Jesus við okkum nú
33 versir um "Jesus við okkum nú"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 28:20 Matteus
og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“
Josva 1:9 Josva
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“
Jóhannes 14:17 Jóhannes
Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum.
Jóhannes 20:29 Jóhannes
Jesus segði við hann: „Av tí at tú hevur sæð Meg, trýrt tú! Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!“
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Matteus 18:20 Matteus
Tí har sum tvey ella trý eru savnað saman í navni Mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 6:50 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið kemur niður av Himli, fyri at tey skulu eta av tí og ikki doyggja.
Jóhannes 6:51 Jóhannes
Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“
Jóhannes 6:52 Jóhannes
Jødarnir kjakaðust tá hvør við annan og søgdu: „Hvussu kann Hann geva okkum hold Sítt at eta!“
Jóhannes 6:53 Jóhannes
Jesus segði tí við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
Jóhannes 6:54 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, hevur ævigt lív, og Eg skal reisa hann upp síðsta dag.
Jóhannes 6:55 Jóhannes
Tí hold Mítt er av sonnum matur, og blóð Mítt er av sonnum drekka.
Jóhannes 6:56 Jóhannes
Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð Mítt, verður í Mær, og Eg verði í honum.
Jóhannes 6:57 Jóhannes
Eins og hin livandi Faðirin sendi Meg, og Eg livi við Faðirinum, so skal eisini tann, ið etur Meg, liva við Mær.
Jóhannes 6:58 Jóhannes
Hetta er breyðið, ið komið er niður av Himli; ikki er við tí, sum táið fedrar tykkara ótu og doyðu; tann, ið etur hetta breyð, skal liva í allar ævir.“
Jóhannes 6:59 Jóhannes
Hetta segði Hann, meðan Hann lærdi í eini sýnagogu í Kapernaum.
Jóhannes 6:60 Jóhannes
Nógvir av lærisveinum Hansara søgdu nú, táið teir hoyrdu tað: „Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!“
Jóhannes 6:61 Jóhannes
Men Jesus visti við Sær sjálvum, at lærisveinar Hansara knarraðu um hetta; og Hann segði við teir: „Er hetta tykkum ástoyt?
Jóhannes 6:62 Jóhannes
Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!
Jóhannes 6:63 Jóhannes
Tað er Andin, sum ger livandi, holdið er ikki til nakað gagn; orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
Jóhannes 6:64 Jóhannes
Men nakrir eru av tykkum, sum ikki trúgva.“ – Tí Jesus visti alla tíðina, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør hann var, sum skuldi svíkja Hann.
Jóhannes 6:65 Jóhannes
Og Hann segði: „Tí var tað, Eg segði tykkum, at eingin kann koma til Mín, uttan tað er honum givið av Faðirinum.“
Jóhannes 6:66 Jóhannes
Frá hesi tíð fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum.
Jóhannes 6:67 Jóhannes
Jesus segði tá við hinar tólv: „Ætla eisini tit at rýma?“
Jóhannes 6:68 Jóhannes
Símun Pætur svaraði Honum: „Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs,
Jóhannes 6:69 Jóhannes
og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.“
Jóhannes 6:70 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Havi Eg ikki útvalt tykkum tólv! Og ein tykkara er djevul!“
Jóhannes 6:71 Jóhannes
Hetta segði Hann um Judas, son Símun Iskariot; tí tað var hann, ið skuldi svíkja Hann, tóat hann var ein av hinum tólv.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 2:39 Ápostlasøgan
Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.“
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.