Jesus vrakaður í Nasaret
21 versir um "Jesus vrakaður í Nasaret"
Versir
Síða 1 av 1Markus 6:1 Markus
So fór Hann burtur haðani og kom til fedrabygd Sína, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum.
Markus 6:2 Markus
Táið sabbaturin kom, fór Hann at læra í sýnagoguni; og mong, ið hoyrdu Hann, vórðu sligin av undran og søgdu: „Hvaðani hevur Hann hetta? Hvat er tað fyri vísdómur, ið Honum er givin? Og slíkar kraftargerðir, ið gjørdar verða við hondum Hansara!
Markus 6:3 Markus
Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og eru ikki Jákup, Jóses, Judas og Símun brøður Hansara! Eru ikki systrar Hansara her hjá okkum!“ – So tóku tey sær ilt av Honum.
Markus 6:4 Markus
Tá segði Jesus við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði, millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!“
Markus 6:5 Markus
Og Hann kundi onga kraftargerð gera har, uttan bert at Hann legði hendurnar á nøkur fá sjúk og grøddi tey.
Markus 6:6 Markus
Og Hann undraðist á vantrúgv teirra. Síðani ferðaðist Hann um í bygdunum har rundanum og lærdi.
Lukas 4:16 Lukas
Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
Lukas 4:17 Lukas
Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð:
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Lukas 4:19 Lukas
at kunngera náðiár Harrans.“
Lukas 4:20 Lukas
So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann.
Lukas 4:21 Lukas
Tá fór Hann at tala til teirra: „Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.“
Lukas 4:22 Lukas
Tey góvu Honum øll vitnisburð og undraðust á hini lívsælu orð, ið út gingu av munni Hansara – og tey søgdu: „Er hesin ikki sonur Jósef!“
Lukas 4:23 Lukas
Tá segði Hann við tey: „Sjálvsagt fara tit at minna Meg á orðtakið: „Lækni, grøð teg sjálvan!“ „Ger eisini her í heimbygd Tíni slík stórverk, sum vit hava frætt, hava hent í Kapernaum!““
Lukas 4:24 Lukas
Men Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin profetur verður væl fagnaður á heimstaði sínum!
Lukas 4:25 Lukas
Eg sigi tykkum tað satt, at nógvar einkjur vóru í Ísrael á døgum Eliasar, ta ferðina himmalin varð afturlatin trý ár og seks mánaðir, og stórur hungur var í øllum landinum;
Lukas 4:26 Lukas
og til onga teirra varð Elias sendur, men bert til eina einkju í Sarepta við Sidon.
Lukas 4:27 Lukas
Mong spitølsk vóru í Ísrael á døgum Elisa profets; og eingin teirra varð reinsaður, men bert Na’aman Sýrlendingur.“
Lukas 4:28 Lukas
Táið tey, sum í sýnagoguni vóru, hoyrdu hetta, fyltust tey øll av vreiði;
Lukas 4:29 Lukas
og tey reistust og róku Hann av býnum, og fóru við Honum út á egg fjalsins, ið staður teirra var bygdur á, at stoyta Honum oman.
Lukas 4:30 Lukas
Men Hann gekk mitt ígjøgnum flokkin og fór avstað.