Jesus sum Gud
11 versir um "Jesus sum Gud"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 10:30 Jóhannes
Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Jóhannes 1:14 Jóhannes
Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Jóhannes 8:58 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“
Fyrra Korintbrævið 8:6 Fyrra Korintbrævið
so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við.
Jóhannes 1:3 Jóhannes
Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.
Jóhannes 10:31 Jóhannes
Tá tóku Jødarnir aftur upp steinar at steina Hann.
Jóhannes 10:32 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?“
Jóhannes 10:33 Jóhannes
Jødarnir svaraðu Honum: „Tað er ikki fyri nakað gott verk, vit steina Teg, nei, fyri gudsspottan, og fyri tað, at Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjálvan til Gud!“
Jóhannes 20:28 Jóhannes
Tummas svaraði Honum: „Harri mín og Gud mín!“