Jesus sum ræður í Jerusalem

125 versir um "Jesus sum ræður í Jerusalem"

Versir

Síða 3 av 3
Ápostlasøgan 2:23 Ápostlasøgan

Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit – krossfestu Hann við hondum lógloysinga.

2
Ápostlasøgan 2:24 Ápostlasøgan

Men Gud reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans; tí ikki var møguligt, at Hann kundi verða hildin av honum.

2
Ápostlasøgan 2:25 Ápostlasøgan

Dávid sigur jú um Hann: „Eg hevði altíð Harran fyri eygum Mínum; tí Hann er við høgru hond Mína, so Eg skal ikki vikast.

2
Ápostlasøgan 2:26 Ápostlasøgan

Tí gleddist hjarta Mítt, og tunga Mín fegnaðist, ja, enntá hold Mítt skal hvíla í vón.

2
Ápostlasøgan 2:27 Ápostlasøgan

Tí Tú skalt ikki lata sál Mína eftir í deyðaríkinum, ei heldur lata hin Heilaga Tín síggja rot.

2
Ápostlasøgan 2:28 Ápostlasøgan

Tú hevur kunngjørt Mær vegir lívsins, Tú skalt fylla Meg við gleði fyri ásjón Tíni.“

2
Ápostlasøgan 2:29 Ápostlasøgan

Tit menn, brøður! Eg kann frítt siga við tykkum um ættarfaðirin Dávid, at hann bæði doyði og varð jarðaður – og grøv hansara er hjá okkum líka til henda dag.

2
Ápostlasøgan 2:30 Ápostlasøgan

Við tað at hann nú var profetur og visti, at Gud við eiði hevði svorið honum, at Hann av frukt lenda hansara skuldi seta ein í hásæti hansara,

2
Ápostlasøgan 2:31 Ápostlasøgan

so talaði hann framsíggin um uppreisn Kristusar, at hvørki varð Hann latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot.

2
Ápostlasøgan 2:32 Ápostlasøgan

Henda Jesus reisti Gud upp – sum vit allir eru vitni um.

2
Ápostlasøgan 2:33 Ápostlasøgan

Eftir at Hann nú er settur høgt við høgru hond Guds og frá Faðirinum hevur fingið Heilaga Andan, sum lovaður var, hevur Hann úthelt Hann – sum tit bæði síggja og hoyra.

2
Ápostlasøgan 2:34 Ápostlasøgan

Tí Dávid fór ikki upp til Himmals; nei, hann sigur sjálvur: „Harrin segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína,

2
Ápostlasøgan 2:35 Ápostlasøgan

inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar, fótum Tínum til skammul!““

2
Ápostlasøgan 2:36 Ápostlasøgan

Tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.“

2
Ápostlasøgan 2:37 Ápostlasøgan

Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?“

2
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan

Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.

2
Ápostlasøgan 2:39 Ápostlasøgan

Tí til tykkara er lyftið og til børn tykkara og til øll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.“

2
Ápostlasøgan 2:40 Ápostlasøgan

Eisini við mongum øðrum orðum vitnaði hann og áminti tey og segði: „Latið tykkum frelsa frá hesi rangvørgu ætt!“

2
Ápostlasøgan 2:41 Ápostlasøgan

Tey, sum nú tóku við orði hansara, vórðu doypt, og tann dagin løgdust aftrat okkurt um 3000 sálir.

2
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.

2
Ápostlasøgan 2:43 Ápostlasøgan

Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.

2
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan

Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;

2
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan

ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.

2
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan

Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;

2
Ápostlasøgan 2:47 Ápostlasøgan

tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.

2