kongi!“ Leiðið hann síðani út og steinið hann í hel!“

3
Fyrra Kongabók 21:11 Fyrra Kongabók

Menninir í býnum, hinir elstu og hinir fremstu menninir, sum búðu í býi hansara, gjørdu, sum Jesabel hevði sent teimum boð um, soleiðis sum skrivað stóð í brævinum, ið hon hevði sent teimum.

3
Fyrra Kongabók 21:12 Fyrra Kongabók

Teir lýstu føstu og lótu Nabot sita fremstan millum fólkið;

3
Fyrra Kongabók 21:13 Fyrra Kongabók

síðani komu níðingarnir báðir og settust beint yvir av honum; og níðingarnir vitnaðu móti Nabot, so fólkið hoyrdi, og søgdu: „Nabot hevur bannað Gudi og kongi!“ So leiddu teir hann út um býin og steinaðu hann í hel.

3
Fyrra Kongabók 21:14 Fyrra Kongabók

Teir sendu nú Jesabel boð og lótu siga: „Nabot er steinaður í hel.“

3
Fyrra Kongabók 21:15 Fyrra Kongabók

Táið Jesabel hoyrdi, at Nabot var steinaður í hel, segði hon við Akab: „Kom upp og tak víngarð Nabots Jizre’elits í ogn, hann, ið hann vildi ikki lata teg fáa fyri pening! Nabot livir ikki longur – hann er deyður.“

3
Fyrra Kongabók 21:16 Fyrra Kongabók

Við tað sama sum Akab hoyrdi, at Nabot var deyður, fór hann upp og fór oman í víngarð Nabots Jizre’elits at taka hann í ogn.

3
Seinna Kongabók 3:2 Seinna Kongabók

Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, tó ikki sum faðirin og móðirin; tí hann tók burtur ba’alsminnissteinin, ið faðir hansara hevði latið gjørt.

3
Seinna Kongabók 9:10 Seinna Kongabók

Jesabel skulu hundarnir eta á Jizre’elsmark, og eingin skal jarða hana!“ – Síðani læt hann upp dyrnar og flýddi.

3
Seinna Kongabók 9:31 Seinna Kongabók

Og táið Jehu kom inn um portrið, rópti hon: „Kemur tú við friði, Zimri tín, sum drap harra sín?“

3
Seinna Kongabók 9:32 Seinna Kongabók

Men hann hugdi upp í vindeygað og segði: „Hvør heldur við mær – hvør?“ Tá hugdu tveir ella tríggir hirðmenn út um vindeygað.

3
Seinna Kongabók 9:33 Seinna Kongabók

Hann rópti: „Kastið hana niður!“ Teir kastaðu hana so niður, og blóð hennara slettist á veggin og hestarnar; og hann læt hestarnar traðka hana niður.

3
Seinna Kongabók 9:34 Seinna Kongabók

Síðani fór hann inn; og táið hann hevði fingið sær at eta og drekka, segði hann: „Hyggið eftir henni, hasi bannaðu, og jarðið hana! Hon var kortini kongadóttir.“

3
Seinna Kongabók 9:35 Seinna Kongabók

Men táið teir fóru út at jarða hana, funnu teir einki annað av henni enn skallan, føturnar og hendurnar.

3
Seinna Kongabók 9:36 Seinna Kongabók

Teir komu so aftur og søgdu honum hetta. Tá segði hann: „Nú komst á orðið, ið HARRIN talaði við tænara Sínum Eliasi Tisbiti, táið Hann segði: „Á markini í Jizre’el skulu hundarnir eta kjøt Jesabelar;

3
Seinna Kongabók 9:37 Seinna Kongabók

og lík Jesabelar skal liggja á markini í Jizre’el sum tøð í veltu, so eingin skal kunna siga, at tað er Jesabel!““

3
Fyrra Kongabók 18:19 Fyrra Kongabók

Men send nú boð og savna mær alt Ísrael saman á Karmelsfjalli, eisini hinar 450 ba’alsprofetarnar og hinar 400 asjeruprofetarnar, ið eta við borð Jesabelar!“

2
Fyrra Kongabók 19:2 Fyrra Kongabók

Tá sendi Jesabel Eliasi boð og læt siga: „Gudarnir lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um eg ikki um hesa tíðina í morgin geri við lív títt, sum gjørt er við lív teirra!“

2
Fyrra Kongabók 19:3 Fyrra Kongabók

Tá fall ræðsla á hann; hann gjørdi seg til og helt avstað fyri at bjarga lívinum; og hann kom til Be’erseba, sum hoyrir til Juda; har læt hann tænara sín eftir,

2
Fyrra Kongabók 19:4 Fyrra Kongabók

og sjálvur fór hann dagsferð út í oyðimørkina, setti seg undir gývilrunn har, ynskti sær deyðan og segði: „Nú er nóg mikið! Tak nú lív mítt, HARRI, tí eg eri ikki betri enn fedrar mínir!“

2
Fyrra Kongabók 19:5 Fyrra Kongabók

So legðist hann at sova undir gývilrunninum. Men eingil nam við hann og segði við hann: „Reis teg og et!“

2
Fyrra Kongabók 19:6 Fyrra Kongabók

Táið hann hugdi rundan um seg, fekk hann at síggja, at har sum høvd hansara hevði ligið, lá køka, bakað á heitum steinum, og har stóð krukka við vatni. Hann fekk sær tá at eta og drekka og legðist síðani aftur.

2
Fyrra Kongabók 19:7 Fyrra Kongabók

Men eingil HARRANS kom uppaftur og nam við hann, aðru ferð, og segði: „Reis teg og et! Annars verður vegurin tær ov langur.“

2
Fyrra Kongabók 19:8 Fyrra Kongabók

Hann reistist tá og fekk sær at eta og drekka, og styrktur av hesi máltíð gekk hann 40 dagar og 40 nætur, líka til Horeb, fjall Guds.

2
Fyrra Kongabók 19:9 Fyrra Kongabók

Har fór hann inn í helli og varð har ta náttina. Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði við hann: „Hvat vilt tú her, Elias?“

2
Fyrra Kongabók 19:10 Fyrra Kongabók

Hann svaraði: „Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“

2
Fyrra Kongabók 19:11 Fyrra Kongabók

Hann segði: „Far út og statt á fjallinum fyri ásjón HARRANS!“ So gekk HARRIN framvið har, og ógvuligur, sterkur stormur kom, sum kleyv fjøll og soraði sundur klettar fyri HARRANUM – men HARRIN var ikki í storminum; eftir stormin kom jarðskjálvti – men HARRIN var ikki í jarðskjálvtanum;

2
Fyrra Kongabók 19:12 Fyrra Kongabók

eftir jarðskjálvtan kom eldur – men HARRIN var ikki í eldinum. Men eftir eldin hoyrdist milt suð.

2
Fyrra Kongabók 19:13 Fyrra Kongabók

Táið Elias hoyrdi tað, helt hann kappan fyri andlitið og fór út og stóð við hellismunnan. Og nú talaði rødd við hann og segði: „Hvat vilt tú her, Elias?“

2
Fyrra Kongabók 19:14 Fyrra Kongabók

Hann svaraði: „Eg havi verið íðin fyri HARRAN Gud herskaranna; tí Ísraelsmenn hava vent sáttmála Tínum bakið; altar Tíni hava teir rivið niður, og profetar Tínar hava teir dripið við svørði; eg eri einsamallur eftir, og nú liggja teir mær eftir lívinum.“

2
Fyrra Kongabók 19:15 Fyrra Kongabók

Tá segði HARRIN við hann: „Vend aftur, somu leið sum tú komst, og far til oyðimørkina við Damaskus, far so inn og salva Hazael til kong yvir Áram!

2
Fyrra Kongabók 19:16 Fyrra Kongabók

Jehu, son Nimsi, skalt tú salva til kong yvir Ísrael, og Elisa úr Abel-Mehola, son Safat, skalt tú salva til profet eftir teg.

2
Fyrra Kongabók 19:17 Fyrra Kongabók

Og so skal verða, at tann, ið sleppur undan svørði Hazaels, skal Jehu drepa, og tann, ið sleppur undan svørði Jehu, skal Elisa drepa.

2